- Tað kom óvart á meg, hvussu nógvar avgerðir eru tiknir av dønum. Soleiðis sigur 51 ára gamla Nukâka Coster-Waldau við Dimmalætting. Hon er úr Uummannaq í Grønlandi og gift við javnaldrandi danska Nikolaj úr Rudkøbing. Hann er aktuellur sum Ejnar Mikkelsen í Netflixfilminum Against the Ice.
Orsøkin til inngangandi setningin er, at Nukâka og ein annar danskur sjónleikari, Lars Mikkelsen, eru vertir í sjónvarpsrøðini Historien om Grønland hjá Inuk Silis Høegh. Røðin, sum verður send á DR, byggir á søguna um sambandið millum Grønland og Danmark “på godt og ondt”, sum tey bæði siga.
Samanumtikið ein hugvekjandi inngangssetningur, ið samstundis fær eitt tíðarbært gildi, nú hon staðfestur, at so nógvar avgerðir verða tiknar av dønum, langt burturi frá veruleikanum, í øðrum pørtum av ríkinum.
Í Danmark er eisini sjónvarpsstøðin TV2, ið samstundis hevur reportasju um ungu føroysku gentuna, sum í 2012 varð funnin deyð í Hvannasundi, og knívstunguna, sum seinni varð har í bygdini. Danski sjónvarpsjournalisturin hevur arbeitt við málinum í trý og eitt hálvt ár, segði hann í práti við morgunsendingina í Útvarpinum. Á donskum rímiligvís, eins og allar fimm sendingarnar, har medvirkandi føroyingarnir ikki tosa málið á staðnum, men sleppa tí, fyri at skifta til arbeiðsmálið hjá fremmanda journalistinum, so hansara bakland kann fylgja við, og verkætlanin kann fáa heimlandsnyttu og production value eftir ekskursiónina.
Í hesum markamóti er tað, at eg kenni meg sum vitjandi á einum donskum folkemindemuseum i det oversøiske, har kontinentala evropeiska mentanin enn ikki er komin til órørda blettin í Norðri. Ja, miðilin rør framm undir, at gera okkum eina tænastu at ”dekka” málið. Jú, jú. Tað hevur hann einki annað enn rætt í. Eingin føroyskur miðil hevur í trý og eitt hálvt ár havt orku til burturav at arbeiða við hesum eina máli. Tað mugu vit takka dønum fyri, at teir ómaka sær at gera, soleiðis okkara vegna.
Í frálíku føroysku sendingunum hjá Súna Merkistein um William Heinesen hava vit eisini fingið søguligt innlit í, hvussu tað hevur gingið, tá journalistar frá DR eru komnir higar at gera stórbærar sendingar og frásagnir til teirra licensbetalarar. Tað skal verða á donskum, so tað kann haldast fram fyri gestir á folkemindemuseet Færøerne, sum er staðsett onkustaðni á norrønu útmørkini har mjørki møtir grønum grasi.
Hóast tað fyrr ikki varð loyvt at tosa føroyskt í skúlanum, men bara danskt, og ikki loyvt at flagga við Merkinum, men bara við Dannebrog, hava danskarar aldri verið so rasistiskir í Føroyum, sum søgan staðfestir at teir sambært Historien om Grønland miðvíst og tilætlað hava verið í Grønlandi. Øll tey serrættindi til ferðing, løn og bústað, sum de tilkaldte hava fingið fram um tey lokalu, vitna um, at tankin um danska yvirharradømið hevur stungið djúpt og neyvan kann sleppast í einum høggi.
Maniski missionerurin, Hans Egede, ræðir meg. Hóast náðileyst stoiskur á bíbilska markinum millum gott og ilt, kemur hann tó eftir, at málið, móðurmálið á fremmanda komustaðnum, er lykilin í nýggju landvinnandi missiónini.
Tað verður fyrimyndarliga framt gjøgnum sonin Poul.
Vit fáa innlit í grønlendska grundtankan um, at Helviti er ikki til, akkurát sum í modernaða poppsanginum hjá John Lennon Imagine. Framhaldandi verður greitt frá, at í Grønlandi hevur alt sál og er sambundið. Sálin býr í øllum.
Og so lesi eg víðari í heimamiðlunum, at danska orkestrið Tiger på Spring hevur gjørt akkurát sum allir hinir tónleikaføroyingarnir í innlendskum kappingum í Danmark. Teir hava medvirkað í eini útlendskari tónleikakapping. - Fyri at siga tað beint út, so vistu vit ikki, at tað vóru fleiri umfør av kappingini, tí tað (enn) er eitt sindur trupult at lesa føroyskt, sigur Fredrik í danska Tikarabólkinum.
Kanska skuldu vit, umframt føroyska móðurmálið, byrjað við enskum longu í fyrsta flokki í skúlanum. Um ikki annað fyri at sleppa undan donskum.
Ungu orðini, sum háskúlanæmingarnir hjá Arnbirni Dalsgarð hava sett á hetta pappír, fevna geopolitiskt so nógv longur enn bara til Ríkismarkið. Tey eru floygd orð. Eg beri onga bangheit fyri kreativa málsliga førleikanum hjá ungum í Føroyum. Tvørturímóti. Alt kann sigast á føroyskum. Eisini slang. Bara konteksturin er úr mold, vit sjálv hava grivið, og ikki eksproprierað og løgd inn á okkum av eini danskari miðlafyritøku.
Ungu Føroyar duga!