Hotel Hafnia Bistro Fyrsta Hædd. Tað ljóðar sum ein rebus. Og tó, fyrsti og týdningarmesti táttur í borðreiðing er at siga munnberandi søgur, sum eisini eru sannførandi. Í so máta er miðbýarhotellið í Havn, Hafnia, sum júst merkir havn á fornnorrønum, hǫfn, fult av miðbýarsøgu, heilt aftur til 1951.
Navnið er ongantíð broytt, so øll vita, hvat vit tosa um, tá Hotel Hafnia verður havt á munni. Søgutráðurin verður ikki brotin ella slitin. Hetta er tað týdningarmesta, tá tú setur teg niður og skalt eta. Antin tí tú ert gerandisliga svangur ein triviellan arbeiðsdag, ella tí orsøkin er meira veitslukend tí onkur fyllir runt.
Nýggjasta orð í hesi tænastuvinnu er Bistro, sum í orðabókini verður lýst sum lítil, óprentiøs matstova. Slektað heiti er brasserie, sum umframt matgerð eisini knýtir seg til ølbrygging, men við hvítum dúki á borðinum, sum ein bistro ikki hevur.
Umframt at velja eitt nýtt orð fyri fyrstu ferð í føroyskari matstovuvinnu, hevur Hotel Hafnia eisini valt at leggja staðsetingina, hæddina, afturat navninum, so samlaða navnið verður tað rútmubrótandi djarva Bistro 1. hædd við gulum teppi á gólvinum, og innbjóðandi popptónleiki A Groovy Kind of Love frá the Mindbenders í 1966, tá vit koma inn. Kokkar eru Ronaldo og Rúni.
Og áðrenn vit hava sett okkum hoyra vit Summerbreeze við Seals & Crofts, og eg minnst 80 ára gamla Seals, sum just fór úr tíðini, og Dora í Andrasstovu á Eiði, sum arbeiddi her suðuri á Hafnia og átti LP’ina Diamond Girl (1973). Soleiðis gongur alt í ring, óansæð hvussu gamal tú verður. Og nú stendur tíðin aftur still, tá eg hoyri tónleikin frá Dora. Tað er skjalagoymsla og tíðartinna. Diamond Girl.
At flambera er úr fronskum, flambé, at brenna av við alkoholi eftir nøkrum sekundum, kanska so leingi sum hálvum minutti, so smakkurin verður rundur úr konjakki ella likøri, men púra uttan alkoholið, ein manøvra, ið er eins krevjandi og at sláa hálsin á sjampunjufløskuni av við sápil í einum høggi. Barbara Petursdóttir megnar tað til fullkomuleika, meðan fryntliga Iris, ið fortelur okkum um Filipsoyggjar, serverar.
Fyrst er eitt klassiskt glas av brúsandi víni, cremant, frá Gustave Lorentze í Alsace, so eru vit í Leif Panduro landi, útvarps- og filmsumhvørvinum hjá satiriska danska eygleiðaranum, ið skapti svørthvítu krimirøðina Ka’ de li østers? (1967), sum varð send í gamla Eysturtýsklandi við heitinum Mögen Sie Austern í 1977, tá Panduro doyði, bara 53 ára gamal. Og so fangar borðið, tí nú er tað ein skel við ostru naturel, við ongum øðrum enn sitrón og tabasco afturvið, ein brellbiti beint úr Normandínum.
Og tínæst kaviar frá Madagaskar við snerktari vaflu, súrróma, súltaðum leyki, sitrón og tabasco og einum snapsaglasi við føroyskum Eldvatn-vodka. Madagaskiska kaviarin taki eg upp úr fløtu dósini við eini hornaskeið, so eingin metalliskur atsmakkur er. Himmalskt, er tað.
So kemur forrætturin, tí hetta frammanundan vóru bara brellbitar. Í hátalaranum hoyrist nú Brian Hyland við Curtis Mayfield sanginum Gypsy Woman frá 1970. Rækjubland, sum í 70’unum, men lagt flatt út á borðiskin við ananas, melón, salsa og avokado. Hini fáa blomkálssúpan og føroyskan laks í teryaki við sílarogni, fennikel og súrepli. Niðast er várleykur, sum var ein brellbiti í áðni. Nú er tónleikurin This is for All The Lonely People við America frá 1974.
Nú kemur høvuðsrætturin við vogninum hjá Barbaru, sum vitnar um, at nú skal flamberast. Tað er steak, sneið av neytakjøti, mediumstokt, akkurát sum eg frammanundan havi biðið um, við reyðrót, soppum, eplum og piparsós afturvið, flamberað við borðið, steikin.
So er ein B.B.King líknandi gittari at hoyra og ein kvinna, sum syngur Fine Street Woman, og so kemur mín favorittur, Dan Fogelberg, við Crow. Nú er nógv at sodna. Hini fáa linguini við longustine, fennikul, hvítleyki, kili og persillu, og lamb í fríkassé við hvítum asparges, perluleyki, dildeplum og grønmeti. Konsist og litríkt.
