Skip to main content

Húsagarður er mitt í altjóða vakstrarøkinum uppi á Hálsi

Mentanarnáttina kunngjørdu tey nýggja matskrá á Húsagarði, ið er matstovan uppi á Hotel Brandan, har Sonni Zachariassen úr Sørvági er kreativi høvuðskokkurin, sum er í køkinum saman við Zach Ellison úr Manchester. Høvuðsrætturin er stuttflutt neytakjøt við rótfruktum. 

Kjøtið er frá bóndanum á Müllersgarði í Havnardali, Poul Müller, sum eg gekk í flokki saman við í Brúnaskúla í Fríðrik Petersens gøtu. Skúlan kallaðu tey eisini Elementskúlan, tí tað var so sjáldsamt at byggja skúlar úr elementum í 1965, innan vit fóru út á Venjingarskúlan í 1968. Árini ímillum høvdu vit fimleik á Háskúlanum og smíð í Kommunuskúlanum, so tað var vítt um at fara í Havnini tá. Men tokkan til harmoniskan popptóneleik, sum Poul hoyrdist greiða frá í Brunsjsendingini hjá Eyðfinni Jensen næstsíðsta leygardag, skaptu helst Jón Waagstein Rasmussen, Eyðun Andreasen, Tórður Jóansson, Hans Jákup Hermansen, Torkil Thomsen, Sigurd Bech og Robert McBirnie, sum allir vóru vikarar í Brúnaskúla hesi árini.

Í Brunsjsendingini, sum varð send beint úr køkinum í Havnardali, greiddi Poul frá, hvussu nógv er broytt innan føroyskan landbúnað, síðan hann tók við eftir pápan í 1996. Hann segði, at størsta broytingin kom í 2008 við sjálvvirkandi felagsfjósinum, sum hann tá fór undir saman við øðrum bóndum.

Altjóða dámurin er greiður, tá fryntligi matstovuleiðarin, Adele úr Ungarn, kemur til borðið, saman við Sevi úr Grikkalandi og Anitu úr Føroyum meðan spanska tosið um saltfisk hoyrist frá grannaborðinum.

Brandan og Húsagarður eru í nýggja gastronomiska vakstrarøkinum úr Gundadali og niðan á Háls í Havn, har Hilton við matstovuni Hallartún um somu tíð sum Brandan lat upp longur uppi við útsýni oman í Hoydalar, og nýggjasta her uppi er ølbryggjumatstovan Oy, ið nú er komin í gongd sum eitt nýtt kontinentalt konsept. Umframt ferðafólki tykjast øll veitingarstøðini eisini at hava fingið fatur á arbeiðs- og skrivstovufólki til ein bita á middegi, og reiðuliga tað.

Sjálvur haldi eg, at tað var rullandi køksvognurin hjá Ruben Busk við ræstkjøtaburgaranum, sum legði lunnar undir fólksligu tænastuna, skapti ársins orð úti um alt landið, og gjørdi tørvin sjónligan í júst hesum vakstrarøki í eini skjótari vend og uttan at tað neyðturviliga skuldi skeinkjast afturvið, tí eingin býr her og øll eru í bili. 

Og so eru tað sjálvandi eisini teir fremmandu gestirnir, sum ferðavinnan og ítróttafelagsskapir fáa til Føroya, ið til samans halda einum stórum parti av ferðavinnu- og matstovuvirkseminum uppi, heilt út á smáplássini, sum í Gásadali, har eg var á hvítusunnu, og neyt unikka blíðskapin, ið vitnar um júst tann autentisitetin, sum ferðafólkini vilja hava akkurát á tí plássinum, sum vitjað verður. 

Ferðavinnan og matstovuvinnan eru í allar flestu førum eitt perfekt match, sum gevur okkum høvi at upplivan nýggjan smakk og borðreiðing. Ikki færri enn 750 eru av løggildað slagnum, upplýsti Heilsufrøðiliga Starvsstovan í Degi og Viku hóskvøldið.

