Neyvan hevur nakað broytt okkara gerandisdag sum skíggin.
Tá vit í dag fara til arbeiðis, steðga vit í durinum, taka telefonina fram og skriva okkum inn í Total View. Soleiðis byrjar arbeiðsdagurin.
Helst hava vit tá longu hugt í onkran av altjóða miðlunum, har yvirskriftirnar renna inn í somu telefon, fyri mín part Politiken og fríggjadag klokkan trettan er tað BBC.
Starvsfelagin skrivar á messenger: "Eg arbeiði heima í dag." Abbasonurin fer í barnagarð, har tey syngja í kóri. Nøkur sekund úr eini upptøku. Røktarheimið, har langomma hansara er, sigur, at koronastongsilin er av, og tey spyrja um loyvi at senda teim avvarðandi felagsmyndir av búfólkunum, nú tey fara í Dansifrøði at eta smurt breyð á middegi. Tað er gamaní, svari eg um sama bleiktrandi skíggja. Og til at sannføra meg um, at skíggi stavast við fyrr-i, má eg styrkja meg í trúnni uppá at tað er rætt. Jú, rætt er.
Hvat varð orðabókin uttan skíggja? Og hvat var málið, skriftin og samskiftið uttan atgongdina til skíggjan?
Vit eru so langt frá heimsins metropolum, at vit eiga at fáa ókeypis internetsamband við hægstu ferð á hvønn skíggja, spyrt tú meg.
Og tá vit tosa um brúkstíð, kunnu vit tá siga skermtíð? Tað hoyri eg at fleiri gera. Er kanska eitt yvir- og undirstættarstríð um at taka seg upp, har annar parturin sigur skíggi og hin parturin sigur skermur? Allar samfelagsligar rembingar hava eitt íbygt stættarstríð, so dialektiskt marxistiskur eri eg. Always, immer, altíð.
So byrjar arbeiðsdagurin og eg lesi arbeiðsáminningarnar til dagin. Hyggja eftir innkomnum filmum í skúlakappingini. Gjøgnumarbeitt á skúlunum á skíggjum. Klipt til endamálið og sent til dómsnevndina, sum nú situr og hyggur á stórskíggja. Frammanundan hava øll fimm hugt á og í egnan skíggja, onkur fleiri ferðir á mac og pc, við og uttan apple, og nú skulu vit møtast at síggja úrslitini í felag. Finna ein vinnara og semjast um eina orðing.
Ikki ein filmur frá skúlaungdómi ber boð um ella brá av at skíggin er ein trupulleiki. Hann er eitt amboð.
Klokkan verður tólv og vit skriva til Bowlinghøllina um at fáa borð. Jú, tað er gamaní.
Taki lummatelefonina fram meðan vit ganga yvir at síggja um ikki onkur skrivar okkurt. Jú. Ein heilur innkeypslisti. Og forrestin er bilurin klárur at heinta, siga sms boðini. Fái eisini at vita, at eg enn standi á listanum at sleppa at royna nýggja el-bilin, sum kann koyra 800 km fyri hvørja løðing, og at Holocaustfundur verður í næstu viku. Eri so uppslúktur av skíggjanum og tí ómanngjørda lívinum, sum har er, at eg eri um at verða yvirkoyrdur, tá eg fari yvir um vegin við Idé Møblar saman við hinum í dómsnevndini, tí eg hugdi ikki eftir bilunum.
Í hálkuni verið eg sannførdur um, at nógv størri syndari enn skíggin er bilurin. Hann er beinleiðis lívshættiligur, tá vit tosa um ítøkiliga lívið á gøtuni, her vit øll ganga og flyta okkum á einum real plani, sum ikki er upphugsað av Fólkaheilsuráðnum, sum í dag hevur savnað alla ta gransking, sum pávísiliga sigur, at samband er millum skíggjanýtslu og óheilsu.
Tí kunngera tey okkara public service vegna tey almennu føroysku skíggjaráðini. Sagt verður, at ert tú vaksin og arbeiðir við skíggja, so skal tín skíggjanýtsla verða minni og lægri enn 120 minuttir um dagin. Tað sigur Fólkaheilsuráðið. Vóni, at tey hava tosað við fakfeløg og arbeiðspláss, so tað almenna avmarkar skíggjanýtsluna, avgreiðslur og tænastuveitingar samsvarandi.
Lukkutíð sigur kanadiska Sheri Madigan, at skermnýtsla er eitt ”Quantity versus Quality issue."
Hyggasíggj.
Hatta var gott at hoyra.
Tá blaðar ein okkara upp á Orðafelli á skíggjanum, og lesur yvir stóra sjálvtøkuborðinum í matstovuni: "Eldur er góður vinur, men ringur fíggindi".
Nú fór mín skermtíð.