- Føroyar eru so sjáldsamar, at tit eiga at fáa politisku skipanina at seta meira pening av til filmsgerð í Føroyum, at fáa útbúgvið fólk, upptøkufasilitetir og framleiðslufeløg, segði Ulrich Thomsen í Útvarpssendingini Nón í dag.
Hann hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson í krimirøðini Trom, sum er hin fyrsta, ið er gjørd í Føroyum.
Ein týðandi orsøk til at Trom gjørdist veruleiki í Føroyum, var helst eykalógin, ið gav fýra milliónir í afturbering av útreiðslunum, sum blivu brúktar til filmsgerð í landinum.
Røðin, sum er í seks pørtum, verður send á Viaplay og víst í Havnar Bio sama dag, sunnudagin 13. februar. Útselt varð eftir lítlari løtu til fyrstu biografsýning við øllum teim seks pørtunum henda sunnudag. Filmarnir verða vístir í somu maratonlongd mánadagin og týsdagin eftir.
Hósdagin 17. februar byrjar Kringvarpið, sum hevur stuðlað framleiðsluni, at senda Trom, sum byggir á krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen.
Torfinnur Jákupsson hevur skapt sjónvarpsrøðina, og hann hevur fingið Donnu Sharpe at skrivað søguna saman við sær til film.
Leikstjórar eru danski Kasper Barfoed, ið vit kenna frá Dicte, og íslendski Davíd Óskar Ólafsson, sum gjørdi The Valhalla Murders.
Framleiðarar eru danska REinvent Studios í samstarvi við føroyska felagið hjá Jón Hammer, Kyk Myndir, íslendska True North og týsk-franska ZDF/ARTE.
Føroya fyrsta krimisjónvarpsrøð hevur eisini fingið stuðul frá Nordisk Film og TV Fond, Filmshúsinum og Creative Europe Media Programme of the European Union.
Fyri altjóða søluni stendur danska fyritøkan REinvent International Sales, sum eisini er knýtt at skandinaviska SF Studios, ið hevur verið til síðan 1919. Helst er tað bara danska Nordisk Film, ið er eldri á altjóða filmsmarknaðinum. Tað er lukkast teimum at selja røðina til BBC.
Løgtingslimirnir, Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, og Johan Dahl, Sambandi, hava bæði gjørt vart við tað sama - at Føroyar eiga í nógv størri mun at satsa uppá film, og sjálvi at taka leiklutin á seg sum meira enn runners fyri útlendsk feløg.
Gamaní, tað kemur ikki eftir einum degi, men nú hava vit sannuliga gjørt okkum nakrar royndir við biograffilmi saman við stórum nøvnum.
Í nýggjari tíð eftir Karin Ottarsdóttir og Atlantic Rhapsody, er tað fyrst Dreymar við havið hjá Sakaris Stórá, sum fleiri sóu í heimligu biografunum, enn Star Wars í 2017. Síðani komu svenski filmurin um Fågelfångarens Son, sum allur eisini varð upptikin í Føroyum, týski Wim Wenders filmurin Submergence og danski Kollision, sum í lítlum brotum vístu eitt brá úr Føroyum. Og sum krúnan á verkið kom James Bond við nýggjasta útspælinum, No Time To Die, sum tók fyri sær í norðasta parti av Kalsoynni.
Heiðurskrýnt kinomatografiskt virksemi, var tað ikki fyri, at einki kent føroyskt filmsframleiðslufelag stendur eftir sum sjálvstøðugur veitari av nýggjastu filmisku avrikunum.
Hyggja vit eftir tí sterkasta altjóða brandinum, James Bond, so verður í søgugongdini í fiktiva filminum farið úr Noregi og út á eina umstrídda oyggj, ”disputed island”, har Daniel Craig, eftir egnum ynski, sleppur at leggja beinini í sínum seinasta filmi og gevast sum James Bond.
Hóast hesa skakandi høvuðshending í filminum, verða Føroyar ikki nevndar við einum orði í credit listanum í endanum. Føroyar, nýggi óslípaði gimsteinurin í arktiskari filmsgerð, verða ikki nevndar. Hvørki í eintali ella fleirtali.
Tað er tað, tað snýr seg um. At umsita óslípaða filmsgimsteinin í Norðurhøvum á ein betri og virðiligari hátt enn higartil.
Ta ábyrgdina eiga tit, løgtingslimir.
Hvør sínu megin á politisku ásini hava tey bæði, Bjørt og Johan, tikið kappan uppá seg. Nú manglar bara at onnur fylgja teirra ráðum og nútíðarrealisera væl tugdu kvæðaorðini um at aksla síni skinn.
Framá við føroyskum filmi!