Skip to main content

Heimsfilmur á Kalsoynni

 

”No Time to Die” er 25. filmurin í 007-røðini. Tað sermerkta fyri okkum føroyingar er, at hetta er fyrsti James Bond filmur, sum partvís er tikin upp í Føroyum. 

Føroyski parturin varð tikin upp í 2019. Filmað varð í tveir dagar á Trøllanesi og tríggjar dagar í stórsligna umhvørvinum við vitan á Kallinum. Hesi vitjunarverdu støð norðanvert á Kalsoynni eru kend fyri bæði vakurleika og stórbæri.

James Bond í Føroyum

Seint á sumri sært tú serliga í Norðuroyggjum fjøll, ið tykjast stoyta seg í havið, rætt sum Kópakonan. Hesa ársins tíð kunnu fjøllini verða so djúpt grøn, at yvir havinum tykjast tey bleiktrandi blágrøn og ganga sum ein hvørvisjón inn í eina dramatiska heild við egnum darrandi liti. 

Tí er tað lívsjáttandi, at nýggi James Bond filmurin “No Time To Die” er upptikin á júst hesum leiðum.

Hóast Føroyar vóru millum fyrstu í Norðuratlantshavi at fáa sær góðan biograf, eru sjáldsama fáir filmar gjørdir her um leiðir. Kongavitjanir hava verið filmaðar longu í 1907, tá Nordisk Film, sum er heimsins elsta filmsframleiðslufelag, var her á vitjan. 

Men tá kongur vitjaði í 1926 hava føroyingar sjálvir átt upptøkutól og hava filmað hendingina í Havn og á Tvøroyri. 

Umframt hátíðarvitjanir við kongi og kendum fólki, hava fleiri føroyingar eisini filmað gerandisdagin, tí langfaramenn hava keypt filmstól, bæði til at vísa heimafólkum stóra útheimin og at taka upp tað nýggjasta har heima, so minnini kundu goymast og takast fram á fiskifeltinum. 

Hesin søguligi veruleiki hevur lagt lunnar undir ein fólkalívsfrøðiligan áhuga at eygleiða stórt og smátt á filmi heima og úti.

Nýggjasta er, at vit eru sloppin upp í part at siga altjóða søgur um avrikskappar og ljótastu bartrog. Ikki tí, kvæði, sagnir og ævintýr hava sagt okkum hesar somu søgur í túsund ár ella so. 

Sum frásøgn millum øldir er einki nýtt, annað ein útbreiðslan. 

Vit, sum hava livað so avbyrgt við endan á Golfstreyminum, hava nú fingið allan heimin á gátt, tí tey vilja sleppa at brúka okkara náttúrugivnu gluggatjøld til teirra tíðarbæru søgur, har gott møtir illum, og hetjan letur okkum vita, at verðin er í góðum hondum. 

Hóast mannaskaptu avbjóðingarnar kunnu tykjast daprar er altíð ein vón, sum verður forloyst í hetjuni og hansara hondum. Og hvør veit, kanska verður fremsta hetjan ein skjønnan dag ein kvinna, sum Wonderwoman, ið fer at bjarga heiminum undan oyðileggjandi kreftum, ið vilja leggja materialistiska heimin undir seg, so sum hvítar mannfólkahetjur hava havt lyndi til á filmi.

Tí er tað ein serlig gleði, at Føroyar hava kallað fremstu biografhetjuna higar at gera 25. filmin, “No Time To Die”. Hóast løtan er avmáld og neyvan kennist aftur hjá okkum fáu, ið búgva her, er hon týðandi sum fasinatiónsobjekt hjá biografgangaranum úti í heimi, tí eyðkenda atdráttarmegin hjá fjøllum og havi er altíð sterk. Hóast fjart í veruleika, eru vit so nær á filmi. Tí tað er har, vit lata upp fyri ævintýrum.

Tí er umráðandi at vit umsita henda gudagivna gimstein væl og foredla hann, so vit ikki eru ein innantóm kulissa, ið verður rend um koll av ferðafólki.

Fyrra avbjóðingin er at fáa natúrliga partin av vinnuligu filmsframleiðsluni, so vit kunnu førleikamenna okkum sum filmstjóð í Norðuratlantshavi. Seinna avbjóðingin er ikki minni, við tað at filmur sum fremsti tølandi miðil kann fáa fólk av húsi at vitja okkara dýrabærastu støð, har bert fá sleppa til í senn. Hond í hond við lokalum aktørum, bóndum og ferðavinnuni er tað ongantíð av størri týdningi enn beint nú at skapa varandi bond og eina felags fatan av ferðavinnuupplivingum, sum annað og meir enn bara at deila ein skattatekniskan køkubita á tekniborðinum. Slitsterkastu søgur heimsins hava aldri verið nærri okkara túni. Framman fyri altjóða biografløriftinum mugu vit sanna, at júst har er tað okkara størsta avbjóðing í dag.

Birgir Kruse