Húsagarður er yvirav ítróttarhøllini á Hálsi, har Amnesty International í 1970 kundi bjóða aspirerandi heimsborgarum superbólkin Savage Rose, sum tá var nógv hin størsta samtíðaruppliving. Trettan ára gamal var eg har við einum kompaktum Kodak kamera við blitsiterningi, eins og tá Burnin’ Red Ivanhoe spældu á sama palli og Viva Los Caracas niðri í býnum árið fyri. 

52 ár seinni siti eg hinumegin vegin á núverandi matstovuni, Húsagarði, sum hevur fingið navn eftir gamla garðinum, ið var her uppi í Meksiko tey róptu, tí ein grannskoðari segðist verða sendur so langt burtur, sum til henda staðin, niðan móti nýggja vakstrarøkinum í Havn, ið fyrr var ímyndin av hugtakinum ”langt burturi”, sum í Sibiria.

Fyrst kemur eitt glas við frískligum prosecco úr eini spennandi bristol-bláari fløsku, og so ein skál við fermenteraðum poppkorni á borðið. Framúr undirkast. Atmosferan, ljósið og inniljóðið eru hugnalig, nú básar við plássum til seks, eru gjørdir í matstovuni, umframt tey rundu borðini úti á gólvinum.



Sum forrætt havi eg bílagt ræstan fisk við salati, skræðu, gersós og rivnari sitrón omaná. Hetta havi eg ikki smakka áður. Sitrón og ræstur fiskur í perfektari balansu við spanska Cantayano hvítvíninum. Sitrónin gav mær eina nýggja uppliving av tí djúpt ræsta í fasta fiskinum. Framúr. Eisini við einum einstøkum poppkorni. 

- They cook from the heart, sigur matstovuleiðarin Adele um Sonna og Zach úti í køkinum.

Høvuðsrætturin er háryggur av mjólkineyti, sum hevur hingið uppi hjá bóndanum í 18-21 dagar, síðan lagdur í súrepladjús í eitt samdøgur og borðreiddur við reyðrótasós, róta ratatouille og fermenteraðum epli. Afturvið smakkgóða kjøtinum skifta vit orð um natúrliga marknaðin, sum er fyri mjølkineytum heldur enn tarvkálvum.

Omaná er gularótafromasja við havtyrni, og eg velji eitt glas av passaliga søtum spätlese. 

Teir tríggir rættirnir kosta 550 krónur og vínskráin, sum fæst afturvið kostar 325 krónur. Veljast kann millum fleiri forrættir, høvuðsrættir og dessert, og hvat tú vilt hava at drekka afturvið.

Afturvið kaffi og síðan einum glasi við raspberry Kentucky skifta vit orð um økið her uppi, og um ikki Glasir við livandi næmingum hevði hóskað betur her, enn eins rundi BankNordik í hesum vakstarøki niðan frá býnum og upp móti ítróttarøkinum og grógvandi ídnaðarøkinum. Grøna umhugsnið hjá lendiseigarunum í grannahúsinum er í hvussu er ikki til at fáa eygað á. 

Við grannaborið sita Rói Egholm og Rúna Debes Christiansen frá Koral Fisk, sum í 25 ár hava samstarvað við teir báðar Siga Josema og Louis Angel frá strandarbýnum Hondarriba í Baskaralandinum, dygst við franska marknaðarbýin Hendaye. 

- Bankatoskur er hin besti, men vit síggja hann ikki longer, siga teir báðir baskisku fiskakeypararnir, og fáa okkum at skifta orð um Mark Kurlansky, ið var her fyri 25 árum síðan og læs úr bókini Cod: A biography of the fish that changed the world.

Vit eru samd um, at hetta er eitt ungdommiligt arbeiðspláss, sum ikki tykist at skula dragast við ta upphugsaðu byrðu, ið kallað verður ageism, aldursdiskriminering, sum vit við dømum eru samd um, fer fram og er ein veruleiki úti um landið.

