Skip to main content

Nertingarangist - nei tú!

Danska orðið berøringsangst er so trupult, at eg finni onga brúkiliga týðing í orðabókini. Røringsangist er uppskotið. Havi aldri hoyrt tað fyrr. Eg fari at finna uppá orðið nertingarangist, ið hevur ein musikalitet sum etingarólag.

Og tað hevur einki við korona at gera, nertingarangist.

Men nú alt hevur verið á gosið av fótbólti, og vit taptu sum væntað, so fór eg at leita í allari miðlasøguni, um tað nakrantíð var komið fyri, at satira er gjørd um ein liðleiðara og venjara, sum fyri fótbóltsjournalistum burturforklárar, at teir taptu, og út í æsir greinar, hvussu nógv var ímóti teimum, og at júst tað at enda mátti elva til, sorry, at teir taptu. Tað er ongantíð komið fyri. Fótbóltur er heilagur og vit eru enn ikki komin hartil, at vit tora at gera satiru um fótbólt, hóast tað skuldi verið til høgra fótbóltsbeinið, nú vit hava útvarpssendingina Ónsvakt við framúr dagssatiru. Kanska kemur tað einaferð. Satira um fótbólt. 

Alt hevur sína tíð. Eisini Kjølbro, Mikines og Victor.

Ein av okkara fremstu høvundum, Jóanes Nielsen, ið er tað samtíðarskald, sum eg javnt og samt finni størstu fragd í at lesa, óansæð pallin, miðilin og høvið, hevur tikið sær rætt til at seta pengamannin Kjølbro, bíbliutýðaran Victor og listamálaran Mikines á ein og sama pall, Tjóðpallin í mentanargøtuni í Havn. Sum alt annað hjá Jóanesi krevur tað dirvi. Men dirvið í sjálvum sær er óinteressant, um tað ikki eisini er ein sjónligur originalitetur í ætlanini.

Og so tað forloysandi - her er eigin nertingarangist, sum í journalistiskum fótbólti. Her verður farið eftir bólti, manni, ja sjálvt djevlinum undir føroyska mánanum. Her er poetisk forloysing og eingin nertingarangist. 

Tá vit koma inn, situr freistarin við dyrnar, djevulin sjálvur, undur kabaretthatti. Hann, sum er ein hon, roynir at freista Victor men ikki lukkast at tøla bíbliutýðaran. Teir hava verið dansarar og sangarar, men alt er steðgað upp, nú teir eru mest sum innilastir á gráum tíðarleysum stovni, har alt menniskjansligt virði og fyritaksemi er pettað niður til at skræða pappír. Alt er steðgað upp og úr vælkomuháttalurinum hoyra vit They Long To Be Close To You, klassikaran hjá Carpenters, meðan vit seta okkum.

So byrjar leikurin, tendrar og fer í gong. 

Eitt eygnablunk í Føroya søgu, sum eisini kundi havt yvirskriftina hvussu byrjaðu samkomurnar og hvat var tað, sum gav menniskjum troyst í Klaksvík í 1920 og fram. Alt av einum erligum hjarta hjá poetinum Jóanesi, hvørs poetisku evni røkka heilt upp á mánan. Gamaní, ikki uttan hjálp frá leikstjóra og pallsmiði og øllum framleiðsluliðnum á Tjóðpallinum.

Seks stjørnur av seks møguligum fyri at gera tað ómøguliga møguligt, mitt í einari nútiðar pandemi og við læknastríðnum í Klaksvík sum søguligum baktjaldi, at lata hesar tríggjar søguligu persónar spæla upp og niður eftir hvørjum øðrum, og lenda á einum alment menniskjansligum botni, har poesiin er fremsta drívmegin, eisini tá Kjølbro við Mikinesi í føvninginum fortelur um sluppina, sum aldri kom aftur. Tað er sterkasta sena í leikinum, sum eisini gevur katólsku beinagrindunum meining, tí líkini fylgja við, tá hann sær í eyguni á einkjunum, og meinigheitirnar, Betesda og Emmaus, finna nýggjan gróðrarbotn og Victor kennir kallið. Men líkini fylgja við.

Fyrr hevur Jóanes í leikinum Eitir nakað land Week-end brúkt faðirmyndina og at gera upp við hana. Í hesum fjórða leiki til pall ger Jóanes nógv burtur, at mamma Victor doyði fyri at seta hann í verðina. Móðurloysingurin verður settur í miðdepilin í fiskimannaumhvørvinum. Ikki sentimentalt, men farandi eftir allar vágskálini frá slap stick komikki yvir satiru til stálsettan monolog og inniliga nærveru. 

Og so stirðnar leikurin og vit eru aftur á gráa stovninum, meðan vit sum eina tvørsøgn hoyra They Long To Be Close To You. Gott og liðugt.

Leikarar eru Hjálmar Dam, Nicolaj Falck og Hans Tórgarð sum ávikavist Kjølbro, Mikines og Victor, umframt Kristina Sundar Hansen sum djevulin og Annfinnur Heinesen sum danskur yvirmaður á hernaðarskipi. Leikstjóri er Guðjón Pedersen sum áður hevur leikstjórnað Aftaná undrið eftir Jóanes Nielsen, Kirsiberjagarðurin eftir Tjekhov og Breaking the Waves eftir Lars von Trier. Meistarliga innbjóðandi og effektivu pallmyndina hevur Edward Fuglø gjørt.

Allan Dalsgarð tók myndir av leikinum á pallinum. Fyrstu og seinastu mynd í ummælinum tók eg úr áskoðarastólinum við fartelefonini.