Síðan koronastongsilin stakk seg upp, hava siðbundnu biografarnir verði avmarkaðir og stongdir, meðan somu filmar, sum har kundu havt verið vístir, hava tikið dik á seg á teim mongu stroymingarpallunum, ið fara um øll mørk.
Um jólini og nýggjársleitið hava nógvir filmar verið á ymsu rásunum og tað er ikki dagur, at ikki stroymingartænasturnar bjóða nýggjan film og røðir, sum dyrka nýtt lendi, har fyrr ikki varð framkomandi fyri sensuri, arbeiddi tú fyri tað samfelagsbevarandi almenna sum Danmarks Radio og Sveriges Radio.
Í norðurlendsku almannavarpunum eru so óvæntaðar røðir sum Doggystyle og En kunglig affär. Tvær fínar røðir, hóast tær taka upp og nema við eksplisitt seksuell viðurskifti, sum ikki hava verið sýnd á filmi áður uttan aldursmark og páklistraðan sensur.
Við hesum báðum filmum er tað ein farin tíð.
Treytað av at søgan er góð, og hevur berandi styrki til eina framhaldsrøð í sjónvarpi, eru fleiri søgur av hesum slagi, sum til dømis verifiseraða svenska søgan um dømda barnalokkaran og ivasaman matstovueigaran, sum bleiv elskari hjá kongi, og eftir kríggið varð dømdur átta ár í fangahús fyri at hava kravt pening afturfyri, skuldi hann tiga.
Ein kulørt søga úr veruleikanum, meðan nýggjastu partar í donsku sjónvarpsrøðini Doggystyle eru fínar søgur um leitandi og ótilpassaðan ungdóm, sum livir á ranguni í einum Nútíðardanmark, sum kortini er púra nærverandi.
Bretskar krimirøðir bjóða eisini okkurt nýtt, hóast Barnaby og summarkrimi hanga teim flestu langt út av hálsinum sum tann bera tíðarspilla. Bretski summarkrimileisturin er so tugdur og tanlaður, at hann burdi verið forboðin í hvussu er í eina tíð og mentanarliga lagdur undir lok. Tað sløvar sinnið, tá filmar blíva so formalistiskir og lítið nýskapandi sum Barnaby og líknandi. Teir fara við ov nógvari tíð og helst fígging eisini, sum kundi farið til betri film. Sum til dømis henda.
Millum nýskapandi bretskar sjónvarpssøgur hagani, er eitt skakandi rættardrama, Showtrial, sum ikki er ólíkt Netflixsfilminum um ungu amerikansku Amandu Knox, tá hon bleiv tikin og ákærd fyri eitt morð í Italia.
Eitt annað sjónvarpsdrama av nøtrislagnum er um kjarnorkukavbátin, sum kemur í trupulleikari dygst við okkara fiskileiðir - Vigil.
Og vilt tú síggja besta film í undanfarna ári, so er tað eftir mínari meining The Power of the Dog á Netflix, har eg eri mest hugtikin av tí lítla leikluti, ein hárkambur hevur. Á sama staði, Netflix, er italski The Hand of God, sum við eini hárbust vísur nakað, sum eg ikki havi sæð á filmi áður.
Og vilt tú dagføra tína vitan um fremstu leikstjórar í Evropa, og hvat teir havast at, so eru nítjan filmar hjá spanska Pedro Almodóvar, tólv filmar hjá franska François Ozon, og tríggir filmar hjá týska Christian Petzold á Filmstriben hjá bókasøvnunum.
Og vilt tú heilgardera teg til altjóða Holocaustdagin í ár, so er nógv at fara eftir.
Góði gamli videohandilin Blockbuster hevur nú eina stroymingartænastu, har norski Holocaustfilmurin Den Største Forbrytelsen sæst beint heim í stovuna.
Filmstriben hevur ein hin stórbærasta filmin, eg havi sæð í fleiri ár, A Hidden Life, har amerikanski Terrence Malick byggir á søguna um eysturríkska militernoktaran, Franz Jägerstätter. Hesin filmur er eitt must, hevur tú áhuga fyri teim mongu, sum í týska heiminum arbeiddu móti nazismuni, men sum vit sjálvdan hoyra um.
Annar filmurin á somu stroymingartænastu er týsk-italska rættarmálið Der Fall Collini, sum úr nútíðarsamfelagnum røkkur aftur í nazitíðina.
Triði Holocaustfilmur á hesum palli er hin svarthvíti og skakandi sterki The Painted Bird um jødar í Eysturevropa undir krígnum.
Ungarski filmurin, Sonur Saul, sæst eisini á Filmstriben.
At enda vil eg mala til at lenda bleytt á Filmstrípuni millum satiru og barnafilm við hinum týska Da Hitler stjal den lyserøde kanin.
Fríggjadagin 21. í hesum fer Netflix at vísa okkum teirra versjón av kontrafaktisku søguni hjá Robert Harris Munich - The Edge of War.
Er bikarið ikki fult, so finnur tú Lektioner i løgn í Grand Hjemmebio. Filmurin byggir á hugtakandi søguna hjá Wolfgang Kohlhaase um at lúgva seg til eitt uppfunnið tungumál, fyri at sleppa livandi úr eini týningarlegu.
Góða sýning heima í sofuni - hóast filmur sjálvandi eigur at síggjast í biografinum í felag við øðrum!