Einki er sum satira. Hon er krúnan á verkið. Eins og satira mangan er góð, ja kanska best og ovast á bunkanum, tá vit við ársenda taka saman um miðlaútbóðið í einum framkomnum fólkaræði við skipaðum skattafíggjaðum miðlum, eins himmalrópandi ring er miðlastøðan, tá vit onga satiru hava. Nada.
Men hov, á jólum, nett tá gamla jóla- og skemtihaldið Saturnalia endaði, kundi Netflix vísa heiminum eina stjørnusatiru, Don’t look up, sum beinanvegin festi í og skapti kjak í øllum heiminum.
Í dag er hann næstmest sæddi filmur á Netflix. Bara Netflixfilmurin Red Notice (2021) hevur hægri hyggjaratøl, hóast hann fekk botnummæli í The Guardian, sum gav honum hesu sláturorð: “There’s something so soulless and ineffectual about the aggressively unnecessary Red Notice that it almost plays like a pastiche of a Hollywood blockbuster, like a bot consumed the last 20 years of studio fare and spat out a facsimile as an experiment.”
Hóast eg hyggi at nógvum filmum, seti eg meg aldri til rættis uttan at lesa ummæli fyrst. Fleiri.
Leiðarstjørnan í so máta er bretski Peter Bradshaw á somu avís, The Guardian.
Fyrr var tað Bo Green Jensen á Weekendavísini, men filmsummæli eru í dag vorðin ein so villingarsom søluvøra á netinum, at hóast tú teknar hald, so er tað trupult at finna fram til eitt ávíst ummæli ein givnan dag, hevur tú ikki fysisku prentútgávuna í hondini. Og tað ber ikki til, her eg livi. Men eg síggi nú til mína gleði, at Gamli Bókhandil á Vaglinum selur fysisku Weekendavísina fyri sama prís, sum í Danmark. Tað verður mítt lyfti í nýggja árinum. At strika nethaldið og í staðin keypa prentaðu Weekendavísina, hina grafiskt vakrastu í øllum heiminum, mitt á Vaglinum.
Hetta við at ummæla stórar og kendar filmar, fall mær fyri bróstið, tá eg í vikuna sá, at ein sjónvarpsrás á okkara leiðum vísti Tom Cruise filmin Cocktail frá 1988. Aldri áður havi eg sæð pressuna døma ein film so langt úti, sum henda.
Og lat meg siga beinanvegin, at eg eri ikki ósamdur við dømingini hjá amerikansku Wall Street Journal. Men samstundis fái eg vakt ein gamlan varhuga, sum altíð hevur ligið í dvala, at filmsummælarar í bretskt skrivandi heiminum eru framúr at slakta og hálova. Teirra stílistisku stíggjar eru spennandi. Hvønn dag.
Um jóltíðir ætlaði eg ikki at hyggja eftir Netflixfilminum Don’t Look Up, og gjørdi vart við tað á heimliga kjakpallinum á Facebook um Netflixfilmar, sum eru verdir at síggja og hví.
Mín grundgeving var, at ummælaraleiðarastjørnan, Peter Bradshaw á The Guardian, mælti frá í einum lakoniskum ummæli, Variety ikki minni:
Men sum dagarnir gingu og fleiri og fleiri høvdu avgjørdar meiningar um filmin, mátti eg venda við og velja at síggja frávalda filmin, tí hann skapti so nógv kjak. Og jú, hann var framúr sum saknað satira í stovuni, serliga tann leikluturin, sum sjálvfeitir amerikanskir sjónvarpsvertir gleðiliga traðka í.
Framúr danska sendingin Deadline viðgjørdi í kvøld, hví akkurát hesin Netflixfilmur fær so nógva umrøðu. Søren Bjørn Hansen, áhugaverdur vísundajournalistur, og Troels Heger, sjálvfeitur journalistur á Berlingske, vóru bodnir í sendistovuna hjá vertinum Niels Krause-Kjær, ið eisini hevur gjørt vart við seg sum rithøvundur í lyklasøguni Kongekabale, sum bleiv til film í 2004.
Eftir lívgandi kjakið, har eg avgjørt helt við hinum fyrra, og sá samlaða amerikanska journaliststabin í tí seinna, mátti eg sanna, at tað er gott, at vit hava útlandið at víðka okkum fatanarevnini við og at lúka okkara grundkrav um satiru. Satiru fremst av øllum.
Eg skal ikki forkleina Amatøroyar, sum enn hoyrast av og á og gera eitt gott arbeiði á teirra egna Soundcloud, men nær kemur reglulig føroysk satira á breddan í Kringvarpinum?
Satira er ein spegil vit skulu halda fram fyri okkum. Skipað, við jøvnum millumbili og eini fungerandi redaktión. Tað er fremsta uppgávan í einum framkomnum miðlalandslagi. Satira.