Skip to main content

FMA er aftur á flogi!

Hesar vóru tær, ið eg varð fegnastur um at síggja sum vinnarar á árliga tiltakinum Faroese Music Awards, sum var í Norðurlandahusinum í gjárkvøldið. Maria Tórgarð og Dania Tausen við ársins video. Tær duga sítt kramm og vita, hvat tær vilja, hóast tær altíð tykjast leitandi, okkara og mentanarbrúkarans vegna. Tá kann tað ikki verða betri. Altíð á ferð og altíð við førningi.

Seytjan virðislønir á níggjunda ári. Tað var FMA 2022, enn sum áður undir leiðslu av fryntliga Rólanti Waag Dam.

Hátíðarligasta og hjartarøtursnemandi djúpasta løta var tá Jens L. Thomsen teknifiseraði tjóðsangin ”Sublima løtan” ytst úr rúmdini, sum var tað ”An der Schönen Blauen Donau” í samanførandi Rúmdarferðini 2002, sum í einum skurrandi valsi, stig fyri stig, leiddi okkum heimaftur í ljóði og myndaviðspæli, so situatiónsstørt, at tú hvørja løtu væntaði, at hann fór til ukrainska tjóðsangin ella at geva eitt gult-blátt frámerki. Men tað varð við løtuna her hjá okkum og ”Operation Valentine”. Sterkt og nemandi inniligt.

Størsti heiður, ársins tónleikaheiður, fór til Martin Joensen. Fyrst gjørdist eg skakkur og fór at hugsa, um hann varð blivin so gamal, sum teir undanfarnu, ið fyrr hava fingið henda avriks- og aldursheiður, men her er einki at taka seg aftur í, at fá hava sum Martin ríkað um føroyska sangskattin og plátuskaldskapin, skaldskap á plátu, sum kanska ber til at siga um føroyskan rock lyrikk. Fremstu eksponentar fyri hesa sjangru, ella skaldskaparslag, eru júst Martin og kári p. 

Fyri tólv árum síðan ummælti eg undir yvirskriftini ”Plátumeistarin” á hesum bloggi fløguna ”Kvøld” (2010) hjá Martini Joensen, sum hann tá hevði lagt í postkassan. Eg var ikki inni, so endin á ummælinum bleiv: ”Djúpt rørdur má eg sanna, at meistarin var her. Plátumeistarin.”

Eitt annað og púra óvæntað hæddarpunkt, ja hástøkk, var niðri í Reinsarínum, har skipað varð fyri afterparty, opnari mikrofon og samanspæli á pallinum, akkurát sum í gamla Jazzfelagnum í Klubbanum miðskeiðis í sjeytiárunum og fram, takkað verið Kristiani Blak, sum eisini var við allan vegin hetta kvøldið.

Tá Høgni Lisberg sum hin fyrsti gjørdi seg til at syngja afturvið egnum akustiskum gittarspæli, hevði ein ungur og fyri mær púra ókendur maður dirvið til at seta seg við trummurnar aftan fyri henda magiska rútmumeistara úr Føroya størsta aliringi, Clickhaze, hin føroyska groundstomping Neil Young indiánaran, Høgna Lisberg. Tað er dirvi, sum gjørdi meg kløkkan. Men ikki skuffaðan. Hann var framúr á trummur og alt slagverk, hesin ungi maðurin, sum eg ikki fekk navnið á, men heilt vist sá spæla saman við Teen Street Worship Band uppi í Norðurlandahúsinum. Framúr!

Løtu seinni fór Marius DC á opna Reinsarípallin, rappar og gestikulerar í einum flótandi stíli, sum er so framúr, at øll eru púra paff og halda ondini, so stílsikkur er hann. Og so hendir tað. Hergeir Stakksberg hevur lagt til merkis, at ein gittaristur roynir at spælir upp í móti honum, rapparanum, men rætta bluesgittarljóðið er ikki har. Hergeir stillar inn, hellir forsterkaran eitt vet, stingur mikrofonin næstan inn í háttalaran, og so er tað har. Dialogflótandi bluesgittarljóðið hjá meistarliga unga gittaristinum, ið hevur ein klassiskt gamlan slitan sunburst stratocaster og ljóðar akkurát sum Stevie Ray Vaughn. Nú stóð løtan púra still. Samspælið millum teir báðar, Marius DC og tann unga, fyri mær ókenda gittaristin, var seinna hástøkk á kvøldinum. Og hann bleiv standandi á opna pallinum í Reinsarínum, ungi gittaristurin. Tá Kristan Blak fór til klaverið, kundi hann sum onganting glíða yvir í B.B.King mode, ungi gittaristurin, og innímillum fingu vit afturvið øðrum sangum og sangarum eitt vet av Hendrix. Eins og galdandi var fyri áðurnevnda trummusláara, var hesin flúgvandi gittaristurin partur í stóra bólkinum Teen Street Worship Band. Kanska er tað har, at sterkastu føroysku tónleikaspirar nú eru settir. Í hvussu er sprettir nú. Gittarspælið var himmalskt. The Sky Is Crying, fyri at tríva í seinastu fløgu frá SRV, ella sum Hendrix plagdi at siga undan eini solo: Excuse me while I kiss the Sky!

Vertirnir á sjónvarpaða tiltakinum í Norðurlandahúsinum kundu verið meira disiplineraðir, staðið fyri minni roksi og fingið eitt betri manuskript, eisini í forhøllini. Seksistisk sjikana millum vertir er av onkrari orsøk blivin eitt afturvendandi spælielement hjá FMA vertunum. Tað er ikki til at halda út at hoyra uppá, tá tað er sett í system og skal eitast at verða stuttligt. Tað er tað ikki. Ævigu systkinabørnini í øllum listagreinum í Føroyum er heldur ikki stuttligt at hoyra uppá, allarminst tá upplesarar lætast ikki vita av, at nú fingu tey sjálvi eina virðisløn. Ups. Vandi er í hvørjari vælferð, tá tað av palli snýr seg um hárfína markið millum inklusjón og eksklusjón. Men tilsamans eitt framúr avrik, FMA 2022, við sniði úr rúmdini, sum vóru vit umborð á rúmdarstøðini hjá Kubrick, núlidna framtíðarárið 2002. Takk fyri ferðina og upplivingina, Rólant. Kanska sleppi eg umborð aftur! 


PS! Havi fingið uppspurt, at flúgvandi gittaristurin, sum eg nevni omanfyri, er Benjamin Djurhuus.