Hotellið Brandan og matstovan Húsagarður hava limaskap í Green Key eins og Norðurlandahúsið, uttanfyri ringvegin. Um grøni felagsskapurin er týdningarmiklari enn aðrir, kann diskuterast, men eftir stendur at borðreiðing og matgerð er ikki longur at sleingja nakað á borðið, og so vóna at onkur kemur framvið at keypa, sum í Fawlty Towers í 1975 og 79, ella í lítið flatterandi lýsingini av føroyskari jarðarferðarservering í Bästa vägen till Muckle Flugga: notiser kring en resa till Island, Färöarna, Orkney och Shetland hjá svenska filmsleikstjóranum Hans Alfredson frá 1976. Nei, gastro- og ferðavinnan verður í høvuðsstaðnum betur og betur skipað, sum árini ganga, og kravið frá gestunum er sertifiserað grønt í øllum liðum.

Umframt Green Key-váttanina definerar køkurin í Húsagarði seg á heimasíðuni fyrst sum óhátíðarligan og síðan innblástan av tí norðurlendska rákinum, vit eftirhondini kenna so væl síðan 2004, tá tólv norðurlendskir kokkar, teirra millum føroysku Leif Sørensen og Gundur Fossdal Nielsen og danski René Redzepi, skrivaðu manifestið um nýggja norðurlendska køkin og kokkakynstrið. Árið eftir góvu kokkarnir Norðurlendska Ráðharraráðnum stafettina, sum bleiv til verkætlanirnar Ny Nordisk Mad 1, 2 og 3. Sum partur av verkætlan 2 varð í 2013 eisini orðað eitt barnamanifest um rættin til heilsugóðan og vælsmakkandi norðurlendskan mat til børn. Hvat tað akkurát merkir, og í praksis førdi til, havi eg til fánýtis leitað eftir, hóast nýggjasta almenna norðurlendska verkætlanin á sama øki um mat og heilsu beint nú fevnir um 400 granskarar, sum skulu arbeiða í fýra ár, havi eg ikki sæð nakað kunngjørt úrslit um hetta á okkara leiðum. Bara matur og føði ikki verður eitt kontinentalt skrivstovuprodukt, fjart frá fólkinum í norðurlendsku útryðjuni.

Men fara vit til tað mest ítøkiliga beint her, er vínkjallarin í Húsagarði, Gilið, tann mest kompleksi, eg havi verið boðin inn í. Hugvekjandi er eisini at síggja tað broyting, at á vínkortinum í matstovuni stendur nú eisini kaltbryggjað te, sider og alkoholfrítt øl, sum er nýggjasti trendur, ið sum einki annað er uppi í tíðini. Alkoholfrír drinks.

Transition, umskifti og broytingar, eru lyklaorðini í hesi tænastavinnuni, sum verður hildin upp ímóti krøvum frá viðskiftafólkum úr øllum heiminum hvønn dag og við hvørja servering. Eisini meðan vit bíða, hoyra fremmand tungumál, og síggja beint yvir á monstrøsu lyktasteyrarnar í vilt vaksandi ítróttarøkinum í Gundadali, sum undir páskotinum av heilsu man vera millum lívsseigastu pengamaskinur í landinum, sum gamaní eisini skapa mobilitet og trivna, meðan estetikkurin við fáum undantøkum, sum litirnir á vegginum, ið hómast aftanfyri reyðu fabrikshøllina, og listina hjá Guðrið Poulsen, sum ikki sæst hiðani, er definitivt fráverandi, estetikkurin í alt ov sjónliga Gundadali. Men vakstrarøki millum kommunu og fjøltáttaðar entreprenørar, er tað, vit eisini her eru í, um tú vilt tað ella ei. Ein smørkulla, ið røkkur víða. Og meir enn einaferð havi eg hoyrt, at Glasir, heldur enn BankNordik, burdi verið festur í jørðina her. Báðir eru rundir sum nýlendir flogdiskar. Upp at ítróttarøkinum kundi Glasir komplimentera tilveruna sum næmingur, meðan bankin kann skapa valutavirði og vinningsbýti hvar sum helst í býarmyndini. Faktiskt er hesin tikni grøni bletturin hin minst hóskandi til tílíkt virksemi.

Til mentanarnáttina í Havn hava fýra kvinnur og ein maður skrivað ferðavinnuálit fyri kommununa. Hví menninir í hesum føri eru so marginaliseraðir veit eg ikki, tí teir menn, ið mynda grundstøðið undir ferðavinnuni, fert tú inn á eitt hotell ella út at eta fínt ella minni hátíðarfínt, eru ikki færri enn kvinnurnar. Tað er beint tvørturímóti. 

