Við krimirøðini Trom eru vit flutt inn í nútíðina við eini føroyskari samtíðarsøgu, ein cross road blues og Faroe noir filmur um makt, og hvat tú vilt selja tína sál fyri.
Innihaldið byggir á skaldsøgurnar hjá Jógvani Isaksen Blíð er summarnátt á Føroyalandi (1990), Gráur oktober (1994), Krossmessa (2005) og Norðlýsið (2009). Jógvan hevur skrivað tilsamans átjan krimibøkur, sum eru givnar út á føroyskum. Tólv teirra eru um Hannis Martinsson, seks eru um William Hammer, og ein er um báðar.
Tórfinnur Jákupsson hevur skapt krimisjónvarpsrøðina, og skrivað filmshandritið til røðina saman við ensk-týsku Donnu Sharpe.
Høvuðspersónur í Trom er Hannis Martinsson, ið leitar heim til Føroya, tí unga kvinnan, Sonja á Heyggi, sum sigur seg vera dóttir hansara, heldur seg vera í lívsvanda.
Røðin er í seks pørtum, og hvør partur varðar góðar 40 minuttir. Hesir seks partarnir eru fyrsta umfar av sjónvarpsrøðini Trom. Eg sá teir í Havnar Bio í gjárkvøldið. Ljóð og ljós var alt til vildar. Fult hús, gott lag og framúr uppliving!
Kendi danski sjónleikarin, Ulrich Thomsen, hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson og hinir báðir stóru leiklutirnir eru danska Maria Rich, sum er politisturin Karla Mohr, og føroyski Olaf Johannessen, sum er vinnulívsmaðurin og prædikumaðurin Ragnar í Rong.
Men fyrst av øllum er Trom ein staðfesting av universellu viðurskiftunum millum fyrst pápa og dóttir, og síðan móðir og son. Tað eksistentiella grundstøðið, sum allir teir mongu traðrirnir springa út frá í teim seks pørtunum, er júst hetta, at lýsa og skapa kjak um viðurskiftini millum ættarliðini og spyrja: Vita tit, hvat børn tykkara ganga og gera?
Hetta er eitt sterkt grundmotiv, sum heldur øllum sub-plottunum uppi - hvussi flákrandi tey kunnu tykjast at verða - og tað hevur og blívur við at hava eina adressu til nútíðarhyggjaran, hvar hann so er. Vita tit, hvat børn tykkara ganga og gera? Hetta er prime stuff.
Longu í afturvendandi innganginum eru nøvnini stiliserað og blíva krossar, øll uttan navnið hjá Olafi Johannessen, sum verður ein strika, ið fer uppeftir himmalinum. Væl rakt og val valt longu í fyrsta grafiska anslagi og bókstavi. Longu har er leikluturin hjá Olafi sum Ragnar í Rong lýstur sum guddómliga djevilskur. Ein Faust, sum allastaðni hevur ein hugsaðan Mefistoradara snarandi uttan um seg, hvar hann so fer. Tað er sum at hoyra Robert Johnson spæla nýstemmaða gittaran, sum djevulin akkurát hevur givið honum, har suðuri í Georgia. Afturfyri skuldi hann fáa eitt ævigt listarligt lív, Johnson. Hann bleiv sjeyogtjúgu. Har liggur søgnin um Faust - og Mefisto. Eitt handshake við hesa mytologi síggi eg longu í intro’ini til Trom. Framúr!
Product placement er eitt nýtt evni í føroyskum filmi, sum her er drigið heilt uppá tráð. Einar’s malt whisky er í focus meir enn einaferð. Hetta fer heilt vist at skapa forvitni og eftirspurning í Skotlandi og millum whisky samlarar úti í heimi. So eru tað KIA bilarnir og klassisk føroysk bindingamynstur. Men vandi er í hvørjari vælferð. Tað sum tyngir óneyðuga nógv er útferðin til Tjørnuvíkar at passa vest til føroysk klæði, og so altmodisch at hoyra um mynstur til lívsins høgtíðir. Tað er ov Morten Korch og folkloristiskt, tungt og out of sync í sterku visualiseringini. Markið millum ótilætlað kitsch og uppstúltaðan seriøsitet er altíð strævið, tí tað er so hárfínt. Heilt presis tá ið filmur ikki bara er filmur, men ein tilætlað spin off effekt av onkrum øðrum, sum ikki er filmur. Tá verður filmurin in quo strævin og nærkast kalkunini, ið er so uppgjørd, at hon orkar ikki á flog.
