Filmsgerð hevur tað gott í skúlunum úti um landið. Tað kundi staðfestast í Havnar Bio í kvøld, har næmingar vístu seks úrvaldar filmar í árligu stuttfilmskappingini hjá Námi. Karmurin er tey seytjan Heimsmálini hjá ST. Í ár varð varpað ljós á triðja heimsmálið, og tann partin, sum er um trivna og góða sálarliga heilsu fyri øll.
Tað var nýsetti trivnaðarrágevin í Námi, Tóra Petersen, sum skeyt upp, at henda vinkling varð vald í ár. Og væl hepnaðist.
Við læraranum Magna Husgaard, sum sást í sendingini lyst fríggjakvøldið, hevur flokkurin T1A í Tekniska skúla í Klaksvík arbeitt í trimum bólkum, sum hava gjørt hvør sín film til stuttfilmskappingina har vinningurin er ikki minni enn 30.000 krónur.
Ein av hesum trimum filmum úr Klaksvík, ”Neisøgni til vælvildu”, gjørdist vinnarin í ár.
Tað avdúkaði stjórin í Námi, Eyðun Gaard, tá hann handaði flokkinum úr Klaksvík tær 30.000 krónurnar. Ein fimmpersóna dómsnevndini hevði undir leiðslu av Árna Øregaard, formanni, gjørt av, at virðislønin skuldi fara óskerd til júst henda filmin. Okkurt árið frammanundan hevur vinningurin í somu kapping verið býttur í trý.
Um vinnaran segði dómsnevndin fyrst, at hóast meir enn eini filmurin vóru í oddinum, varð semja í dómsnevndini um henda vinnaran úr Klaksvík.
Síðan varð sagt soleiðis:
”Vinnandi filmurin byrjar við eini upptakt, ella anslagi, har ljóðið verður tvinnað saman við nøkrum fremmandum, so vit eru á varðhaldi. Tí ein dissonansur er komin í.
Tá so kvinnuligi høvuðsleikarin verður hildin upp móti mannfólkarøddini, sum er innaru orðingarnar og tankarnir, og bendingarnar harafturat skifta millum kallkyn og kvennkyn, skilja vit, at hetta er eitt floksavrik.
Ytra skapið er væl frágingið.
Fagurfrøðiliga, estetiskt, eru næmingarnir so væl vandnir, at tá vit síggja eina vatnfløsku á vesinum, er eingin órógvandi etikett. Alt er hugsað í reinum flatum. Betong-trappurnar og nógvu gongirnar í skúlanum eru brúktar við fynd at lýsa sinnisligu støðuna hjá høvuðsleikaranum. Eisini tá hon einsmøll fer oman í ósan at rópa mitt í heimstaðnum.
Tá truplaða gentan brýtur við myrkrið og velur ljósið, skiftir tónleikurin samsvarandi tónaslag og huglag.
Vinnari í stuttfilmskappingini hjá Námi um Heimsmálini við høvuðsdenti á trivna og sálarheilsu fyri øll er filmurin: ”Neisøgni til vælvildu” frá Tekniska skúla í Klaksvík T1A. Til lukku tit øll,” segði Eyðun Gaard og handaði næmingunum vinningin.
Lærari er Magni Husgaard, og tær báðar Heidi Gregersen og Karin Kirke Petersen hava eisini verið inn yvir evnið, sigur Magni.
Høvuðsleikari í filminum er Nomi Petersen og upplesari er Magnus H. í Hjøllum. Tey, sum hava skrivað tekstin í filminum eru Jákup E. í Løðu, Magnus H. í Hjøllum, Ida Thune, Nomi Petersen og Sugurð W. Johannesen, sum eisini hevur klipt. Ida Thune, Magnus H. í Hjøllum og Sigurð W. Johannesen hava filmað.
Eitt framúr næmingaavrik, sum í stuttfilmsformati lýsir eina unga gentu, ið kennir seg einsamalla og hevur trupult við at taka upp samband við vinkonur og vinfólk. Tablettir eru á borðinum, hon hevur merkir um skøvningarnar og er merkt av tunglyndi í betongumhvørvinum á skúlanum. Filmisku frásøgusnildini eru brúkt hegnisliga, ikki minst tá hon situr einsamøll í myrka bussinum og gulu ljósini úti skyggja undir tunnilsloftinum. Eisini senan tá vit síggja í nakkan á niðurtyngdu gentuni, meðan betongblandarin stendur á hinari síðuni á vágni og spýtur og blinkar, og framman fyri okkum er blokadan av Kunoyargalvi, er visuelt sterk, helst sum ein føðipsykosa.
Forloysingin, sum kemur í, tá hon í orðum ger upp við myrkrið, blakar alt, ið brennast kann á offurbálinum og velur ljósið, meðan tónleikurin skiftir úr moll og í dur, er um eina leið banal, men tó so ektað og skær, sum eg billi mær inn, at bara vælsamansjóðaður ungdómur kann gera.
Næmingarnir, ið hava arbeitt við hesum evni á filmi, meðan lokalsamfelagið sæst snara uttanum, meina tað, tað ivast vit onga løtu í, so sannførandi er sjeyminuttir langa avrikið, sum høvuðsleikarin, Nomi Petersen, vissuliga ber á mál í orðaríkum og nýfunnum ljósið undir Kunoynargalvi.
Næstbesti filmur í mínum eygum, er frá 8. flokki í Tofta skúla, har 25 næmingar hava gjørt dystopiska filmin ”Góða dagbók”. Bæði til innihalds og í ytri skapi og filmsmáli, eru hesin og vinnarafilmurin framúr til undirvísingargongdir.
Ikki tí, tað er hinir eisini. Tí her er røddin hjá næminginum. Og júst tað er styrkin í hesum átaki hjá Námi. At bera fram ófiltreraðu røddina hjá næminginum.
Á Glasi hava tey spurt næmingarnar um, hvat tyngir tey. Úr spurnarkassanum taka tey týdningarmestu orðini. Tað er eitt hav av spurningum og krøvum, svarini finnast ikki, vit vita bara at vit eru ung, sigur gentan í filminum.
Við trimum flokkum í fronskum á Glasi verða vit førd út í náttúruna til eina felagsuppliving at taka upp epli, eta og síðan at møtast í Sandagerði - saman við læraranum.
Filmurin av Toftum vísir okkum, hvussu tað er at blíva happað og baktala av vinkonum, samstundis sum høvuðspersónurin stríðist við at vera øðrvísi.
Sami tráður gongur aftur, tá gentan á Tekniska skúla í Klaksvík spýr í royndini at vera sum hini. Søk tær hjálp eru útgangsorðini frá næmingunum í felag.
Við øllum koronatilmælum um frástøðu í huga og at sita saman við heimanæmingum, fingu tey møttu poppkorn og kola - umframt eina dagførda føroyska filmsuppliving. Tað var ein góð og hjartanemandi løta!
Árni Øregaard tók myndirnar í Havnar Bio