Tað er so ymiskt, hvat vit til gerandis fokusera uppá. Morgunsendingin í Útvarpinum heftir seg við altjóða bamsudagin, og heimsstovnurin Unesco viðgerð vikuna á tamb teir førleikar, sum ung og gomul eiga at hava at lesa og brúka miðlar, medialiteracy, skal landið metast sum framkomið.
Mitt í hesum meldrinum bar postmaðurin, jú eg haldi tað er ein maður, ein lepa frá Pál og Anniku, eg brúki bara persónsnøvnini, tí stovnsnøvnini er so long, at tú villist í teimum, at siga frá um arbeiði, og hvussu tú hevur tað til arbeiðis.
Agnið, at svara kanningini, er ein nýggj Apple iPhone 12, sum hevur eitt so frálíkt kamera. Tað sá eg í gjár, tá morgunroðin var um allan himmalin og tað ekkóaði um alt Facebook. Bestu myndirnar vóru tiknar við júst hesi telefonini, sum er fløt, hevur øll filtur og passar í allar lummar. Her er tað Guri Tórsdóttir, sum úr Hoydølum hevur tikið eina fantastiska mynd við iPhone 12 av næmingum, sum njóta lívgandi morgunljósið.
So eg var engdur og krøktur við brestin og setti meg niður í heimasofuna at svara spurningunum Arbeiði og tú, ið er stutta heitið á verkætlanini, sum hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvinum, og sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur sett sær fyri at føra út í livið undir áðurnevnda heiti, Arbeiði og tú. So sum tit síggja, er avsendarheitið langt og drúgt. Tí sigi eg bara Pál og Annika. Tíðin er knøpp, og sum skaldið sigur: ”Longri tú bíðar, skjótari verður tað.” Endin á mínum langa arbeiðslívi, sum byrjaði við at skava formar í bakarínum Acta í Torfinsgøtu í 1967, er nær.
Hinvegin, steðga vit eitt bil við longdina á heitinum á avsendaranum á aktuellu føroysku arbeiðskanningini, so er hon sum einki at rokna, hyggja vit eftir heitinum á svenska fyrilestarhaldaranum, Maarit Jaakola, hjá Unesco á miðlatiltakinum í Suðurafrika í dag. Hon er ein av fýra talarum, ið røða um “Disinformation about scientific facts: media and information literate responses”, og á visittkortinum stendur hennara fulla arbeiðsheiti, sum er: Co-Director, Nordic Centre for Media Research, Sweden and Co-Adjunct Professor, Lecturer in Journalism, Faculty of Information Technology and Communication Sciences, and Co-Lead for the UNESCO Media and Information Literacy and Intercultural Dialogue University Network, Sweden.
Soleiðis er tað, nú skeið er alla vikuna um greiddleika í globalu miðlafløkjuni, har eingin veit, hvør umboðar hvønn, ella sigur hvat, uppá hvønn máta og undir hvørjum hatti. Spyr bara heimligu Bústaðir, fyri at taka eitt dømi, sum er ovast á heimabunkanum beint nú. Tað er ikki sum at siga tað, at siga tað. Hatta var ikki eitt stamandi ekkó, men ein setningur at lesa umaftur. Tað er ikki sum at siga tað, at siga tað.
Tað tekur ein hálvan tíma ella so at svara spurningunum í on-line kanningini Arbeiði og tú.
Tá tú ert liðugur, hevur tú eina góða kenslu, tí tú hevur havt ein djúpt konstruktivan dialog við teg sjálvan um arbeiði, hvat arbeið er, og hvat tú í minsta lagi hugsaði at geva tínum starvsfeløgum í morgun, og hvat tú fært afturfyri á sama stað í sama høpi á sama degi.
Fært tú ongantíð sovorðnar spurningar, so er eyðsæð, at tú aldri reflekterar yvir hesi viðurskifti, sum uttan at vit gáa um tað, sleppa at fylla so nógv í okkara lívi, uttan at nakar human ressource mennari, ella tað, ið líkist, kemur á okkara leið. Bara einaferð í øllum mínum arbeiðslívi havi eg møtt einum HR-mennara. Tað var eitt stutt skeið eg arbeiddi hjá Tórshavnar kommunu. Skuldi eg ráðgivið stovninum við tí langa navninum, har Pál og Annika arbeiða, so var tað at seta ein spurning afturat: ”hevur tú nakrantíð møtt einum HR-mennara?”
Endamálið við spurningunum, sum svarast á netinum, er at kanna arbeiðsumhvørvið hjá øllum føroyingum, ið eru eldri enn átjan ár.
- Við verkætlanini ynskja vit at savna inn vitan um sálarliga og likamliga arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum til tess at betra um arbeiðsumhvørvið í Føroyum. Tá kanningin er liðug, fara vit at greina úrslitini eftir t.d. kyni og aldri, fak- og starvsbólkum, vinnugreinum og øki, siga Annika Helgadóttir Davidsen, verkætlanarleiðari, sálarfrøðingur og phd, og Pál Weihe, sum er yvirlækni og professari.
Tey undirstrika, at svarini verða dulnevnd og goymd trygt á einum ambætara í Føroyum, og at tað verður ógjørligt at síggja, hvat hvør einstakur hevur svarað. Men vilt tú vera við í kappingini um eina iPhone 12, so mást tú siga, hvør tú ert.
Og, just sayin’, ráðstevan hjá Unesco, Global Media and Information Literacy Week, sum er í Suðurafrika hesa vikuna og verður stroymd til allan heimin um netið, hon verður lýst soleiðis:
This year Global MIL Week will focus on the crucial role of media and information literacy (MIL) as an essential tool for people’s development, so they can benefit from today’s information environment to empower citizens to engage with information while respecting the rights of others, to preserve knowledge societies, and to combat expressions that cause harm to human rights, peace and the public good. The event will culminate feature events such as the 12th International Media and Information Literacy and Intercultural Dialogue conference 24.-31 oktober and the 6th Global Media and Information Literacy Week Youth Agenda Forum.