Mynd úr Dimmu í dag
Hóast eg altíð havi rindað kirkjuskatt, slítið eg ikki nakra halgigátt. Í so máta burdi eg heldur flutt tað sindrið, sum fer í almenna kirkjugeiran, til eina privata brøðrasamkomu. Men tað havi eg heldur ikki gjørt. Helst tí at eg haldi, at reiðarin er hin sami, hvat tú so kallar kirkjuna, sum tú onkuntíð brúkar.
Tí eigi eg eina aktiu í kirkjuveldinum.
Samanumtikið man føroyska Fólkakirkjan vera eins góð og hin privatfíggjaða brøðrasamkoman, hvar hon so er, mitt í býnum ella úti í haganum, við ella uttan parkeringspláss til tey, sum enn aka omaná.
Men okkurt bendir á, at nú kenna tey sær ikki hógv í almenna geiranum.
Man tað vera so galið, at í materialistisku byggiørskuni, sum Tórshavnar kommuna hevur blakað okkum býarbørn út í, er ein verðslig, potensierandi kapping um bygningar farin í gongd?
Á sama hátt, sum hvør nýføðingur fyrr varð skrivaður upp á kommunukontórinum fyri grundstykki, tá hann ella hon einaferð bleiv ein peningagenerator, skulu nú eisini kirkjugangarar hava ein forskrivaðan part av verðini við útsikt og tí heila. Fyrilitarleyst, mitt á fyrstu parkett.
Ikki tí, er tørvurin, so unni eg teimum tað, eitt nútímas lendislagað gudshús, har gamla Bivrøstsambandið, ið knýtti jørð og himmal í eina marglitta upp- og niðurfaringartrappu, kann takast í brúk, øllum til frægd og gleði har úti við Sandá.
So avgjørt.
Men sambært grannanum er tørvurin ikki tann størsti.
Hin altíð skilagóða Karin, sum eg ikki hevði blunkað við at valt, stillaði hon upp til tingið ella kommunalið, hevur í dag lesarabræv í Dimmu, har hon sigur tingin, akkurát sum tey eru.
- Eg síggi beint niðan á inngongdina í Argja kirkju úr køksvindeyganum. Hugsi mangan um, hvussu óhugaligt tað man vera at vera prestur har, tí tað eru so ógvuliga fá fólk, sum ganga har, sigur Karin.
Tað fær meg at hugsa tann ófyrigeviliga tanka, hvørt kirkjur og teirra verjar og lið veruliga eru blivin partar av tí byggiørsku, ið púra sjónliga herjar landið, sum vóru vit í seinastu ørindum í einum byggitestamenti, ið er so apokrýft, at eingin veit um tað at siga. Man tað vera blivið so galið?
Nei, gev mær heldur ein kommunalan biograf, enn eina kirkju afturat, nú vit eru farin at telgja okkum skattafíggjaðar gudar undir opnum himni.