Omaná eru franskar pannukøkur, Crêpes Suzette, við appilsinsós og mandlum, flamberaðar í Grand Marnier likøri, sum Barbara borðreiðir við vaniljuísi, kaffi og norskum konjakki frá Braastad.
Vit skifta orð um betra borgarskapið á Tvøroyri, sum bestilti frá Printemps, og so koma Eagles við Jackson Browne sanginum Take it Easy um glade hjørn í Winslow Arizona, har eg sjálvur triði var í 2011. Nú hoyrast Lobo og Gilbert O’Sullivan, og í amtmansbrekkuni síggja vit ein sprettandi runn við rododendron. Summarið er byrjað.
Orðið bistro, sum kemur úr París, er fyrstu ferð staðfest í orðabókum í 1919. Men á einum veggjaskelti í Montmartre verður sagt, at tað vóru kossakar úr Russlandi, sum í kjalarvørrinum á Napoleonskríggjunum, ið vóru frá 1802 til endaliga Napoleonstapið í 1815, ið róptu eftir mati, tá teir komu inn í franska høvuðsstaðin fyri 208 árum síðan, heilt nágreiniliga mikudagin hin 30. mars í 1814, sum skeltið sigur. Og tað skuldi verða skjótt, быстро á russiskum, framborið bistro. Bistra skjótt.
Síðan hevur russiska rapid-rópið í fronsku gøtunum verið transkriberað til bistro.
Við djúpari Ivan Rebroff-rødd elskaðu skeggjutu hermenninir franskan mat og franska borðreiðing á fjálgum matstovum, teir ikki kendu heimanífrá, og sum síðan hava verið kallaðar bistro. Og søguliga russiska krígsorðið skal ikki setast í samband við núverandi krígsbrotsgerðirnar í Ukraina. Langtífrá.
Franska matbíblian, Larousse Gastronomique, ið er komin út síðan 1938, skrivar, at fyrsta restauratión í heiminum, sum vit kenna hann, var suppukøkurin hjá Monsieur Boulanger í París í 1765. Á skeltinum stóð ”Boulanger débite des restaurants divins”, har orðið restaurants sipar til heilsugóða og styrkjandi súpan. Seinni er orðið lagað til at merkja matstova, har tú kanst restaurer, styrkja teg við góðum mati. Tað gekk strúkandi hjá Boulanger, til hann borðreiddi við pieds de mouton à la sauce poulette seyðaføtur í hvítari sós, sum kappingarneytar, eitt samtak av matstovum, stevndu honum fyri at hava í fríari sølu uttan at spyrja matmonopolið. Í rættinum vann Boulanger málið, og nú varð restaurerandi restauratiónin ein veruleiki. Matstovan hjá Boulanger skal hava verið í søguligu Rue des Poulies, sum nú er Rue du Louvre, har kenda savnið, Louvre, er við endan á gøtuni oman móti Seineánni. Og við til søguna um seyðaføtur hoyrir, at í heimligu Seyðabókini (2015) verður sagt eftir Robert Joensen, at rotaðu seyðaføturnir, vóru nýttir til bót, so langt sum teir strektu út á veturin.
Hyggja vit at Covid19 tíðarskeiðnum seinastu tvey árini er greitt, at savningarmentan og frísk luft hanga saman og hava gjørt tað í øldir.
Í okkara almenna skúla varð ásett at hava fríkorter, so bróstsjúk børn kundu fáa fríska luft. Tí hava vit fríkorter. Til endamálið vórðu gjørdir skúlagarðar við vaktum.
Á arbeiðsplássum varð tað sama galdandi í Fraklandi, la pause déjeuner, sum við lóg frá 1894 kravdi, at arbeiðsfólkið skuldi út og burtur frá arbeiðsplássinum at eta meðan spulað og vaskað varð.
Samfelagsliga førdi tað við sær at matstovur av bistro slagnum stungu seg upp, og fólkið upphugsaði eitt djúpt mentanarligt mark millum arbeiði og at eta, sum ikki kundi farast um.
Ikki fyrr enn í fjør, tá Covid19 hevði herjað í eitt ár, varð franska lógin sett úr gildi eitt skeið, at fáa fólk at vera á arbeiðsplássinum, og ikki fara út at eta, at forða fyri, at smittan spjaddi seg. Í tíðarritinum “Food and Foodways” í februar í fjør mótmælti matgranskarin, Martin Bruegel hesi liberalisering. Í greinini Covid-19, Workday Lunch and the French Labor Code, vísti hann á, at "People who eat together are able to talk about issues, and they can work out tensions or different opinions. They create a culture in which having different points of view is possible." Júst í hesum døgum verður greinin endurgivin í heimsins fremstu miðlum, so sum CNN.
