Skip to main content

Glasgow getaway

Meðan náttúran er stóra magnetin hjá útlendskum ferðafólki at koma higar, er tað stórbýurin í sjálvum sær, hjarandi, blinkstrandi og jazzutur, ið er okkara magnet og attraktión at fara út í heim. Frá tí lítla til tað stóra. Frá bygdini til metropolin, og ein hin fyrsta býin í Evropa, Glasgow, sum í 1950 fór um milliónina.

Alt síðan Strandferðslan setti Smyril í sigling beint til Aberdeen, og eitt privat felag slapp at yvirtaka bæði navn og farleið, og síðan slepti øllum, so vit bara høvdu privatkapitalistisku farleiðina til Danmarkar eftir, havi eg fegnast um strembanina hjá Atlantsflogi, fólksins vegna, at bróta hetta sjálvvalda danska samband, eisini um prísirnir eru hægri enn hjá SAS. 

At ferðast beinleiðis til tann staðin tú vilt, og ikki verða noyddur at liggja fyri íla við Oyrarsund, ella í einum hvítkálkaðum smábýi í Norðurevropeiska snippinum, sum vart tú tíðarvilstur í Fiskerne hjá Hans Kirk, har aldrandi føroyingar hava búsett seg við útsýni til havið og uggað seg við, at næsti klettur í jarðisku havsbrúnni er í Føroyum, tá er lívgandi við einum býarskáa, sum er ein rýming til Skotlands í eina viku. Heilt nágreiniliga til flogvøllin í Edinburgh eftir einum góðum tíma, og eins stutt við bussi til stóra arbeiðarabýin Glasgow, heldur enn minna ferðamannabýin fyri eystan, sum øll hini velja. Glasgow er málið.

Tá ert tú í aðrari verð, burtur frá heimstaði og arbeiðsplássi, uppsvølgdur av tí fremmanda. 

Hetta er kjarnin í teirri sálarreinskandi katarsis, sum øll ferðing er. Jú bráðkomnari, tess betri. 

Tað var dagin fyri at vit keyptu ferðaseðilin og funnu innvist á netinum. Dýrt í fyrra føri og ódýrt í seinna føri. Tí gisting í Glasgow kostar allastaðni ein brotpart av somu tænastu í Edinburgh. 

Men tað er hetta við at sleppa undan ferðafólki, sum gongur í rúgvu og troyngir alt upp í ein krók, sum føroysku smáplássini knossast við, tí - sum Sosialurin sigur - eingin bóndi í heimapolitisku skipanini tekur ábyrgd, tað er tað, sum tú sleppir undan, fert tú ikki til Edinburgh, men heldur til Glasgow, sum er ein minni ferðavinnumerktur staður enn hin fyrri, og tí stendur eftir sum ein nógv meira ektað uppliving, ið tú mást taka sum hon er. Og júst her er tað, at vit aftur raka kjarnan í ferðing. Persónliga og uttan millumrokning at fáa atstøður at uppliva tað fremmanda, genuint, akkurát so sum tað er, uttan at verða rendur um koll og altíð verða spurdur um profittmaksimering sum í Burger King: ”Now do you wanna go large?”

Glasgow er allastaðni merktur av arkitekturi, gomlum og nýggjum, forfalnum og endurreisandi, og øllum tí, sum er á markamótinum harímillum. Eitt navn at leggja sær í geyma í so máta er art deco arkitekturin og japanskt inspireraði møpilarkitekturin og vatnlitameistarin, Charles Rennie Mackintosh (1868-1928), sum sæst í standmyndum kring býin sitandi á høgum stólum, og eisini sum veggjamálningur, mural, sum Art Pistol Project gjørdi til 150 ára dagin hjá arkitektinum á veggin á lítið vøkru barrini Clutah niðri við ánna Clyde, har ein løgreglutyrla datt niður eitt kvøldið í 2013, tí flogskiparin hevði gloymt bensinið. Allir tríggir umborð doyðu, eisini sjey fólk í barrini og 31 aðrir gestir hetta kvøldið. Ein hjálpargrunnur varð stovnaður, og nú er art deco veggjamálningurin eisini pyntaður við eini covid masku. Uttanduralistin í Glasgow er eins og byggilistin sjónliga livandi. Og um hornið er søguliga The Scotia Bar frá 1792. 

