Millum teir bestu filmarnar, eg havi sæð í biografinum í ár, er nýggi filmurin hjá Ole Bornedal Skyggen i mit øje. Havi hugt eftir honum umaftur, og eri sannførdur um, at hetta eisini er ein týdningarmikil filmur í okkara tulkingarfelagsskapi beint nú.
Hóast hann ítøkiliga tekur støði í hendingini, tá okkara bretsku viðhaldsfólk bumbaðu ein franskan barnaskúla á Frederiksberg undir krígnum, er filmurin tíðarleysur, serliga í lýsingini av einum donskum hipo-manni, sum sær gálgan fyri sær, nú kríggið rennir út. Unga nunnan, dóttir leikstjóran, opnar herligheitirnar fyri honum, og gevur honum síðan bønarbókina at lesa úr. Av katólska knæfellinum stamar hann fram úr sær, so vit næstan ikki hoyra tað: ”Eg dugi ikki at lesa!”
So lesur hon fyri honum. Soleiðis sum galdandi er í nýggjari tíð í okkara tulkingarfelagsskapi - genturnar lesa, meðan maðurin er so marginaliseraður, at hann hvørja løtu kann lesa seg út av eggini.
Helst er tað hesin veruleiki, sum gevur skrivandi monnum bæði brenni og evni at skriva og publisera. Hin fyrri, eg vil nevna, er Kristoffer Hegnsvad, ritstjóri á Politiken við filmi og sjónvarpi sum sergrein og ábyrgdarøki.
Um aktuella filmin, Skyggen i mit øje, sum eg altso haldi vera hin besta beint nú, skrivar Hegnsvad týsdagin:
”Når jeg tænker på Ole Bornedal, dukker to imaginære billeder op. Det første er Ole i læderjakke. Selvsikker og altid med bredt skrævende skridt for at gøre plads til de gigantisk store filmnosser, han bærer rundt på i medieoptrædener (»Jeg er verdens bedste replikforfatter«). Det andet billede er af Ole i kjole. Ikke en lille, net sag fra konens garderobe, men et skrud af diva’ske dimensioner. Det er det indre billede af Ole, jeg bedst kan lide. Og det er aldrig derhjemme foran spejlet, men all in oppe på scenen, i høje stilletter og hvidkalket i hovedet klar til både at blæse opera og have mel i munden på en gang.”
Tá so filmurin verður frumsýndur hósdagin, kann Hegnsvad geva Bornedal hetta niðrandi ummæli:
”Filmen er vulgær og effektjagende, men desværre ikke vulgær og effektjagende nok”.
Eftir hesa lítið mistiknu journalistisku niðurbumbing er Hegnsvad í sínum fulla rætti at geva filminum trý lunkaði hjørtu. Filmurin, eg enn haldi vera hin besta í ár, er slaktaður av einum journalisti, sum helst hevur okkurt gangandi millum reglurnar, tá vit tosa um Bornedal.
Her hjá okkum er eitt dømi úr sama høpi, biografinum.
Nú dittar onkur sær at vísa aktuella heimildarfilmin um dansbandastjørnuna á bygd í Danmark - Kandis Johnny, ella Johnny-Kandis. Og so skal ein herbúgvandi dani ditta sær at innleiða við orðum um kitsch. Tað er fallið samfelagsrevsara nummar eitt fyri bróstið og hann dregur aðrar smakkdómarar við sær, so greitt er, at hetta er eitt klokkuklárt stættarstríð. Í hvussu er í huganum hjá teimum, sum lagað hesar garðar. Uttanfyri kunnu vit, sum einki skilja, standa og bína og reina at gera okkum skilning fyri, hvat fyriferst innan hesar upplagaðu keisaramúrar.
Høgni Mohr hevði helst sagt, at hetta vóru nýpussaðir keisaramurtar við uppfunnari standing, eini standing, sum bara er til í teirra egna heimi, og har hevur til endamáls, at reka øll hini burtur. Maskulin kynsstanding hevur í øllum forniskum mentanum verið brúkt sum maktfulkomnasta ræðumynd.
Hetta við at reka út illar andar og bara geva pláss fyri eins egna og eins egnu, eisini kallað nepotisma, er ein av skilligastu drívkreftunum hjá Høgna, nú hann aftur hevur savnað gamlar blaðgreinar og givið tær út í nýggja bók Grøðandi greinir. Á blaðsíðu 126 kunnu vit við støði í einum navngivnum útvarpsverti lesa um hetta sama:
Greitt er, at høvundurin kennir seg ikki sum part av føroysku mentanarelituni, men er skvisaður í tann ótakksama og mest sum ólønta part av føroyskum mentanararbeiðarum, sum hvønn dag og av einum erligum hjarta geva eitt evarska lítið íkast til kollektiva føroyska mentanarvarðan, antin tað snýr seg um at fáa almennan stuðul, ella bara at sleppa við í innkringin, har tey hava sett seg, sum eiga vald og virði.
Tað er ikki einki um tað.
Tí hava vit øll brúk fyri einum uppsangi frá Høgna av og á.
Men um tað frá einum útgevarasjónarmiði er rætt at endurprenta blaðgreinar, og síðan geva tær út í egnari bók, ivist eg í. Sama ger Bergur Rønne Moberg í Dimmu, nú hann er komin til níggjunda kapitil um munnliga, skrivliga og elektroniska mentan. Skulu bløðini brúkast sum forskot at fíggja greinar og dagdvøljur hjá rithøvundum, sum bara eru ætlaðar at geva út í bók, men eingin annar stuðulsmøguleiki er til, so verður møðsamt at lesa bløðini og ikki minni møðsamt at lesa bøkurnar, tá tær – forfíggjaðar – koma út, bara til at laga passivt upp í bókmentavarðan. Tá ein hevur lisið Høgna, freistast tú at siga, at hetta er ber forfengiligheit, so høvundurin av einhvørjari publisistiskari orsøk kann telgja sær eitt merki í tjóðskaparliga totempelan hjá sær sjálvum.
Kollektiva fyndin er ring at finna. Kanska finst hon slettis ikki. Kanska hevur Høgni rætt, tá hann vil vera við, at alt er ein dystur um innkringin. Hjá teim, sum eru uttanfyri, er avbjóðingin at sleppa innum, og hjá teim innvígdu, ið longu hava fingið mentanarpávans hond á høvdið, er avbjóðingin, at halda teim heidnu uttanfyri. Fyri alt í verðini uttanfyri. Annars verður ikki livandi. Í innkringinum, sum er staðbundna mentanin.
Takk fyri uppsangin!