Eitt ræst seyðarhøvd frá grannanum, Dániali Jakobsen, lagt upp úr gassgrýtuni hjá Janusi undir ljósareyðum ljósi í grøna vakstarhúsinum hjá Jón og Janu í Hvamminum í Tórsbyrgi. Sindur djevulskt er svidna høvdið á at líta í grøn-reyða ljósinum yvir froðandi dampinum úr undirjarðiska soðnum.
Men tað er stuttflutt og longst frá grammleika, ræsta grannahøvdið.
Tey eru loysunarorðini, skulu vit tosa um burðardygga gastronomiska vinnu, sum gongur hond í hond við okkara egna ynski um borðreiðing, eitt kvøld tú fert út at eta. Ja, og so ferðavinnuni eisini. Henni, sum víðkar um marknaðin, so vit kunnu hava matstovur gangandi eitt lítið sindur longur út á árið, og sjálvi fáa avleitt virksemi og upplivingar, eisini av tí óvæntaða slagnum sum í hesum føri í Hvamminum. Ikki tí, eg vænti ikki at ferðafólkið leggur seg eftir røstum seyðarhøvdi sum tað fyrsta. Hvørki fyri smakk ella útsjónd.
Tað var í heyst, at grannin, Dánial, bjóðaði til feska grind. Tað er sum Skriftin sigur: ”Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur - uttan at vita tað - havt einglar til gestir.” Einki kann sum matur gera menn til einglar. Tað er so vist og satt!
Og í dag hevði hann savnað røst seyðarhøvd úr Koltri og Nesi í Hvalba afturvið nýupptiknum eplum til fjúrtan menn. Og so varð einki annað enn salt afturvið. Ræsti høvdakjálkin, ið næstan dettur av beininum, er besti bitin.
Tá tílíkt høvi er, geri eg mær frammanundan ørindi í Rúsuna í Miðlon at spyrja, hvat tey vilja mæla til at hava afturvið.
- Øl er tað vanliga, men dámar tær reyðvín, so kanst tú royna suðurafrikanskt úr drúvuni Pinotage afturvið sum eitt frukt mótspæl. Tað er kraftmikið, sigur fryntligi Anthony, og vísir mær fleiri aðrar møguleikar, sum eisini eru ymsir í prísi. Dýrast er amarone úr Italia. Eg velji suðurafrikanska Stellenrust, sum hevur smakklýsingina ”Fruktkendan anga av hindberum, kirsiberum og eik. Smakkurin er rúgvumikil og rundur. Hóskar til kryddaðan mat, ræst kjøt royktan mat og kjøt av villdýrum.”
At skola svidnasmakkin og ræstu høvdafituna undan gómanum, taki eg eisini ein rabarbulikør frá Einari Waag. Vørulýsingin gongur ikki so nógv uppa smakk, men heldur hvussu likørurin er gjørdur: ”Rabarbulikørur, ið er distilleraður við føroyskum rabarbum og føroyskum vatni. Tilsett hylliblóma og caribiskt rørsukur.”
Á borðinum er Royvið hjá Robert Joensen frá 1958. Hann skjýtur upp at hava røtur afturvið, men nevnir annars bara eina rúgvu av nøvnum, sum í hansara verð hava verið týdningarmikil, men ikki so nógv um smakk. At smakklýsa mat er ikki gamalt. Sjálvur haldi eg, at tað byrjaði við Mortani í Hamrabyrgi, tá hann um aldarskiftið smakkaði vín eina ferð um vikuna fyri Dimmalætting og alt, sum fekk toppkarakter, varð í stundini útselt. Størsta frambrot fyri skrivandi matgerð og smakkupplivilsi millum fólk flest, spyrt tú meg.
Eisini tá tað snýr seg um seyðarhøvd eru amerikanskir fotografar mær ein kelda til markleysa undran av okkum sjálvum, okkara mentan og atferð. Fyri stuttum komu tríggir fotografar til mín og spurdu um hetta var normalt, at ein maður í endurskynsvesti á bryggjuni í Skopun soleiðis hoverandi helt eitt djevulst djórahøvd fram, og síðan spulaði tað við hátrýstslagu í túninum framman fyri sær. Og so traðkaði hann á høvdið, søgdu forfardu fotografarnir. - Jú hatta er ein delikatessa, hann hevur júst sviðið tað, seyðarhøvdið, segði eg. Tær krossaðu seg og hugdu burtur, har tær stóðu vælangandi í nýbygdu strípugongini á Hotel Føroyum. - Serliga kjálkarnir og tungan eru góð, segði eg, og aftraði meg við at slurpa, sum át eg eygað eisini. Tað helt eg vera ov mikið. So ymsar eru mentanir, bara vit hyggja á borðið og eftir tí, vit ómælandi taka í munnin, at fáa mettuna. Tyggjandi og uttan at gretta orð. Tí tað var ikki gamalt. At skifta orð á móðurmálinum um mat og smakk. Vit eta jú fyri at liva og liva ikki fyri at eta. Og í næstu løtu fotografera amerikansku fólkini við dronu yvir briminum í Tjørnuvík, og á mínari nethinnu er tað netju eg síggi, netja á heysti. Einki annað enn netju.
