Veit ikki, um tað var súmbolskt, at urið steðgaði í morgun, so eg varð noyddur at keypa nýtt battarí, fríggjadagin svarta.
Tað hevði eg ikki ætlað.
Ikki vegna almennu smittustøðuna, men heldur av privatum brúkaraávum, tí mær tørvar ikki nakað, sum kann innfríast í mammonstýrdum brúkaratemplum, downtown.
Uttan eitt battarí.
Mongum brestur ætlan.
Brúkarafestin er byrjað og eg havi brotið lyftið um einki at keypa. Haldi, tað er besta orðing til eina handilslýsing í dag: Keyp einki og spar alt.
Morguntíðindini hjá BBC bendu á, at aftur í ár ætla leysu arbeiðsfólkini hjá Amazon at leggja arbeiðið niður sum mótmæli móti handilsvinnuni og meiningsleysari brúkarismu.
Og tó, gera tey tað, so standa tímaløntu arbeiðsfólkini, um tey yvirhøvur hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í bretska stórbýnum, longu og bíða ótolin at útinna títt meiningsleysa arbeiði fyri heimsins ríkasta mann.
Við støði í øllum framkomnum skúlabókum læra vit annars í søgutímanum, at trælatíðin er langt síðan dømd úti, og at vit hava altjóða stovnar, sum síggja til, at børn ikki verða send til arbeiðis, hvørki í kolanámum ella á ruskplássum í menningarlondum. Nú skal fjálga menniskjan, og ikki miskunarleysa brúkaradýrið, verða í miðdeplinum. Í hvussu er her hjá okkum í vælstillaða Vesturheiminum nú halgan stundar til.
Men er tað so?
Sært tú nógvan film, so rennur tú teg fyrr ella seinni í bretska sosialrealismu, so sum Ken Loach og Mike Leigh lýsa hana í nútíðar stórbýum.
Nýggjasti filmur hjá Ken Loach, sum eg havi sæð, er Sorry, we missed you (2019). Har fylgja vit einum ungum húski, sum sigur okkum alt um, hvat fátækraváði er og hvørji mørkini eru. Men so kennir maðurin seg vælsignaðan, tí hann hevur fingið arbeiði frá Amazon. Tað heldur hann í hvussu er, tí hann er sloppin at koyra pakkar út fyri heimsins ríkasta mann. Men hov, skalt tú arbeiða her, so skalt tú hava tín egna bil og tín egna gjaldsterminal. Amboðini kosta og lønin er bundin at tínum egna avriki, sum verður mált eftir, hvussu skjótt tú kanst bera pakkar út í einum ásettum býarøki. Nú ert tú ein pengagenerator í fríu vinnuni.
Meðan gerandisliga stórsøgan úr Bretlandi brettir seg út á løriftinum í Havnabiografinum, síggja vit, at konan í fátækrahúskinum kann ikki røkja umsorganararbeiðið fyri tað almenna, tí ráðini eru ikki til annað, enn vøruvognin hjá manninum, sum er bundin at Bezos og hansara smápakkum til stórbýarkundar.
Skipanin kallast gig economy, ið merkir, at tú ert tín egni harri, leysur av øllum samfelagsligum ágóðum, sum vælferðarsamfelagið hevur ment, alt síðan trælahaldið sambært søgubókunum helt uppat.
Í einum høggi er tað eydnast fremstu fleirtjóða fyritøkum at skera burtur alla søgu um arbeiðaran.
Hóast fyrigyklaða arbeiðið hjá høvuðspersóninum í bretska filminum, er hann sleptur út á havið sum útróðrarmaðurin, ið eftir stravnan dag sleppur at leggja upp í Vágsbotni. Hann er einsamallur, tænastumaðurin, mitt í stórbýnum.
Pakkatrælirnir hjá Amazon boða frá verkfalli í Bretlandi í dag. Alt ger mun. Eisini ein svartan fríggjadag. Hugsa um tað, tá tú fert til handils í dag.
Spar alt. Keyp einki.