The Square og Triangle of Sadness. Fyri aðru ferð hevur 48 ára gamli svenski filmsleikstjórin Ruben Östlund vunnið Gylta Pálman, Palme d’Or, á árligu filmstevnuni í Cannes, sum í ár varð hildin á 75. sinni.
Ruben Östlund er ein meistari at skapa órógv, discomfort, so vit við støði í tí avgjørt kenda verða førd inn í eina nøtrisøgu, har mest sum einki er, sum vit væntaðu tað.
Í fyrra vinnarafilminum, The Square, var tað listin sjálv, ið varð sett til diskussión. Til ein veitsludøgurða, kanska ein parodi uppá innantómar klædningar og veitslukjólar í Cannes, fer ein óður leikari, klæddur sum orangutang, upp á borðið og skapar kaos, meðan borgarligheitin roynir at tvíhalda um tað syndarligu rest, sum í hesi løtu er eftir av yvirstættartilveruni. Ætlaða listaátakið, sum filmurin er um, kemur í hæddina, tá eitt barn verður sett í The Square, ein bás á gøtuni, og sprongt í luftina, fyri at skapa uppmerksemi og marknaðarføra júst hesa framsýning, sum er eitt frírúm. Altso ein greið listarlig satira.
Solveig Hanusardóttir Olsen, cand.mag. í religiónssøgu og MA í listasøgu, og savnsumsjónarfólk á Listasavninum, innleiddi sýningina við The Square fyri jól í 2017 í Filmsfelagnum.
Í seinna vinnarafilminum, Triangle of Sadness, eru Carl og Yaya, sum bæði eru supermodell, boðin umborð á eitt cruiseskip við oligarkum, vápnaseljarum og influensarum. Alkoholiseraði skiparin elskar at sitera Marx, men í illveðri, har øll spýggja og skræpa afturvið sjeyrættaðu luksusmatskranni, renna tey á land. Flótandi stættarsamfelagið verður eins og fyrr vent á høvdið, tí bara filipinska vaskikonan dugir at fiska, so til ber at fáa í munnin á oydnu oynni. Altso ein greið samfelagslig satira.
Gudmund Helmsdal Nielsen, sum er á filmsferð við Trøllabeiggja úti í verð, hevur sæð Triangle of Sadness á filmstevnuni í Cannes. Hann er ikki samdur við tí karga ummæli, sum Peter Bradshaw á The Guardian gevur Gylta Pálmavinnaranum í ár.
- Rúkandi ósamdur! Triangle of Sadness var avgjørt besti filmur eg sá í Cannes. Føldi tað sum at vera vitni til ein nýklassikara føðast so hvørt eg hugdi - frame by frame. Ein fantastiskur filmur, als ikki subtilur, men rakar seymin á høvdið slag fyri slag, inntil hann at enda, kanska rakar seinasta slagið. Fult uppiborðin gullpálma. Bradshaw far og legg teg saman við Thomas Treo, sigur Gudmund.
Filmsfelagið fer at vísa Triangle of Sadness fyrst í september.
Hin 7. oktober eru 60 ár síðan Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio. Tað verður markerað við nýggjum samstarvi við Cinemateket, sum er biografurin hjá Danska Filmshúsinum í Keypmannahavn. Tey hava bjóðað Filmsfelagnum fýra klassikarar at vísa í sambandi við 60 ára haldið í heyst. Filmarnir eru Trainspotting, One flew over the Cuckoo’s nest, Some like it hot og Psycho.
Millum nýggju filmarnir, sum Filmsfelagið fer at visa í heyst, eru teir, sum fingu bestu ummæli og virðislønir í Cannes í ár, og fýra nýggir holocaustfilmar, sum allir eru spælifilmar.