Staðfest verður fremst í álitinum hjá teim fimm, at gistingarkapasiteturin er meira enn tvífaldaður seinastu árini. Flestu matstovur í landinum eru í Havn. Her eru nógv søvn, og karmarnir at vera vertur fyri altjóða ráðstevnum og ítróttartiltøkum eru góðir.

Víðari siga tey fimm, at ferðavinnan er eitt av týðandi amboðunum at skapa góð samfeløg við trivnaði, vøkstri og menning. Sum úrslit av vaksandi ferðavinnuni í Føroyum hava vit í dag ein hóp av mat- og kaffistovum í høvuðsstaðnum

Drigið verður eisini fram eitt eldri kommunalt álit um cruisevinnuna, sum ongantíð varð gjørt liðugt. Kanska er júst tað evnið, cruisevinnan, sum einki smápláss á norðurhálvuni, tað eg veit, hevur nakað gott at bera, mest átrokandi at fáa gjørt liðugt og útgreinað, serliga nú Runavíkar kommuna hevur lagt seg eftir smáskipum til smábygdir, sum er eitt nýbrot, ið tykist funktionelt og burðardygt hjá øllum pørtum. 

Einki er meira niðurbrótandi enn risastór cruiseskip sum vilja hava so stórar bussar, at teir mugu koyra runt um tann ganska bý, bara fyri at venda, og so at koyra fullfermdir til eina smábygd og skapa trunka og tronga eina løtu til alt er yvirstaðið og einki liggur eftir til nakran, eftir hvat eg havi uppspurt. Og so eru tað tær ivasomu røvarasøgurnar av definitiva skrøggslagnum, sum eg onkra hendinga ferð sjálvur havi hoyrt í einum bussi, tá eg var partur av ferðaliðnum. Tað er langt síðan og tíðir broytast.

At hjúkla um smáar aktørar er júst ein av góðu yvirskriftunum í nýggja álitinum um ferðavinnu í Tórshavnar kommunu. At menna tað smáa, sum ikki rennir okkum um koll. Haldi, tað er mest umráðandi beint nú, at aftra seg, heldur enn at gloypa um stórar lokkubitar, tað er ein endaleys røð av risastórum cruiseskipum, sum eingin torgar, uttan kassameistarin hjá havnamyndugleikanum, ið eigur at fáa stólin settan fyri hurðina. 

Tað er ógvuliga skjótt at rovdrift kann forkoma tí, sum bygt er upp í móttakandi partinum av ferðavinnuni, har matstovurnar standa fremst fyri. Tað er at hjúkla um tær, sum sagt verður. 

Kommunali mentanarpolitikkurin, sum fyri fjórðingsøld hevur verið definerður fyri fyrstu ferð, eigur at verða tikin upp aftur og nýdefineraður, eisini tí at onkur í kommununi nú hevur fingið tað genialt ambitiøsa hugskot, at vit skulu verða evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030, eins og Bodø er tað í 2024. 

Men framtíðin kemur ikki av sær sjálvari. Tað skulu nógv mentasegl setast til, skal høvuðsstaðurin síggjast aftur á altjóða ferðavinnukortinum sum annað enn kommunalpolitisk steinkast út á bláan sjógv og parkeringspláss inni á landi. Matstovurnar gera sítt til at ríka um Havnina og teir upplivingarmøguleikar, her eru. Tað eiga tær at fáa ein ítøkiliga tøkk fyri, eina tøkk, ið eisini ber fram á eitt skipað mál, sum við jøvnum millumbilum søkir at finna bestu og mest innovativu føroysku matstovu, vald av fótformaðum foodies í forhøllini og elitupansarum á parnassinum, stutt sagt høgum og lágum, fólkinum og granskarunum. Einki er týdningarmiklari enn tað, tú tekur í munnin. Ert tú ikki longu tað, tú etur, so verður tú tað, tú etur. Hesi tilverukor hevur eingin onnur vinna. Tí skulu vit hjúkla um hana, sum var hon okkara egna. Tí tað er hon í roynd og veru. Okkara. So púra okkara egna, tá vit reisa okkum frá borðinum.