Við interpersonellum djúphugsni, sum sosiologar siga, tryggjar franski døgurðasteðgurin ein samfelagsligan ágóða, sigur Bruegel, og vil eisini verða við, at arbeiðsgevarin har í landinum í minni mun fær óynskta leiklutin sum einaráðandi og tað, ið verri er. Í tiltakandi stættarsamfelagnum, har fólk tyrpast at búgva, hava tey ráðini, sum í Hoyvík, ið nú verður størri enn Klaksvík, kunnu vit við la pause déjeuner læra av søguligu viðurskiftunum í fyrimyndarliga Frælsisfraklandi, um tankan at fríhalda matin sum egið rúm, a watering hole og uppliving, burtur frá tvungnum arbeiði. Síðan Napoleonskríggini hevur franska hugtakið bistro kritað vøllin av fyri júst hesum møguleika í gerandisdegnum hjá franska arbeiðaranum.
Greitt er, at Hafnia roynir at seta út í kortið við ymsum matskráum og matstovuprofilum í sama húsi. Fiskabuffet er á Panorama við stórbærari útsikt mitt í býnum, nýskapandi Bistro 1. Hædd er, sum omafyri lýst, framúr væleydnað afturhorvandi borðreiðing við einum moðernaðum twisti, sum tey sjálvi siga, og so eru bagels á niðastu hæddini, har Kafé Kaspar heldur til í víðkaðum hølum heilt niðan móti gamla apotekinum.
Prísirnir á Bistro 1. Hædd eru ymiskir, alt eftir hvussu tú setur saman. Men letur tú kokkin gera tað, so er prix fixe, fasti prísurin, 489 krónur fyri tríggjar rættir, sum í kendu kørmunum hjá Hafnia við klassiskum veggjaprýði hjá Williami Smith, kunnu leggjast í ymsar persónligar ættir, fiska- og kjøtrættirnir, eitt breitt úrval, sum eisini tekur hædd fyri kræsnum miðbýargómum, ið vilja hava oystru og kaviar.
Hotel Hafnia er partur í danska filminum Tro håb og trolddom (1960), sum Erik Balling leikstjórnaði eftir handriti, hann skrivaði saman við Williami Heinesen, tá Nordisk Film fylti 50 ár. Eftir Hafnia grundaran, M.C.Restorff, var William annar heiðursborgari í Havn. Well, við plátuspælara úti á takinum á Hafnia, síggja vit Peter Malberg dusa sær við konfekt og drekka sum ein greivi, langt burturi frá Troldø, ið er Koltur, tí hann hevur arvað systrina.
Eftir at hava gjørt ein film í Grønlandi, Qivitoq - fjeldgængeren (1956) varð hesin kallaður "den færøske storfilm", tá hann varð sendur á danska marknaðin. Løtur eru í donsku fólkakomediuni, ið heilsa westernsjangruni hjá John Ford, við at síggja gjøgnum hurðaopningar, tá stríðssinnaðu slagsbrøðurnir í brúdleypi á Velbastað verða vístir í ekstremum close up, men tá 800 metrar úr Føroyum vórðu kliptir burtur, fyri at koma niður á vanligu spælifilmslongdina, sum er hálvur annar tími í biografinum, varð William Heinesen so misnøgdur, at hann telegraferaði hesi orð til Balling: ”Tak for din væmmelige saks!”. Tað segði biografeigarin, Pauli Olsen, sum vísti filmin í Havn.
Hetta við mati, ováti og at brúka eina máltíð sum ímynd av stættarsamfelagnum, er vælkend og ofta brúkt filmisk frásøgusnildi, sum skapar ein identifikatiónsfaktor, tí vit øll kenna okkum aftur í støðuni at eta. Í so máta er Cannesvinnarin í ár einki undantak. Fyri aðru ferð vann svenski Ruben Östlund Gylta pálman, hesuferð fyri filmin Triangle of Sadness, ið er ein kolasvørt satira um fólk umborð á einum marglætisskipi, ið gongur burtur. Tá tey skulu lívbjarga sær á eini oydnari oyggj, er tað bara filipinska kahúttsjomfrúin, ið dugir at fiska og kann lívbjarga betra borgarskapinum. Men innan vit koma so langt, gongur av øll endum við ólátaða buffetborðið hjá kapteyninum, Woody Harrelson, akkurát sum í italsku satiruni La grande bouffe (1973) hjá Marco Ferrari.
Eisini í eksistentielt spælandi stuttfilsmrøðini hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø, Seks spurningar um at vera menniskja, seta teir báðir seg í seinasta parti at eta í hølunum hjá Havnar Klubba, meðan reyðar gardinur eru drignar fyri, so alt er reytt. Tí kunnu vit bara gita, um teir við so fínum uppdekningi eta mold ella kaviar. Søgugongdin bendir á tað fyrra, men knasið undir tonnunum á Búa bendir á tað seinna.
Tað verður í hvussu er ein spennandi avbjóðing fyri allar sansir, tá nýggja havgangandi cruisefiktiónin, Triangle of Sadness, í heyst verður blást upp á stóra miðbýarløriftið í Havnar Bio, beint omanfyri Hafnia.
Ímeðan er Bistro matstovan á fyrstu hædd á Hotel Hafnia besta boð um eina ríkt inkluderandi máltíð, eg kann viðmæla í Havn í dag. Framúr smakkfylt og upplivilsisrík. Ja, bistra gott var tað á Bistro.