Eftir at hava sæð longsta James Bond film í søguni, hin fimta og seinasta við Daniel Craig og einasta film í verðini, sum við ósvitaligum production value er gjørdur í Føroyum, eri eg ovfarin av, at almennu Føroyar hava eydnast so væl at draga eitt filmiskt produkt aftur at sær sum No Time To Die.
Men eins og eg fyrr havi sagt, so ørkymlar tað meg, at nýggi óslípaði gimsteinurin í Norðuratlantshavi, Føroyar - sum er í harðari locationkapping við Írland og Strandanoreg - verður borðreiddur og serviseraður av íslendska True North, og ikki einum framleiðslu- og locationfelag, sum í størri mun er staðbundið, og hevur eina játtan ikki bara at liva av, men støðugt at skapa ekspanderandi kreatiónir og møguleikar, sum draga framleiðslufeløg higar, og sum frá líður eisini fleiri og fleiri fólk í biograf, sum aftur er eitt skiftandi hugtak millum real life sitistovur og stroyming.
Tí greitt er, ikki minst á Netflix beint nú, har røðin Start-Up peikar beint á Føroyar, skalt tú í fiktiva universinum re-setta og re-boota tín filmiska samleika, at Føroyar eru tað nýggja svarta, hóast filmur byggir á ljós, gjøgnumskygt ljós, alt síðan brøðurnir Lumière kastaðu tað á veggin, og fólk søgdu, at nú varð hin seinasti fíggindin, deyðin, settur út av spælinum.
Her er ein risa uppgáva hjá heimligu vinnumyndugleikunum.
Tí greitt er, at betri ein filmur við Føroyum sum skjaldramerki eydnast, jú fleiri ferðafólk dregur sami filmur og tann staðseting, sum ljós verður varpað á, aftur at sær. Bjørn Kalsoy nevndi júst hetta í morgunsendingini hjá Útvarpinum í morgun. Honum dámdi væl at vitja støð, sum hann hevði sæð á filmi og nevndi Central Park.
Í nýggja James Bond filminum No Time To Die er tað serliga hin reflekterandi grasiøsa Léa Seydoux, fyrst sum traumatiserað smágenta og seinni sum smábarnamamma, ið hugtekur meg á løriftinum, og so karikeraða russiska tosingarlagið hjá David Dencik, ið er granskari av tí burturvilsta slagnum, ja og so høvuðsleikarin, hin bláoygdi og púra menniskjansligi laid back Daniel Craig, meðan arvtakarin, Lashana Lynch, bíðar tolin í undarliga fýrkantaðum sólbrillum - sum eru partar av teim afturvendandi gadgets, stakkalastási, sum eg havi kallað tað, og sum ger James Bond so áhugaverdan, tí hann er ein spegling av okkara brúkarasamfelag - men sum nú eru færri í tali, enn eg fyrr havi givið mær far um, fyrst og fremst sólbrillur, síðan ur og bilar, og fyrr eisini undarliga nógvir páhangsmotorar.
Haldi, at hesi product placements eru færri í tali í dag, ella eri eg blivin minni erkvisin hesum viðvíkjandi við árunum. Bara tvær ferðir hugdi eg eftir klokkuni, tí eg keddi meg í longu søguni, sum varir tveir tímar og tríogfjøruti minuttir.
Nú vit nevna, at Lashana Lynch verður bæði nevnd og førd fram sum James Bond arvingi, er vert at hefta seg við, at hon er kvinna og svørt. Og hetta við sexismu er púra fráverandi í filminum. Tað er eitt nýbrot, tí er tað nakað, sum James Bond hevur verið kendur fyri sum filmiskt úttrykk, so er tað láturliga stereotypar kvinnumyndir, ið eru sum gadgets, brúkslutir, akkurát sum bilar og páhangsmotorar. Biðjur tú meg blunda og siga, hvat tú sært undir eygnalokunum, tá søguligi James Bond verður nevndur, og uppgávan er at leita eftir mest tølandi senu, sigi eg Ursula Andress, hin skúmfødda, sum kemur úr havinum í Dr. No í 1962, einki annað. Ursula Andress. Men soleiðis er ikki longur. James Bond er sum Daniel Craig sosialiseraður og er millum øll onnur, og er blivin ein púra siviliseraður persónur øll hesi árini. Ja, fyrimyndarligur í einum og øllum, sum honum berst fyri í hesum dreingjadreymi av einum fiktiónsuniversi, sum í løtum er tað reina telduspæl, gamaní.
Og so eru senurnar merktar av einum estetiserandi japanskum reinleika, sum heilt givið hongur uppi við leikastjóranum, Cary Joji Fukunaga, sum annan vegin hevur ættarbond úr eini japanskari konsentratiónslegu, sum amerikanarar bygdu eftir Pearl Harbour - havi sjálvur verið har - og hinvegin úr Svøríki, sum forklárar innlivingina í gulu húsini og norsku strandarsenurnar eftir brúnni til Averøy, ið nú er kend sum ”the Atlantic Ocean Road”, innan tey leggja til brots og gera útrás til eina fjara disputed oyggj. Alt hevur sína orsøk og alt fellir uppá pláss. Tað ger henda drúgt lagaliga film til eitt njótilsi at síggja, bara ljóðið er nóg hart frá. Nógv harðari enn vanligt er. Tað er ein upplivingartreyt.
Men ein persónur má nevnast, hóast hann hvørki í skapi ella rødd er nær námindi hugtakandi, men tó er hin mest avgerandi leikluturin, sæð úr mínum og okkara føroyska sjónarhorni, hvat framdrift viðvíkur.
Tað er hin visaligi Rami Malek, sum bleiv kendur, tá hann spældi Freddie Mercury í Bohemian Rhapsody.
Nú er hann knýttur at ”en afsidesliggende ø” sum Henrik Queitsch skrivar í danska Ekstrablaðnum í dag, og ber navnið Lyutsifer Safin, sum tú kanst lesa nakrar ferðir og siga fram fyri teg, meðan tú sært Kallin og Kópakonuna fyri tær: Lyutsifer Safin, L-y-u-t-s-i-f-e-r, hvat sigur tað navnið, meðan vit hava Djúpini fyri okkum, og hugsa um gamlar sementeraðar herfólkastøðir, ið lata seg upp við djevulskt funderaðari bakteriologiskari krígsførslu, gróðursett og fjald í fjøllunum - akkurát sum í áðurnevnda Dr. No, ið var hin fyrsti James Bond filmurin nakrantíð - alt í meðan bretski herflotin í dagsins filmi setur alla ferð móti the disputed island - eins og Taivan, ið Kina vil hava sum 23. landslut - í Norðurhøvum, har James Bond skal verja fría heimin móti øllum illviljaðum álopum úr eysturi.
Meiri kollveltingarromatiskt kann tað ikki blíva. Og tað beint her hjá okkum. Føroyar hava fyri fyrstu ferð sett seg á filmiska heimskortið - bravo! Fult stigatal frá mær!
Og so var ein altjóða filmsummælari, Leslie Felperin úr Palo Alto í California, til undansýningina saman við Kalsoyarfólki og norðoyingum í gjár. Hon skrivar um film fyri Financial Times og Visit Faroe Islands hava boðið henni higar. Her sæst hon millum Guðrið Højgaard, Súsonnu Sørensen og Jón Hammer, filmsframleiðara í foyerini í Havnar Bio í gjár.