Hósmorgunin 24. mars var eg boðin í Imperial at halda ein fyrilestur á UNG:DOX fyri studentaskúlanæmingum. UNG:DOX er eitt undirvísingarátak hjá CPH:DOX, har ungdómsútbúgvingar fáa serligt høvi at síggja heimildafilmar, sum kunnu geva íblástur til temu, sum tey annars viðgera í ymsum lærugreinum, og hesaferð var nýggi filmurin “A Taste of Whale” (Vincent Kelner 2022) á skránni.
Filmurin viðger grindadráp, og hvussu felagsskapurin Sea Shepherd hevur haft átøk og roynir at steðga føroysku siðvenjuni. Partur av upptøkunum eru frá 2014, tá Sea Shepherd var í Føroyum við GrindStop-átakinum, men hóast hesi átta árini hava gjørt sítt, so er evnið viðkomandi enn.
Í fjør var nógv at lesa um stóra springaradrápið í alheimsmiðlunum, og eg var sjálv ringd upp av einum tíðindafólki frá DR og spurd um, hvat hendingin umboðaði fyri føroyska umdømið í heiminum. Nú eri eg retorikari og í holt við eina verkætlan um, hvussu føroyski abortspurningurin verður viðgjørdur í donskum fjølmiðlum, so tá eg verið spurd um, hvussu umstrídd viðurskifti í Føroyum verða tulkað uttanlands, so vil eg fegin geva mítt íkast.
Sama var galdandi í samband við filmin “A Taste of Whale”. Filmurin brúkar nógv av teimum somu estetisku amboðunum, sum vit eru von við at síggja Føroyar lýstar við: opið hav, grønar líðir og panoreringar yvir hvussu føroyingar “síggja út” í skipstroyggjum og tuflum - ella í hesum førinum við tatoveringum av grindadrápi, ið minna um málningar av Mikines. Greitt verður beinanvegin, at filmurin ikki í útgangsstøðinum vil lýsa grindadráp sum eina serstakt barbariska siðvenju, eftirsum hann byrjar við at nevna, at um slaktarahús høvdu glasveggir, so høvdu øll verið vegetarar. Ein av næmingunum í salinum spurdi meg eisini, um tað var við vilja, at Sea Shepherd skuldi virkað so kiksað. Tað fari eg at lata lesaran meta um.
Spurningurin er so, um miðlamyndin av Føroyum er av einum savnaðum fólkið, ið vil standa fast við eina siðvenju, ella um smáar rivur eru at síggja, sum vitna um ósemjuna, sum eisini merkir kjakið. Í spurnarkanningum aftaná springaradrápið varð greitt, at als ikki allir føroyingar tóku undir við at drepa springarar, og í filminum “A Taste of Whale” verður eisini undirstrikað, at nógv taka dálkingina til eftirtektar, og halda seg frá at eta grind. Filmurin leggur tó dent á tær nógvu grundgevingarnar fyri at drepa grind: at tað ikki dálkar umhvørvi í mun til matin, vit finna í kølidiskinum; at grindastovnurin ikki er hóttur; og at amboðini eru ment soleiðis, at drápið fer skjótt fram uttan óneyðuga líðing fyri hvalirnar. Hetta síðsta hefti eg meg sjálv við, tí hóast ein grundgeving fyri grindadrápi er, at tað er ein aldargomul siðvenja, so verður grundgevingin ikki veikari av, at víst verður til, hvussu hon hevur tilpassað seg nútíðar normar. Hetta legði eg eisini dent á í fyrilestrinum, og vísti á, hvussu átøk og atfinningar uttan úr heimi eru tikin til eftirtektar í Føroyum. Hetta var fyri at greiða næmingunum frá, hvussu vit skulu skilja átøkini hjá Sea Shepherd sum miðlaátøk heldur enn bjargingartiltøk. Tí sum ein í filminum sigur, so fáa limirnir í Sea Shepherd í besta lagið bjargað nøkrum hvalum í dag, sum so verða dripnir í morgin. Meðan myndirnar av blóðreyðum firðum og handtiknum umhvørvisverndarfólki kunnu spreiðast um allan heim, og fáa fleiri at leggja press á føroyingar og føroyskar myndugleikar. Eg kann viðmæla bókina “Image Politics: The New Rhetoric of Environmental Activism” hjá Kevin Michael DeLuca, um nakar vil seta seg meira inn í, hvussu myndir eru millum fremstu amboðini hjá umhvørvisrørslum.
