Skip to main content

Njósnararæðsla í Føroyum

Nógv er broytt, síðan føroyskir ferðavinnuaktørar tosaðu um krabbagoggur og spakuliga byrjaðu at leggja strategi fyri, hvussu pengar kundu fáast frá hesum fólkum, sum soleiðis komu inn á okkum, súkklaðu á gøtunum, ella gingu í fjøllunum við appilsinlittum ryggsekki og sóu út sum krabbagoggur, tí eyknevnið. 

Nú fremsta ferðavinnuattraktiónin, KOKS, fer úr Føroyum, kann lættliga hugsast, at vit við einum nýkomnum marknaðarføringshefti, Vurdering af spionagestruslen mod Danmark, fáa eina væl kjølfesta njósnaraferðavinnu, spiónturismu, í staðin. 

Tey leggja helst nógvan pening eftir seg, sum eru í teirri vinnuni, sum er so under cover, at eingin varnast hana. Hon flýgur so at siga undir radaranum. Og helst verða skeið í paranoia fult teknaði á hvørjum ári.

Danski Anders Henriksen, sum er deildarstjóri í mótnjósningartænastuni, kontraspionasjuni, hjá danska PET, gevur heftið út, sum á donskum og enskum ger vart við spiónvirksemi í Føroyum og aðrastaðni í Ríkinum. 

Ein føroysk mynd er á síðu 18 í heftinum. Men hon verður brúkt sum baksýni fyri eini grønlendskari søgu um eitt falskt bræv, sum lukkutíð bleiv adúkað úr Danmark innan tey involveraðu komu til skaðis, einsamøll í arktiska partinum av Norðuratlantshavi. Krúnan hjá hennara hátigni er sett inn í niðara høgra horn:


Á síðu 13 er eitt yvirlit við staðfestum njósnarasøgum í Evropa. Enn er eingin funnin í Føroyum:

Upplýsandi og ávarandi heftið um njósning í Føroyum telur 32 blaðsíður. Danir vilja frívilliga verja okkum móti tílíkum og grundgeva í trimum førum hví og hvussu:

PET sigur í fyrsta lagi um njósning í Føroyum, at: 

Kina, Rusland, USA samt flere europæiske lande har i stigende grad geostrategiske, sikkerhedspolitiske og økonomiske ambitioner i Arktis og Nordatlanten. Nogle af disse lande konkurrerer om bl.a. adgang til ressourcer, søruter, forskning og militært vigtige positioner. Færøerne og Grønland er geografisk placeret på strategisk vigtige områder for skibe, ubåde og fly, der passerer mellem Arktis og Nordatlanten, og Grønland er samtidig hjemsted for den amerikanske Thulebase, der udgør et centralt knudepunkt i USA’s missilvarslings- og missilforsvarssystem. Hertil kommer, at der blandt stormagterne er en interesse for de ressourcer, der befinder sig i den grønlandske undergrund.

PET sigur í øðrum lagi um njósning í Føroyum, at:

Det er på denne baggrund PET’s vurdering, at der er en trussel fra både kinesisk og russisk efterretningsvirksomhed, særligt i form af påvirkningsvirksomhed og spionage, der bl.a. kan udføres via cyberangreb, mod visse danske, færøske og grønlandske myndigheder, beslutningstagere, virksomheder og forskningsinstitutioner. PET vurderer, at Kina og Rusland bl.a. er interesserede i at indhente oplysninger om militære, politiske og økonomiske forhold, Rigsfællesskabets og de enkelte rigsdeles positioner i internationale drøftelser og forskning med militær, politisk eller økonomisk betydning. Derudover har Kina og Rusland interesse i at vanskeliggøre USA og andre vestlige staters position på Færøerne og i Grønland.

PET sigur í triða lagi um njósning í Føroyum, at:

Det er PET’s vurdering, at der kan være risici forbundet med visse former for internationalt samarbejde og omfattende investeringer og samhandel med Kina og Rusland, da sådanne aktiviteter efter omstændighederne vil kunne gøre Færøerne og Grønland mere sårbare overfor spionage og påvirkningsaktivitet.

Samanumtikið kann sigast, at hol eru í donsku verjuni, sum kundi verið intakt, danska verjan í Norðuratlantshavi, eitt nú niðan á Sornfelli á Streymonni í Føroyum. Men júst tann staður, fer helst at verða nýggja ferðamálið, giti eg rætt. Allar ársins tíðir.