Vit hava ikki havt kríggj síðan týskurin legði Danmark undir seg, og sambandið helt uppat. Samstundis vórðu vit hersett av bretum, sum fluttu okkum inn í samtíðina. Hóast ráðini vóru til tað, varð eingin loysing eftir kríggið, tí alt varð sollað burtur til rustikustar.
Hvat hevði tú gjørt, um tú hevði ræðið á virðunum og ússaligu keyparunum hesa tíðina?
Hvat hevði tú gjørt, um tú vart við, og slapp at sita á fyrstu parkett til samráðingarnar, tá løgmaður í landsins tænastu koma heim aftur við Føroya fyrsta radara, alt fyri pensión, sum kanska kundi brúkast hálva øld seinni?
Hvat høvdu tit gjørt, Espersen og Vestergaard?
Annar heldur, at teir hava longu goldið alt fyri okkum, so vit skulu bara mukka rætt sum ein nýfunnin flúrur í Norðurhøvum. Hin heldur, at vit hava ongar fíggindar, so tørvurin á at fáa nakran at verja okkum við einum nýbygdum radara móti russarum er absurdur. Russar eru okkara týdningarmestu handilspartnarar.
Meðan eg væl skilji fyrra útspælið - tað er vanliga óbarberaða gøtudreingatosið frá danska menniskjaflokkinum - ber betur til at resonera yvir útsøgnina hjá hinum. Og tá ber til sum tað fyrsta at ávara um, at støðan í Eysturevropa, nú Russland vil hava Lebensraum vestureftir, er soleiðis, at triði heimsbardagi kann byrja nær tað skal vera. Eysturevropa er ein krúttunna, júst sum Balkan undan fyrra verðaldarbardaga. Bara við størri vápnasølu. Nógv størri.
Og eysturi í Taivan, har vandin leingi hevur verið í minsta lagi gulur, hava myndugleikarnir víst frá sær 39 hernaðarflogfør úr Kina, ið krevur at Taivan verður trýogtjúgindi kinesiski landsluturin. Huaveidenn.
Her er ein løtumynd, sum Facebookvinurin Britta Nyggård tók úr bilinum á Nynäsvägen, tá hon fríggjadagin koyrdi heim úr Stockholm. Um enn einkisligt í heimsins eygum, hevur Britta ikki sæð tílíkt fyrr.
Og úr drúgvu Netflixrøðini Blacklist, ið hevur heitið eftir kriminella svartalistanum hjá James Spader, ið er Reddington, hevur Tórfinn S. Simonsen sent mær hesa mynd við Føroyum mitt fyri í amerikanskum fiktiónsoptikki:
Men syðri partur av okkara egna ríkisfelagsskapi - sum sambært heimildarfilmi hjá Martin Magnussen í DR ikki kann verja Ríkisskjalasavnið frægari, enn at flest øll skjøl um danskar nasistar undir krígnum eru stjolin – tykist, hóast allan hond og hevdsrætt, at hava spælt sær alla fólksliga vælvild av hondum og hevur neyvan nakað at vísa á, sum í minsta lagi kundi bent á ein farra av ríkisfelagsligum samhuga hjá føroyska fólkinum at bjóða dønum eitt fjall ella tvey, har teir, danirnir, kundu dusað sær og reist eina nýggja Arne-borg og havt snurrandi fallosin standandi, meðan Charley Pride sang "In the middle of nowhere" út í tóman heim.
Men hann er eins óneyðugur og hann er út í tóman heim, okkara illvilji at lata fjøllini upp fyri trygdarsnurrandi dønum, eins og vit púra ónevnd gjørdu fyri bretsku fiktiónsikonina James Bond, heimsins sterkasta brandi. Teir hava allan rættin at yvirrula okkum, Natolimirnir í Danmark. Soleiðis er tað.
Men lat okkum kortini tekna heimliga handilsmannalyndið í donskum valuta upp á føroysku luftina eina løtu. Akkurát sum í seksogfjøruti.
Hvørja nyttu, aðra enn at generera pengar til fleirtjóða vápnafeløg, skuldi ein nýggjur danskur radari í Føroyum gjørt í altjóða hernaðardubbingini?
Og um nyttan kann staðfestast og útroknast í menniskjapengum, sum í somu løtu vórðu settir á bók á markinum millum menniskjaflokkarnar báðar, hvat skuldi uppæddin so verið brúkt til?
At byggja stongsilsfríar føroyingahavnir í ES? Ella hvítta føroyska partin í Blacklist?
Tað er sum við yrkingini hjá Bertolt Brecht Fragen eines lesenden Arbeiters. Ómælandi arbeiðarin hevur so mangar spurningar. Í krígstíð eru teir fáir. Tað er í tíðini við fráveru av kríggi, at spurningarnir eru og eiga at verða svaraðir.
Meðan polariseringin millum Ríkispartarnar vituliga er tiltakandi, og einki vitborið svar er í luftini, trýss ár eftir at Bob Dylan blásti í vindin, ber aftur til at tendra Netflix og seta sama spurning:
Hvat høvdu teir gjørt, bretski og týski lestrarfelagin, omanfyri, sum møttust í Oxford, um teir seks ár seinni fingu høvi at steðga nationalsosialistunum, sum við Hitler á odda komu til maktina í Týsklandi og oyðiløgdu Heimin við somu vápnum, sum amerikanarar longu hava sent til Ukraina? Hvat høvdu teir gjørt?
Meðan hernaðarligi veruleikin, sum aftur vil pranga ein radara uppá okkum, í mínum eygum er púra flatt impotentur, bursæð frá at hann altso eins og áður er heimsins fremsta søluvøra, við svørtum millumtjóða stuðli á hvørjum tanga, so finni eg heldur maktina í stillu fiktiónini, har sum Matteus vil hava okkum at lata hurðuna aftur og vera í frið, og helst ikki les kapitil 24 ørindi 7. Tað skuldi tú eisini gjørt. Latið hurðina aftur og verið í frið. Tilsamans kundi tað verið stórt.
Og non stop at endursent Sverra Egholm, tá hann lesur Brøðurnar Leyvuhjarta. Og í loyndum at leggja aðru LP plátuna hjá Bob Dylan, Freewheelin’, á spælaran og valt ”Masters of War”. Upp í saman. Tað er sterkari krút enn teirra Nato, sum ekspanderar eystureftir, kann bjóða.
Men beint nú er tað í Robert Harris søguni Munich - the Edge of War.
Kanska eru vit har nú. On the Edge of War.
So nógvir spurningar…