Tað gerst eisini týðiligt á málburðinum hjá luttakandi føroyingunum, hvussu vanir føroyingar eru at verja seg, tá tað í filminum verður undirstrikað, at grindadráp ikki er ein ítróttur, ein manndómsroynd ella reinur blóðrúsur. Og dentur verður eisini lagdur á, hvussu hetta trýstið á sokallaðan føroyskan samleika elvir til móttrýst. Hetta valdi eg eisini at framhevja í fyrilestrinum, tí samstundis sum áhaldandi ábreiðslurnar veruliga hava ment argumentatiónsevnini hjá føroyingum, so hava vit eisini gjørt okkum ómak við at byggja okkara tjóðskaparligu mentanarvarðar á tað, sum ger okkum øðrvísi. Grindadráp, náttúra og vakrar troyggjur fylla eisini nógv í myndunum av Føroyum, tí vit við tjóðskaparromantikkinum hava lagt dent á, hvat skal kallast “føroyskur samleiki”, og hvussu hann ikki er líka sum aðrir - serliga ikki tann danski. Har brýtur filmurin ikki frá, og hóast ávurnevndu tatoveringar kanska spæla við, hvussu ein føroyingur vanliga sær út, so verður myndin nógv tað sama. Hon kundi fyri so vítt verið tikin úr heimildafilmunum og -røðunum, sum DR hevur framleitt fleiri av seinastu árini, um alt frá lívnum í Fugloy til føroyska byggimentan og danskar drotningavitjanir. Ella kanska onkrum stillmyndum úr Trom. Høvuðsboðskapurin í mínum fyrilestri var, at miðlaflutningurin um Føroyar, í serliga donskum miðlum ber brá av at leggja dent á, hvussu Føroyar og Danmark eru ymisk - hóast fíggjarkor og gerandismentanin minna nógv um hvønn annan. Eg brúkti sum dømi, at føroyingar eisini drekka café latte og hyggja eftir Netflix - og ikki bara drepa grind og ganga í skipstroyggjum - fyri at raka málbólkin hjá mær, og fyri at halda fast í tí døminum, so selir tað hvørki avísir ella tryggjar Føroyum sjálvsstýri, at vit eru nokkso líka sum nokkso nógv onnur.
Har skarar filmurin sum so heldur ikki burturúr, tí hann leggur mest dent á, hvussu Føroyar eru eitt serdømi, ið kanska skal fáa frið at halda fast í sínum siðvenjum, sum gera minni skaða enn nógvir av vanunum, ið merkja nútímanssamfelagið. Filmurin ger tað eisini í einari ferð, sum fremur forstáilsi og loyvir áskoðaranum at sodna tær grundgevingar, ið koma frá bæði føroyingum og Sea Shepherd. Tað riggar væl, og tað var eisini greitt á áskoðarunum í Imperial, at filmurin ikki ger umdømið hjá Føroyum verri. Sjálv dámar mær best miðlatilfar, sum ikki bara kann gera onnur klókari upp á føroyingar, men føroyingar klókari upp seg sjálvan. Tað verða vit eisini í gjøgnum myndirnar hjá øðrum av okkum sjálvum, og tað gjørdist eisini greitt í tí síðsta spurninginum, eg fekk frá áskoðarunum. Ein næmingur spurdi um tað stóra fokusið á menn í filminum, og tann fatan, ein kann fáa av, at grindadráp umboðar maskulin virði, kann hanga saman við øðrum kynsspurningum í Føroyum og lýsa ein ójavna, ið hvør kann mynda føroyska samleikan. Tað helt eg var ein øgiliga áhugaverdur spurningur, sum eg eisini fari at lata lesaran meta um.