Skip to main content

Annika Hoydal í Sirkus

Beint nú eiga kvinnur bestu úttrykk í føroyskum tónleiki. Tað byggi eg á trý aktuell dømi.

Í fyrsta lagi er tað inngangsrøddin hjá Onnu Katrini Øssursdóttir Egilstrøð í donsku reportsjuni hjá TV2 úr Hvannasundi, sum hóast sekundstutt yvirtrumfar alt eg havi hoyrt í raddardrama av norðurslóðum síðan íslendska Björk kom fram.

Í øðrum lagi er tað Dania Tausen, ið eg haldi vera so nógv ta bestu røddina og samlaða úttrykkið í Sement kappingini, sum endaði í Reinsarínum í gjárkvøldið, hóast hon ikki vann fyrstu virðisløn í kappingini, sum var ógvuliga breið, og stundum minti nógv um Prix Føroyar, sum heilt vist hevur verið besta tónleikakapping í mínari tíð.

Í triða lagi er tað Annika Hoydal, sum er bæði diva og nestor í einum, nú hon altjóða arbeiðaradagin aftur tekur føroyska tónleikapallin, saman við Benjamin Petersen á gittar, Kim Hansen á klaver og Torleik Mortensen á kontrabass. Tað er hann, Torleik, ið hevur tikið stig til útgávuna, sum ber heitið ”Leysir endar”, sangir hjá Anniku, ið eru innspældir í heimligu Hoydølum og koma út í heyst. Tað sigur Annika í stuttligari samrøðu við Árna Gregersen í nýggjasta Vikuskiftissosialinum, har hon speiskliga lýsir seg sjálva sum ein gamla skrindu. Í sama tvítíðuga anda er hon við í biograffilminum hjá Trygva Danielsen ”111 góðir dagar”.

Akustiska konsertin, ”Annika Hoydal í Hoydølum: Leysir endar 1”, sum er hin fyrsta av fimm, er í ovastu hædd í Sirkus í Vágsbotni. Sanna Bæk Hoydal, sum eisini syngur við, situr í trappunum og selur atgongumerki. 

50 fólk rúmast inni, og tað er at verða fyrstur, skalt tú fáa sess. Tað er longu summarljóst og tú sært Sjómansheimið og yvir á Bryggjubakka, har Útvarpið einaferð var, og ein teknikari helt tað vera stuttligt at kjúa EMT plátuspælaran, har Annika, eftir ein hálvan snúning aftureftir, lá klár at syngja ”Trum, trum trallala” í ynskikonsertini ein sunnudag, meðan prædikumenn ávaraðu um backward masking messages, fjald øvut boð, sum av grammofonplátum fóru beint í dulvitið. Av hesum var stuttligasta teknikarasvarið av Bryggjubakka júst hetta. At spæla barnaplátuna, sum byrjaði við orðunum ”Trum trum”, men ljóðaðu annarleiðis, tá tey vórðu spæld øvut. 

Heimliga kafékonsertin byrjaði við ”Lívið dýra undur”, ið er Gunnar Hoydal’sa týðing av Gracias a la Vida, sum kilenska Violeta Parra yrkti í 1966, árið fyri hon tók seg av døgum, bara 49 ára gomul. Sangurin er kendur við finsku Arju Saijonmaa, sum sang han á svenskum, tá Oluf Palme varð myrdur í 1986.

Ein stórur og væleydnaður sangur at byrja við. So flytir Kim Hansen okkum um fjørðin til tað spælandi undirfundiga, sum stuttligt klaverspæl kann leggja í bátadráttin í Vágsbotni og fáa øll at flenna og syngja við í niðurlagnum, tá 76 ára gamla Annika rullar seg út við ”Tá eg varð fjúrtan”. Fantastiskt!

So hevur Annika ein frásagnarpart av Reyni, har tveir dreingir, William og Jørgen-Frantz, sita og finna uppá nøvn. Fyrri sangurin, ”Oh Herre Gud” byggir á tekst hjá Williami, og hin seinni ”Dunnusangurin” á tekst hjá Jørgen-Frantz. Hon hevur sjálv gjørt løgini, sum eru festlig, og í seinna føri fær Kim at láta sum dunna. Framúr.

”Út frá grýtutum strondum” er tekstur hjá pápanum, Karsten Hoydal. Her hoyrist hvussu væl samanspældur akustiski trímannabólkurin, ið veruliga lyftir Anniku upp, er her á loftinum hjá Jóan Jakku. Sunleif hevur gjørt lagið og Annika fortelur, hvussu tað bleiv til.

So gera tey øll ljóð av vindi, Sanna kemur sum eitt frískligt lot inn á pallin, og straks eru vit úti á opnum havi og hoyra ”Grái kópur av Súluskeri”. Flowið er framúr.

