Skip to main content

Børn í kríggi

Hesa mynd av eini rýmingi, desertøri, úr russiska herinum, hepnaðist eg í friði og náðum at taka í Sankta Pætursborg fyri tjúgu árum síðan. Hann segði mær navnið, men eg vildi ikki brúka tað. Helt, tað kundi bara koma honum aftur um brekku, brúkti eg tað. Tí eftir at verða læknakannaður í næsta rúmi fyri sár og blá merki eftir tortur í herinum, livdi hann nú undir jørð í Putinbýnum, ið zarurin Pætur Mikli bygdi fyri trýhundrað árum síðan sum eitt vindeyga móti vesturi. Í dag er hann størsti milliónabýur á norðurklótuni. Men hann vildi ikki til Kekenia, rýmingurin. Tí varð hann bukaður og skuldi rinda pengar til næsta fyrisetta.

Spurdi meg sjálvan, um eg varð drigin uppá tráð við eini fyrigykling av sápuleysum russaradrama, ið týðuliga livir sítt egna lív, akkurát sum vesturlendaskar sitcoms og soap operas gera tað allan hin sjónliga sólarringin í public service sjónvarpi.

Knappliga broytist senan og søgan.

Eitt løgreglulið lameterar úti í gongini og vil hava at vita, hvør tað er, sum er her. 

Hvør tað er, sum er her. Onkuntíð verða orð skorin niður í smáar eindir. Hvør tað er, sum er her. 

Skvisandi sandur undir skónum, tramp, lyklar, fótafet, hurðalás, klikkjandi pennar, skróvandi pappír og at enda verifiserandi stempul.

Ein hurð, eg ikki gáddi um, fer upp og soldátamøðrarnar skunda unga rýmingin gjøgnum brúnlakeraðu dyrnar og út í bakgarðin, so eingin frá øvrigheitini sær hann og eingin handtøka verður. Í hvussu er ikki her. Og ikki nú.

Tá gongur upp fyri mær, at mamman er ein av kannandi læknamøðrunum í húsinum, sum er ímóti øllum kríggi, og beint nú er tað Putinsa kríggj í Kekenia. Putinsa kríggj. Eitt bládýpi er til navnið, orðið og hugtakið. Putin. Og hann er higani og vaks seg stóran og sterkan við virksemi her. Konstateringin er djúp, tung og uppgevandi, tá hon tekur eftir lummaturrklæðinum í taskuni. Hon peikar mær á eitt altarlíknandi horn í rúminum, har eg akkurát havi fotograferað son hennara sum eitt sannleiksvitini framman fyri navnalistum yvir horvnar persónar í Kekenia. 

Mammurnar streyma inn at lesa. Ikki eitt orð. Tey eru óneyðug, orðini við tulki og týdningi. Onkuntíð verða orðaeindirnar uttan týdning. Sum tá eg gangi gjøgnum ljóðdoyvd upptøkurúm í Útvarpinum, har einki afturljóð er, tí alt ljóð er deytt. So krossar tú kaffigongina og tað sýgur saman í oyrunum, til tú aftur ert í tí ljóðdoyvda.  

Grátandi mamman er lækni og partur av eini altjóða framløgu hjá soldátaramøðrunum í Sankta Pætursborg, sum allar eru móti kríggi.

Heimafturkomin leggi eg eina dvd fløgu á spælaran. Keypti hana í einum Virgin handli á Nevskij Prospekt fyri átta krónur. Herheima fæst hon ikki. Velji surround og dolby stereo og skrúvi hart frá. Anton Korbijn hevur tikið myndirnar. 

We share the same biology, Regardless of ideology, What might save us me and you, Is if the Russians love their children too.

Tjúgu ár seinni má eg á miðari nátt fara upp at kanna, um hann syngur “if” ella “that” í útgangslinjuni í seinasta ørðindi.

Tað er Sting, einasta sangstjørna ið nevnir Føroyar í einum teksti, og er uppvaksin á skipasmiðjuni í Newcastle, sum hevur dittað sær at skriva og syngja um russarar á fyrstu soloplátuni. Hann ætlaði at gera hana í Russlandi, men tað varð, sum skrivað stendur á gravsteininum í Kaldbak: “Á Norðradalsskari hann vildi ligið - forðaði bureaukratiið - hvíl í friði.” Hann slapp ikki. Men vestanfyri kom fyrsta plátan hjá Sting út í 1985 “Dream of the Blue Turtles”. Kendasti sangur varð “Russians”, sum í innihaldi bygdi á sitat úr verifiseraðum søgum úr kalda krígnum frá Khrusjtjov, til bumbuna Little Boy, uppfinnarin Oppenheimer, forsetan Reagan og ráðgeva hansara, Pipes, sum skapti hugtakið um eitt “winnable nuclear war”. Í ytra forminum varð stevið hjá Sting lánt frá ukrainska tónaskaldinum Sergej Prokofjev.

In Europe and America
There’s a growing feeling of hysteria
Conditioned to respond to all the threats
In the rhetorical speeches of the Soviets

Mr. Khrushchev said we will bury you
I don’t subscribe to this point of view
It would be such an ignorant thing to do
If the Russians love their children too

How can I save my little boy
From Oppenheimer’s deadly toy
There is no monopoly of common sense
On either side of the political fence

We share the same biology
Regardless of ideology
Believe me when I say to you
I hope the Russians love their children too

There is no historical precedent
To put words in the mouth of the President
There’s no such thing as a winnable war
It’s a lie we don’t believe anymore

Mr. Reagan says we will protect you
I don’t subscribe to this point of view
Believe me when I say to you
I hope the Russians love their children too

We share the same biology
Regardless of ideology
What might save us, me and you
Is if the Russians love their children too

(Sting 1985)