Í 1973 sá eg eina lýsing í Drammen Bio um nýggju oljuvinnuna í Noregi: ”Et eventyr fra vår egen virklighet” ljóðaði álvarsliga barytonrøddin í norska lýsingafilminum, innan filmurin byrjaði. Hetta er tað, sum nú í eina tíð hevur pikkað á dyrnar hjá okkum. At skapa ævintýr og ganda tey fram úr egnum veruleika. Nú, sum aldri áður við føroyskum baktjaldi, eisini í handhildnum kamerasýni, inni og úti við føroyskum tónleiki og myndlist á vegginum. Framúr!
Sterkastu søgudriv fara í gongd, har sum nakað persónligt stendur uppá spæl, fyrst hjá Ulrich sum Hannis og síðan hjá Rich sum Karla. Men hvat leikaraavrikum viðvíkur helt eg av og á, at Ulrich Thomsen, Olaf Johannessen og menn yvirhøvur tyktust betri typecastaðir meðan teir seks partarnir rullaðu avstað. Hjálmar Dam og Mariann Hansen vóru eitt framúr arbeiðsligt parlag, akkurát sum í Fargo hjá Cohen brøðrunum, har Frances McDormand eisini er uppá vegin. Sissal Hjaltalin fekk eisini ein góðan leiklut, sum hon bar stak væl, hóast leikluturin stundum var roksutur við havstreymi, sjóvarfalli og granskingarúrslitum av vatni og vøksturi í lungum. Men tað kom hon serstakliga væl frá.
Hans Tórgarð og øll fýra Tórgarðsfólkini eru framúr, hóast leiklutirnir eru avmarkaðir.
Olaf kundi sum áður nevnt verið ein skáps-yndari av Robert Johnson við ”Crossroad blues” og ”Me and the Devil blues” í einum komandi parti av Trom. Tað hevði verið spennandi at sæð hansara snarljós av einum djevilskum eygnabráði, beint sum hann hevur lisið faðirvár fyri fólki og gróðursett nýggjar himmalskar vónir á bønum. Ein spennandi figurur, sum ikki tømist við tað fyrsta.
Tað er hin sosiala indignatiónin, sum okkara talsmaður, protagonisturin, ber fram og heldur í hevd sum eitt bleiktrandi segl í skiftandi vindi gjøgnum allar partarnar. Hann er gravandi journalistur, nærum detektivur og løgreglumaður, sum kennir munin á rangum og røttum, og journalistisku prisippini um aldri at vera til fals. Hann er lukkutíð drikkfeldigur, so hann frekventerar barrir, har fólk sita og práta og eygleiða. Hann er í oppositión við alt og øll, og óskil er á familjuviðurskiftum.
Á sama hátt sum The Power of the Dog, ein nýggjur semi- ella kvart-western, ið sum sjangra viðger kynseiklutir, niðurgerðing vegna kyn, og hundsliga yvirvág hjá manninum, sum fær kvinnuna hjá beiggjanum at fara í hundarar, á sama hátt heintar krimisjangran javnt og samt eina styrki, við at lata seg verða a vehicle, at verða brúkta sum samfelagslýsing og samfelagskritikkur í føroyskum bókmentum og nú eisini í filmi.
Eg sá allar seks partarnar í Havnar Bio í gjárkvøldi. Laiv kenslan, filmur sæddur í felag, tað er bara í biografi at tað ber til. Tað var fullsett høll og øll livdu við. Ein góð, gamaldags biografuppliving, sum savnar fólkið og skapar eitt egið úttrykk, hóast vit á filminum koyra ein veg, og so eru eina aðrastaðni, tá vit koma fram. Tað var eisini soleiðis í Nils Malmros filminum Barbara í 1997. Tá høvdu vit ilt við at foreina okkum við at fara til eitt stað, og so síggja eitt annað, bara fyri søguna. Men tað er langt síðan. Vit vita nú, at ein marknaður er uttanfyri okkara avmarkaða. Og filmur er eisini gjørdur til teirra at síggja. Kanska í nógv størri mun, tá vit hugsa um áskoðaratøl og ikki minst fíggjarmøguleikar.
Trom er tað besta eg higartil havi sæð av føroyskum filmi. Gamaní, kanska eisini tí, at eg ikki havi sæð nakað líknandi fyrr. Trom er ein góð heimasøga til altjóða marknaðin. Stig fyri stig er hon sannførandi og opnar seg, sum frálíður. Og endin leggur upp til, at ein framhaldspartur er í minsta lagi hugsaður og vónandi longu á bakkastokki.
Takk fyri upplivingina, Tórfinn, Jón og tit øll!
⭐⭐⭐⭐⭐✯ Fimm og eina hálva stjørnu av seks møguligum!
🎤 Her er ummæli í práti við Árna Gregersen á FM1.
🎤 Her er ummæli í práti við Inga Rasmussen í Útvarpinum.
✍ Her eru uppgávur til skúlabrúks.