Heystfagnaður hevur verið á Eiði, men síðan Hotel Eiði lat aftur, hevur eingin matstova verið á teimum leiðum, burtursæð frá Rose’s Café suðuri í Gimbrunum, ella á Gjáargarði við Gjógv. Tað týdningarmesta á Heystfagnaðinum er í mínum eygum, at gomlu neystini verða ruddað og sett í stand, so bjóðast kann inn í tey. Ein frálík staðbundin varðveitingarætlan, sum er øllum privatfólki til gagns. Nú er bara eftir at rudda niðri á keiini. Men tað er kanska meira vinnulívið, sum sjónliga ikki hevur tikið upp eftir seg harniðri, tí tey hava ikki íborna estetiska sansin, sum fólkið, ið gongur undan, skilliga hevur.
Kringvarpið sendi upptøkuna av heystfagnaðargudstænastuni av Eiði. Eitt kókað seyðarhøvd, ein lívgandi deyðsmaska av heimrustini, við drýli og epli og kjøtpylsu og rullipylsu, sum var tað Robert Joensen sjálvur, ið hevði skorið beint úr sálmabókini, afturvið. Hetta havi eg bara sæð í kirkjuni heima á Sandi. Góð prædika var tað eisini. Í báðum førum, altso. Og í bøn verða vit mint á, at tað er Guds vilji, at markin grør. Kanska er útlendska siðvenjan at halda takkargudstænastu afturfyri, hesa árins tíð, um at fáa fótin fyri seg. At seta gróður og gastronomi í ein siðbundnan samanhang, har kirkjan søguliga er ein snúningsásur, húsið haðan alt sæst, sum var tað Guds eyga í tí høga, í okkara perspektivi soleiðis heilt ítøkiliga úr vindeyganum og beint út á bøin, sum heima á Sandi, og so eisini á Eiði oman í Hólman, har nykurin býr og tekur børn, sum ganga úti í kirkjutíð.
Ímeðan svimja tvey føroysk síl úr Hagadali í Tórsbyrgi. Tey eru partur av alivøksturinum, aquaphonics skipanini, hjá Jón.
Vakstrarhúsið, sum er gjørt úr vindeygum frá Boðanesheiminum, hevur fingið peningaligan stuðul frá Tórshavnar kommunu, Búnaðargrunninum og frá hotellinum Hilton.
Kanska fer bankatoskur eisini at verða fevndur og borin uppi av sama virðiliga tanka um, at alt er av náði til okkum at njóta undir ábyrgd, og at einki er av grammleika, púrt einki. Ikki fyri at náðin skal verða ein fornisk forðing, og áminning um aldri aftur at trola við botnskemmandi ketum og lemmum, men at matgerð og gróður bæði verða útint og dyrkað so langt frá grammleika, sum hugsast kann, grammleikanum, sum er okkara allar seinasti fíggindi. Og so at hava dirvið at møta útlendskum fotografum og siga, at har tóku vit feil, tá vit í berum grammleika ein sunnudag á Skálafjørðinum kendu okkum kallaði at drepa fleiri en 1400 springarar, ein drepningur og massakra, sum fer um øll fatanarmørk hjá útlendingum og øðrum amerikanarum. Helst var hetta ársins fundur, so kunnandi virðiligur var hann, fundurin millum grannan og fyrrverandi grindaformannin, Hans Jacob Hermansen, og amerikanska fotografin, Bill Schwab, um at taka lívið av einum dýri, skulu vit eta og hava føði, sum ikki er starvsstovugjørd og keypt fryst og pakkað í stórhandli uttan eftirfarandi blóðband og upprunaváttan.
Stuttfluttur matur er okkara týdningarmesta íkast í heimsins kjaki um mat og føði.
Headlines í BBC henda morgunin, eg setti meg at skriva, eru plant based food industry við meatless nuggets í Burger King, og so at Kraft Heinz, sum ger ketjupp á fløsku og bønir í dós, sigur, at heimurin nú skal venja seg við munandi hægri prísir, teir hægstu í tíggju ár. Tað vita tey, tí um ikki burðardygg, ja alt annað, so eru tey aktiv í fleirtjóða vinnuni, sum er okkara grammleikafíggindi nummar eitt. Heimliga MBM sigur tað sama, nú dýrkar mjólkin aftur. Tað er ein andi í tíðini.
Politiken skrivar, at Papirøen í Keypmannahavn, sum fyrst var pappírsgoymsla hjá prentsmiðjum, og síðan bleiv kend við hugtakinum street food, er nú ruddað og avtakin við íbúðum fyri so nógv sum 30 milliónir stykkið. Tað er vorðið sum bústaðir.
Í øllum matkappingum í sjónvarpi síggja vit doughnuts, sukurstroyddar kleynukøkur við holi í miðjuni, klistraðar við skreytsukri, gummibommum, lakresi og sjokulátubitum. Ich bin nict ein soworðin Berliner.