Meðan Havnin, sambært núlivandi býráðslimum, í fimtiárunum bara var eina atkvøðu frá at jarða alt Tinganes og søguliga Reynið, fyri at byggja brutaltmodernistiskar betongbunkarar framvið øllum nesinum, so eru vit í tey millumliggjandi árini vorðin klókari, takkað verið býararkitektinum, Gunnari Hoydal, men nú er aftur galið, tí nú renna brutalir betongbunkarar uppaftur, har tú minst væntar teir, mitt í lítlu Havnini, sum bráddliga skal verða fyrilitarleyst tøtt og høg. Í Heimahavnini eru vit nú við javnaðarflokkinum vend hálvfjerðs ár aftur í tíð, og hava gloymt tað fakliga í arkitekturinum, og býararkitekturin er, síðan Gunnar fór, so púra tagnaður í almenna rúminum, og eingin miðil viðger henda veruleika á fakligum støði. Tí ber alt til í Havn, eisini tað, sum varð steðgað í fimtiárunum. Hinvegin er Glasgow eitt fakligt eldorado, tá um arkitektur ræður. Ein spennandi ferðastaður, sum við fakligum ferðaleiðara á allan hátt kundi ligið opin fyri okkum, beint sunnanfyri. Haldi eg fari at mala Gunnari Nolsøe til at fara hagar við Alberti Isfeld.

Hotellið, sum er í eystara býarparti í Glasgow, dygst við Tennent bryggjaríið og kirkjugarðin, tey rópa Nekropolis, ber navnið Moxy. Fremst fyri á myndini er superrealistiski málningurin, sum avstralski Smug, nýliga hevur gjørt um allan veggin, St Enoch and Child, við einum bringureyða í fokus. Barnið, the child, ið er lagt at brósti, er býarhalgimennið, Mungo, sum í sættu øld grundaði býin. Smáfuglurin knýtir seg til halgisøguna um dreingirnar, sum í fyrra kapitli steinaðu fuglin til deyðis. Í seinna kapitli tekur Mungo, tí hann er tað, fuglin upp av jørðini, strýkur honum, so hann flýgur avstað, sum ein endurvaktur lívsfuglur. Vællýdda undrunarhalgisøgan er eisini at síggja á einum øðrum húsaveggi í sama býlingi. Avstralski listamaðurin Smug - sum fotosupersurrealistiskt knýtir halgisøguna til nútíðina, brúkar í fyrra føri bróstageving sum signalstøði, og í seinna føri eina miskunsama áminning um tey heimleysu - hann býr í Glasgow, Smug.

Matstøðini í Glasgow eru serstakliga nógv. Her eru tvær Michelinmatstovur við hvør sínari stjørnu, Cail Bruich, sum heldur summarfrí, og hin nýkomna Unalome By Graeme Cheevers. Sjey aðrar eru nevndar í Michelinbókini. Ein teirra er The Gannet, Súlan, og so The Ubiquitous Chip í lítlu hugnaligu gongugøtuni, ella intimsmoguni, Ashton Lane, har listamaðurin Alasdair Gray, sum doyði 85 ára gamal í 2019, hevur teknað matstovueigararnar soleiðis pø á pø á veggirnar upp við trappunum til vesið. 

Á listasavninum Gallery of Modern Art síggi eg sama teknara aftur, kjakist við savnsvørin eina løtu, og uppdagi, at hann er so nógv annað eisini, lærari og skald, sum eitt skeið setti sær fyri at lýsa fólk í býnum í tekningum, mest sum øvugt av stættarhugsan, og settar í røðina The City Recorder, sum ein kurator bílegði til listasøvn í Glasgow í sjeytiárunum. Tá hann andaðist, skrivaði The Guardian, at Alasdair Gray var “the father figure of the renaissance in Scottish literature and art.” Hann er markleyst hugtakandi, myndprýðarin Alisdair Gray.

Taste! Er heitið á eini litlari pop art framsýning á modernaða listasavninum í Glasgow, og hinumegin almenna listasavnið við Queen Street er ein privatur handil, Castle Fine Art, har illalýddi konubukarin, Johnny Depp, hongur í søluvindeyganum sum framúr grafikari, ið hevur fingið ein annan sjórænara, Keith Richards, at sita fyri.

Longur inni í sama handli er Bob Dylan, Hanna-Barbera, Marvel teknarin Stan Lee og alment kendi fake málarin John Myatt til sølu á løriftsprenti.

