Clarisse Simonsen er úr Togo í Afrika og arbeiðir sum verkætlanarsamskipari á Kt-eindini í Undirvísingarstýrinum.
Hon hevur verið íverksetari við egnum mathandili, og hevur verið virkin í nevndararbeiði, eisini á leiðslustøði.
- Bæði foreldrini hjá mær eru fødd og uppvaksin í Togo. Landafrøðiliga hoyra vit til tann sunnara partin av landinum, við sínum máli, sínari mentan, og sínum matvanum, sigur Clarisse, og ber saman nýggja og gamla heimlandið.
- Millum annað er talan um ymisk fólkasløg, ymiskt veðurlag, ymiskar mentanir og ymisk lívsvirði, sum eg havi eygleitt.
Sætt at siga eri eg sjálvur ikki so vanur við at fólk, ið hava annað móðurmál enn føroyskt, gera sær so stóran ómak, sum Clarisse, at læra seg nýtt mál og støðugt at halda tað við líka.
- Onkur sigur, at eg havi máloyra, sigur Clarisse og flennir.
- Av lyndi dámar mær væl mál. Eg havi ment málið ígjøgnum ta tíðina, eg havi búð her. Men føroyskt er ikki lætt at læra, uttan at man ger sítt til tað. Persónliga haldi eg, at mín mállæra hevur verið stigvís, í tveimum fasum. Eg haldi ikki, at eg eri enn komin til at meistra grammatikkina, í hvussu er ikki so sum eg ynski tað. Tað hevur við sær, at eg onkuntíð blandi kynini, men eg læri okkurt nýtt hvønn dag. Stuttligt er, at hyggja aftur og minnast fyrstu orðini, sum eg lærdi, tá eg kom til Føroya. Hesi orð hava sett seg fast hjá mær. Eg kann minnast, at eitt av teimum var “sum fretur eftir gleri”, at tá ein blívur spurdur um sína preferansu um te, so kann man svara “myrrupiss”, í staðin fyri at siga veikt te. Eg havi ment meg og menni meg støðugt málsliga.
- Í Togo búgva 8 milliónir fólk. Landið er vestan fyri Benin, eystan fyri Gana, og suðursíðan vendir ímóti Atlanshavinum. Har eru útlendingar av ymiskum ættum og tungumálum. Togo er partur av eini størri eind, tað vil siga afrikanska heimspartinum. Serstaka mentanin hjá okkum í Togo sæst í list, dansi og tónleiki, sigur Clarisse á klingandi føroyskum og útgreinar málstøðuna í afrikanska heimlandinum.
- Mál í Togo verða koyrd í tvey høvuðsmál. Eitt umboðar tey málini, sum fólk sunnanfyri í landinum tosa, og hitt umboðar málið, tey norðanfyri tosa. Hesi høvuðsmálini hava ymisk mál undir sær. Afturat hesum er franskt tað almenna málið. Tað verður sagt, at 44 mál eru tosað í Togo. Øll børn í Togo duga tvey mál. Franskt og teirra móðurmál. Persónliga dugi eg fýra onnur mál afturat teimum, á ymiskum stigum, sigur Clarisse, ið frá fyrsta orði hevur sannført meg um sjáldsama góða máloyrað.
Hvussu komst tú til Føroya, vági eg mær nú at spyrja hana?
- Tað er sjáldan, at fólk, man tosar við, ímynda sær, at útlendingar koma til Føroya til annað enn at giftast. Tey flestu halda, at útlendingar koma til Føroyar av “kærleiksgrund”, sigur Clarisse, og yvirtrumfar hetta avmarkandi og tó útbreidda uppáhaldið, við kontanta setninginum: - Tað stutta av tí langa er, at eg kom við arbeiðsloyvi til Føroya!