Øll vilja mettuna, so matur man vera mest umsetiliga marknaðarvøra, hvar vit so eru, bara vit ikki sleppa tí stuttflutta og seta markleysa mammon í staðin. Sosialu miðlarnir, sum øll, ið sita á maktini, harta, kunnu veruliga broyta hetta.
Í heyst sigldu smábátar inn í Temsánna í London. Teir løgdu leiðina upp móti Big Ben og Westminster at andøva ímóti, at fleiri og fleiri fiskikvotur koma á færri og færri hendur, frá fiskimanninum, ið er slitmaðurin úti á havinum, til bankamannin, ið situr turrskøddur við skíggjan og profitmaksimerar við kvotum, sum hin fyrri fiskar.
Henda heystardag í London kom Martin Yorwarth úr Newhaven í Suðuronglandi í miðlarnar. Hann hevði tveir smábátar við í fylginum inn í heimsins næsta metropol, og sigur okkara vegna: “My customers want fresh fish up close, sustainably caught. But the quotas are in the hands of industrial fishing companies. They see fishing rights as an investment, as stock exchange trading. Their motive is greed,” sigur Martin av fyrstu parkett í London, men tað er fyri deyvum oyrum, og verður ikki endurgivið nakranstaðni, har eg hyggi og lesi føroysk tíðindi. Tí eingin lurtar eftir smámanninum longur.
Tíðindini fáa meg at hugsa um mannaføði og hvat matur er, annað enn makt hjá ídnaðinum at mjólka inntøkur í egnan lumma, og so hvørt ár at profittmaksimera, tí tey finna uppá okkurt nýtt, sum okkum tørvar og bráddliga skal verða okkum ómissandi.
Tí einasta, sum universell semja er um, er valuta og vinningur. Religión og tílíkt, vit siga okkum savnast um, onkur við bæði dópi og konfirmering at staðfesta forsamlingstrúfestið, er bara hjáputur. Einasta, sum universell semja er um, er valuta og vinningur. Grammleiki er okkara avbjóðing.
Tað gongur javnt og samt tann vegin, at ríkidømið verður savnað á færri og færri hondum. Fleirtjóða mannafjendskar fyritøkur, ið hvørki rinda skatt ella átaka sær sosialar veitingar og uppgávur, hvar tær so koma og fara. BBC, sum oftast er mín høvuðsveitari av tíðindum, veit tað og minnir meg javnt og samt á tað.
Tí er stuttfluttur matur okkara týdningarmesta íkast í heimsins kjak um mat og føði.
At vit eru smá og oftast ongan týdning hava í heimsins valutakóri, er í hesum føri okkara vinningur og kappingarfyrimunur. Stuttfluttur matur, sum lokalir matvøruframleiðarar av egnum áhuga hava átikið sær at upphugsa og gera, leysir av fleirtjóða fyritøkum við kravi um avkast til øll onnur enn okkum sjálvi, er bæði okkara styrki og bjarging. Lukkutíð liggja vit geografiskt so langt burturi, at vit kunnu liva í okkara egnu boblu og smørholi. So leingi fleirtjóða fyritøkur ikki sleppa at gera størri innrás enn teir longu hava gjørt, so er og verður tað staðbundna og stuttflutta okkara styrki.
Í ivasama heystveðrinum varð mentunargøtan í Havn, Tórsgøta, karmur um tiltakið Staðbundin Matmarknaður við seyðakjøti, turkaðum tara og nýupptiknum grønmeti. Endamálið við degnum var at fagna góða matinum, sum verður framleiddur kring landið, men eisini at byggja brýr millum føroyska matframleiðaran og kundan, søgdu fyrireikararnir. Okkurt tiltak var útselt, sá eg í skránni.
Klokkan er langt síðan flutt og Mortansmessa, ið fyrr merkti tað sama sum donsk dunna á hotelli í hafniabýnum Havn, er eisini farin aftur um bak.
Í heystfrítíðini hevði Helgi í Brekkunum ein framúr fyrilestur í eini seyðabóndarøð í morgunútvarpinum um smakkgott kjøt, har hann sló fast, at tað eru ikki ferðafólk, men bøndurnir sjálvir, ið fara ringast við haganum, og altíð hava gjørt tað, sigur Helgi, ið hevur kannað og skjalfest viðurskiftini betri enn nakar, tað eg veit.
Og so er tað afturvendandi søgan úr besta sýnisglugga í Suðurstreymi og beint út í hav, har ein køstur er farin at kappast við Koks um lendið og brúksnyttuna í henni. Haldi, at bøndir eiga at gera størri skreytir enn at gera fortreð.
Føroyingurin er forvitin og er hann ikki lesandi í bjørgunum, er hann tað í bókunum.
Nú eru vit komin so langt, at javnaldurin har niðri, Tóroddur, gevur út eitt yrkingasavn, Verljóð, har hann í stavnhettu og blásilampu bjóðar inn í fleirstjørnaðu Michelinmatstovuna Sparl til igulker og gimaroyk.
Vit eru fullsirklaði og komin runt allan sólarkringin. Føroyar eru eitt gastronomikt fitilendi, har stuttflutt ger allan munin.