Gandolfi kaféin, sum er nummar eitt á glaswegianska kafélistanum, er dygst við hotellið. Eina dagin møta vit eigaranum, Seumas MacInnes, sum við egnari matbók í hondini, greiðir frá um óbroytta hølið, ið upprunaliga var kontór fyri allan ostamarknaðin í gamla marknaðarøkinum í Stórglasgow, tá hann í 1979 tók yvir og gjørdi ostakontórið til kafé. Tað er middagur, lunch, og vit fáa okkum Ceasar Salad og lesa uppskriftina hjá fryntliga MacInnes, sum hevur havt fólk í starvi síðan fyrsta dagin.

Skotska matstovan Mharsanta, er eisini dygst við hotellið, og borðreiðir við eini framúr skotskari súpan, Arbroath Smokie Cullen Skink, ið verður viðmæld uppá tað heitasta til dagin og vegin.

Í grannalagnum er eisini indiska matstovan, Swadish, hjá kokkinum Ajay Kumar, sum er góð til døgurða á kvøldi, og longur niðri í býnum er meksikanska matstovan Topolabamba, har ein ódýr og smakksterk matskrá fæst á middegi, hevur tú hug at hvessa sansirnar fyri smakki.

Og er ikki nógmikið etið, so ber til á miðari nátt, soleiðis twenty four seven, at seta kortið í eina automat, sum eftir trimum minuttum ger tína egnu pizza. Ein pizzaautomat. Tað havi eg ikki sæð fyrr enn í Glasgow, har tey eisini uppfunnu sjónvarpið í 1927, pensilinið í 1928, skipaðu heimsins fyrsta svimjifelag, Arlington Baths, í 1871, og árið eftir, hin 30. november í 1872, høvdu fyrstu altjóða fótbóltskapping í verðini, og ikki at gloyma The Old Firm, sum eru fótbóltsliðini Celtic og Rangers, ið hava dystast síðan 1904.

Kynspolitiskt er skotski kilturin nokkso einsporaður í býnum, sum í trý áratíggju hevur havt einasta kvinnuliga bókasavn, kanska í allari verðini, Women’s Only Library. - Its a Man thing, sum tey siga í øllum handlum, har vit spyrja, um ikki ein kvinnuligur kiltur er til. Vit ganga framvið stórstílaðum brúdleypum, har menninir eru í kilti, men ikki kvinnurnar. Ímeðan spælir kiltklæddi sekkjapípispælarin uppá, og fer eina løtu burturfrá, so hann ikki troyttar og larmar ov nógv. Hann er altíð ein maður.

Úti í viðarlundini Kelvingrove er konsert á sjeynda ári undir heitinum Summer Nights at the Bandstand, hesuferð við høvuðsnavninum Van Morrison og fyrrárið Cat Stevens. Dystur er um atgongumerkini, og í ár hepnaðist okkum at hoyra Richard Hawley úr Sheffield, sum eg fyrstu ferð hoyrdi í filminum Brighton Rock (2010), sum bygdi á søguna hjá Graham Greene, har hann sang egna endasangin There’s a Storm Coming. Øll hesi ár havi eg verið hugtikin av hesum gittaristi og krúnararødd, Richard Hawley, og hetta kvøld í Glasgow, har hann brúkti trettan gittarar, uppdagaði eg, hvussu vælumtóktur hann var, og hvussu langt fólk ferðaðust, fyri at hoyra hann. Framúr sangskald á plátu og hugtakandi performari, sum eg beinanvegin geri á ein spælilista á Spotify!

Kvøldið eftir fóru vit í whiskybarrina The Pot Still í Hope Street, sum altíð hevur 800 whiskysløg á hillunum. Fryntliga Susan from the Westcoast fer sum ein fjallaklintrari at finna dagsins tilboð, Kingsbarns, og eftir einari løtu kemur eitt stórt tekniskt arbeiðslið úr grannahúsunum, sum er The King’s Theatre frá 1904 við 1700 plássum, har tey seta upp sangleikin Singin’ in the Rain. Tekniski leiðarin varnast skjótt, at vit eru úr Føroyum, og nevnir beinanvegin vinmannin Lyon Hansen, sum hann læs tónleik saman við í Bath, har teir tóku bachelor saman. Eg sigi honum, at í 44 ár var omma jarðarmóðir í somu lítlu bygd, hann er úr, og Eivør, by the way, er eisini hagani, eins og G! festivalurin. Veit ikki, um hann trýr mær.

