Í kvøld var konsert í Hátúni í Musikkskúlanum úti við Landavegin í Havn, dygst við Glasir. Tvey nýggj konsert- og upplivingarrúm í útryðjuni av høvuðsstaðnum, sum eg nú havi roynt einaferð í part, fyrru ferð við studentaleikinum Cabaret á Glasi og í kvøld við Kata í Hátúni - á yrkishædd, so tað stendur eftir í. Hástøkk í Hátún!
Elstu upptøkurnar av føroyskum sangi eru frá Hjalmari Thurén í 1902. Umframt at vera grundarlag fyri nýggjastu útsetingum hjá Kata á fløgu, sum Tutl gevur út, vórðu hesar søguligu upptøkur eisini flættaðar inn í konsertina. Ein spennandi og eitt sindur mystisk konsertlýsing, Kata 1902, kanska tí eg ikki hevði verið her fyrr.
Tær fimm røddirnar í Kata, Arnfríð Lützen, Birita Adela Davidsen, Eyð Steinbjørnsdóttir, Guðrið Hansdóttir og Unn Paturson, tulkaðu kvæði, skjaldur og barnarím ”um risar við hjartasorg, uppfinningarsamar ungmoyggjar, víkingastríð, syrgiligar lagnur og stuttligar søgur,” sum tær søgdu, undirfundigar. Unn Paturson, sum hevði stemmigaffilin, hevði lagt løgini til rættis fyri røddir. Upplýsingar um laglinjur og heimildarpersónar vórðu settar á eitt passandi lítið faktaark.
Konsertin var serliga sterk, tí hon ikki hevði frásøgufólk, men fór at liva sítt egna avmálda og væl koreograferaða lív. Hon bleiv til eina organiska flyting eftir gólvinum, inn og út úr rúminum, meðan ljósið, roykurin og teir tríggir tónleikararnir skaptu baksýnið, sum aftur elvdi til fatanina av rumd og tíð í øllum skjaldrunum, sum eisini fingu eina elektro vend hjá Lasse Thorning Jæger, sum pettaði søguligu upptøkurnar hjá Turén sundur, leitaði á skurrandi útvarpsfrekvensinum og setti tær saman aftur stig fyri stig eftir elektro nærum trance trip hop frymili, meðan Knút Háberg Eysturstein sat við ymsu tangentarnar, sum javnan nomu við tað hákirkjuliga, og so Jan Rúni Poulsen, ið sló á trummur og háfrekvent slagverk, alt samalt avmált og við so stórum tamarhaldi, at tað var ein fragd at hoyra allan vegin ígjøgnum tann stíva tíman, stílfult avmálda konsertin vardi. Tamarhald var lyklaorðið. Og visuella framførslan gjørdi tað, sum annars kundi verið monotont, spennandi sprelskt. Pallsetingina gjørdi Katya R.D. Nielsen, Frida Poulsen búnarnar, Suni Joensen skapti ljósið og Alexander Gaard ljóðið. Eitt gott dagført og meistarliga stiliserað boð uppá tað, sum mann fyrr kallaði Føroyakvøld í Sjónleikarhúsinum, har eg ikki havi verið í longri tíð. Tað er ein missur fyri býin, at tað húsið ikki er aktivt.
Meir enn einaferð fóru tankarnir til definitivt bestu framførslu eg havi sæð í Norðurlandahúsinum, Eddu kvæðini hjá Sequentia, sum undir leiðslu av Benjamin Bagby varð palsett við Ping Chong í japanskum No stíli á fyrstu Listastevnu Føroya, sum einki er at taka seg aftur í at skýra mest ambitiøsa tiltak her á landi. Kata rakti hetta støðið, tað verið seg í samklangi, førleikanum støðugt at søkja og síðan bróta tað monotona, so pallurin víðkaðist upp á síðupallin og niður eftir trappunum og inn millum teir tríggjar tónleikararnar, meðan ljósmaðurin lýsti og sendi royk upp í loft, meðan tær fimm skiftu millum hvítt, reytt og svartan munkabuna, sum tónleikararnir eisini vóru í, so heildin fekk ein grafiskan greiddleika. Og so vórðu vit aftur mint á, at alt tekur støði í upptøkunum hjá Hjalmari Thurén her í landinum í 1902. Ein fonografur. Tikin úr tíð og borin til tín.
Hóast hvør sær ymsar í klangi og valøri, eru tær fimm røddirnar eisini so mjúkt samanvovnar at tær kundu gera stuttlig tónafravík, ið tó vórðu sum tilætlaðir glíðandi harmoniir millum brøður, og so traðka tær í næstu løtu í gólvið og eru ágangandi sum karelskt finsku Värttinä, ið var ein klangbotnur í útvarpssendingini Kuffertið við ferðandi heimstónleiki einaferð í nítiárunum.
Ein framúr og púra óvæntað uppliving úti á Landavegnum í Havn, har eg skal venja meg við at eitt nýtt konserthøli er komið fyri at verða. Uttanumsfasilitetir høvdu komið væl við, so øll ikki fóru avstað í skundi beinanvegin. Konsertstøð skulu hava ljósa, ásjónliga inngongd, servering og høvið at seta seg at práta. Í hvussu er í høvuðsstaðnum. Men tað var so ikki tykkara feilur eitt leygarkvøld í Havn. Kata 1902 var ein framúr uppliving. Takk fyri tað!