- Eg eri í starvi sum verkætlanarsamskipari á Kt-eindini í Undirvísingarstýrinum. Eindin bleiv sett á stovn í 2019 við tí fyri eyga, at gjøgnumføra eina stóra verkætlan, ið umfatar allan undirvísingargeiran í Føroyum, frá fólkaskúla til hægri lesnað. Eindin er skipað sum ein verkætlarnarorganisatión, til at gjøgnumføra tvær høvuðsverkætlanir, og tvær stuðlandi verkætlanir. Eg umboði ta organisatorisku eindina, sum definerar amboð, mannagongdir og arbeiðsleistir, við tí fyri eyga, at verkætlanin verður útint á besta hátt, og innan fyri teir karmarnar, sum eru ásettir. Uppgávan snýr seg um at hjálpa og stuðla, soleiðis at organisatiónin kann útvega úrslitagóðar verkætlanir. Starvið er spennandi, mennandi og læruríkt, sigur Clarisse við nýggja skrivstovuborðið.
Tað er einki at taka seg aftur í, at hetta er ein mannfólkaverð og langt er millum kvinnurnar. Hvussu nógv fyllir arbeiði í tínum lívi?
- Eg arbeiði fulla tíð og royni at ansa eftir, at javnvág er ímillum arbeiðslívið, heimalívið og frítíðarlívið. Ella rættari sagt, at skapa eina sunna balansu ímillum arbeiði og tað, sum ikki er arbeiði, sigur Clarisse úr skrivstovuni, sum er í Undirvísingarstýrinum við Hoyvíksvegin í Havn.
Hvussu trívist tú í Føroyum?
- Tað er ein kompleksur spurningur, tí trivnaður kann fevna um familjulív, arbeiðslív, og sosialt lív. Tað vil siga, at trivnaðurin kann vera ymiskur, ann uppá tað økið, sum talan er um. Í heilatykið kann eg siga, at eg trívist væl í Føroyum. Mítt sjónarmið er, at føroyska málið er reyði tráðurin, har man tosar um trivnað. Uttan at duga málið kann eg ikki samskifta, hvørki heima, ella á arbeiðsplássinum. Sum menniskju menna vit okkum sosialt saman við øðrum. Harnæst er føroyska málið ein týðandi fyritreyt, fyri trivnaði serliga fyri útlendingar, í mínari verð. Tá hetta er sagt, kann eg leggja afturat, at eg havi ment meg persónliga, málsliga og fakliga ígjøgnum árini, sum flest onnur, bæði útlendingar og føroyingar. Mínir førleikar, erfaringar, know-how og útbúgvingar eru við til at gjøgnumføra planir og ætlanir á abeiðsplássinum. Eg havi hús og heim, vinir - you name it!
Hvussu duga almennu og privatu Føroyar at taka ímóti fólki, sum flyta higar at búgva, arbeiða og liva, til dømis úr Afrika?
- Afrikanarar eru partur av einum hópi av útlendingum, sum koma til Føroya. Teir eru minni enn 1/10 av útlendingunum. Tað vil siga, at teir koma undir somu treytir og viðgerð, har man tosar um útlendingamál. Í heilatikið eru ymiskar orsøkir, hví útlendingar koma til Føroya. Tað kann vera familjusamanføring, arbeiðsloyvi, friðskjól og annað.
- Integratión er eitt áhaldandi og áhugavert evni. Fleiri broytingar til tað betra hava verið á økinum, sum til dømis betri skipað dag- og kvøldskúlaundirvísing til útlendingar. Og fleiri fyritøkur undirvísa sjálvar útlendingum. Integratión í útlendskum optikki er subjektiv. Eg trúgvi ikki, at tað finst nøkur uppskrift um tað perfektu integratiónina. Mítt sjónarmið er at síggja integratiónsátøk í eini heildarmynd. Almennu og privatu aktørarnir kunnu duga væl, ella minni væl, ella enntá verða meistarar í integratión. Eg meti, at hesir aktørarnir kunnu ikki gera nakað einsamallir. Tann einstaki útlendingurin má velja at verða integreraður. Samstundis kann man síggja integratión í einum perspektivi við sosialum kontraktum. Tað vil siga, at samfelagið í heilatikið tekur væl ímóti útlendingum, sigur Clarisse Simonsen, sum eg havi møtt til morgunkaffi í Undirvísingarstýrinum fríggjamorgnar í vár og í heyst.