Nú eru vit í Snapsatinginum og Annika fortelur um, hvussu hon fekk ”Kvinnuvísuna” frá Johan Nielsen, meðan hann var politikari. Kryddað við søguni um Illu Beintu fáa vit nøkur ørindi, uttan at tey blíva ov mong.

Úr kynspolitiska Keypmannahavn fara vit til Kili í Suðuramerika, har bróðurin, Gunnar, hevur týtt spanska sangin um ”Alfonsinu og havið”, ið er um líðing og at taka líðingina við sær í havið. 

Kim og Annika framføra síðan sangin um ”Snigilin”, sum tey eisini høvdu á FMA nakað herfyri.

Sanna kemur aftur á pallin og tær báðar kasta seg út í sangin um ”Lambið og tjaldrið”, meðan menninir í fylgibólkinum láta sum fuglar.

Nú verður huglagið álvarsligari og Annika nemur við støðuna í Ukraina, nú Putin hevur lopið á. Søgan er um einaræðisharrar í londum, har Annika hevur vitjað, Spania og Grikkalandi. Úr hesum seinna landinum førir hon okkum innar í biografmyrkrið at síggja Antony Quinn sum grikkan Zorba, og hoyra sangin hjá Mikis Theodorakis, O Kaimos, sum Gunnar hevur týtt til ”Sorgin”. Sanna syngur duett saman við Anniku, og her hefti eg meg serliga við akustiska gittarspælið hjá Benjamin, sum miðvíst flytir okkum til grikska oyggjahavið, strong fyri strong fet fyri fet. Mest hugtakandi løta á allari konsertini.

Kingo fær fýra vælvald ørindi inn í skránna, har Annika byrjar einsamøll og síðan fær fylgispæl frá hennara trimum monnum  - ”Sorrig og glæde”, ”Alle ting har sin foranderlige lykke, ”De dejligste roser” og ”Lad da min lod og min lykke”.

Eftir Kingo kemur Jóanes Nielsen og eg eri málleysur. Yrkingin er ”Verið góð við mánan” úr savninum Pinnabrenni til sosialismuna, sum Son of Fortune fyrr hava roynt seg við, men í hesum føri er tað Sunleif, ið eigur lagið. Ein góður endi á eini óvæntað hugvekjandi konsert altjóða arbeiðaradagin mitt í Havn. Allir menninir syngja við Anniku og gera sangin um endaleysa góðsku til eitt statement, sum ongantíð fer úr tíðini. 

Eykanummar er klassikarin á gomlu singleplátuni hjá Harkaliðnum frá 1971 - ”Eitt kvøldið so síðla”. Inniligt og ektað. Ein diva er lend mitt í Havn. Betri verður tað ikki.

Í samrøða við Maritu á Rógvi í Dimmalætting í 2017 sigur Annika ”Eg vil dagin í morgin”. Í afturlítandi greinini skrivar Marita: ”Sum árini ganga, gerst Annika greið yvir, at tað er í tónleikinum, hon hevur sítt pláss. Tískil gerast provokativu og pikantu innspørkini færri frá henni sum hon eldist, og hon gerst etableraður tónleikari í Norðurlondum. Hóast kvinnur flestar eru ”out”, tá ið 40’ini og aldursexisman kemur inn í leikin, hevur Annika megnað tað øðrvísi. Seinnu árini hevur hon havt arbeiði javnan, og seinasta útgávan frá hennara hond verður givin út í 2015. Útgávan Endurljós snýr seg um lív hennara. Tí hon hevur - óivað meira enn tey flestu - livað lívið."

Og so er ein óbetalilig ungdómssøga úr Spania, hvussu sólturisturin Annika vildi sleppa heim til Føroya við einum saltfiskabáti, sum æt Norðheiður. Heldur hon í hvussu er. Ein óbetalilig søga úr lívinum hjá Anniku, sum eg vil viðmæla at lesa.

75 ár fylti hon hin 19. november í 2020, tá útvarpsmaðurin Suni Merkistein heilsaði henni í grein í Dimmu.

Tað er gerandisligt at kallað nakað fólkaogn. Eins gerandisligt og heitið Føroyavinur, sum vit onkuntíð hefta á ein útlendskan persón, sum vit uttan at vita hví, bara dáma. Tá er hugvekjandi at møta fólki, sum ikki bara hvíla á onkrum orði ella hugtaki, men veruliga stinga burturúr og blása lív í orðini, nýggj ella gomul. Gera tey livandi, orðini. Júst tí er Annika fólkaogn. Hon blæsur bæði lív og meining í hugtakið. Tí er hon fólkaogn.

Takk fyri konsertina í Sirkus, Torleikur og tit øll fýra.