Hann eitir Nick Jarvest og eg taki hesa mynd at senda Lyon á Messenger. So er samband, instantly. Næsta er, at Nick hevur boðið okkum at síggja sangleikin, sum byggir at filmin frá 1952, og lýsir tíðina í Hollywood, tá ljóðfilmur kemur fram og trokar gomlu silent hevdina burtur. Framleiðslan á pallinum er framúr stórbær, snøgg og væleydnað, ikki minst tá 14.000 litrar av vatni, verða oystir yvir pallin í einum skúri, uttan at nakar dettur ella glíður í øllum dansinum og akrobatikkinum, hvørt kvøld í fulsettum sali. Framúr hjá Nick Jarvest og teimum, ikki minst fyri at fáa filmklassikaran hjá Kubrick, A Clockwork Orange (1971), at ringja í huganum, tá tú fert út á Glasgowgøtuna aftur. Nýggjara filmsheitið er eyðknevnið fyri undirgrundsbreytina í býnum og tað at ganga runt í sirklum, ikki fyri tað góða, men helst sum í foxtrot, og aldri at koma úr stað.

Nógvar barrir eru í Glasgow. Umframt The Pot Still eru Scotia Bar frá 1792 og kirkjan í vestaru útryðjuni, sum fyri tjúgu árum síðum varð konverterað til barr, matstovu og spælistað, við navninum Òran Mór, sum avgjørt er eina vitjan verd.  Fyrr, tá hon var kirkja, gekk eingin har. Nú er avtakið við fólki. Skotar ganga nógv á barr og tað hava ferðafólkini uppdagað. Tað kann verða mikið stuttligt.

So er daytrip við toki frá morgunstundini í Glasgow til Edinburgh. Koyrir tú eftir klokkan tíggju og kemur heimaftur um sjeytíðina, so sleppur tú fyri hálvan prís. Framkomin, er fyrst at fáa ein fullan skotskan morgunmat, og so eina vegleiðandi whiskysmakking á borðið frá starvsfólkunum á Copper Still mitt á the Royal Mile.

Heather Milsted steðgar okkum á the Royal Mile við eini drotningakrúnu av blóðdálkaðum tampongum á høvdinum, tí hon vil hava okkum at síggja Period Dramas í kjallaranum á Pleasance Courtyard, sum er partur av Edinburgh Fringe Festivalinum. - Have a bloody good time, sigur hon og minnir okkum á, at tað er fjúrtan ára aldursmark. Frá í dag verða øll mensturatiónsbind ókeypis í Skotlandi, sigur Shona Robison, sum er Social Justice Secretary. Hetta er eindømi í allari verðini.

So eru leikarar úr Wales á okkum, vinda walisiska leyvuflaggið á stong, tí tey bjóða inn til kollektiva arbeiðaraleikin Iniquity (Camwedd) um hetjuna Richard Lewis (Dic Penderyn) til høgru, og mannin við bíbliuni til vinstru, ið lýsir seg sum ”the reason”, ið vil hava hin villfarna proletarin aftur á beint í søguliga leikinum. Í skránni siga tey, at hetta er: A new play based on the true story of Wales' first working-class martyr, Dic Penderyn and the Merthyr Rising of 1831. This community-built project was written, designed, directed and cast by people from the working communities of Wales. Celebrating a pivotal moment in industrialised Britain, the project also aims to create new history by securing a posthumous pardon on the name of Richard Lewis (Dic Penderyn). Penderyn was hanged for a crime that many believe he did not commit and the final performance at the 2022 Fringe will be held 191 years to the day he was executed! Posthumt ber nú til at skriva undir uppá, at Lewis var dómdur av órøttum. Meira tú ferðast, meira lærir tú, at tú ikki visti petti um. 

Nú tykist, sum tey hava frætt, at vit koma úr Føroyum, og málkøn sjónleikarafólk, tysja um okkum at siga frá um fornnorrønar tekstir, Valhalla og Beowulf, og elstu skotsku yrkingar.

Forkynnarir av tí heilaga orðinum eru sjónligir í gerandisliga gøtubílætinum í Edinburgh og Glasgow. Dagin fyri hevði ein reformeraður babtistur steðgað mær á fýrakantaða George torginum og spurdi ”Mister are you a Christian?” Meðan likkurnar skvettu á standmyndirnar, skiftu vit orð í eina løtu um Motherwell, Sloan, brøður, Føroyar og at verða sendur í onnur lond at missionera, og tá svarið fór í játtandi ættina, gava hann mær eina traktat, a tracter, sum hann segði, meðan teir báðir ungu fylgisveinarnir heilsaðu og nikkaðu á ein plain amish hátt og ynsktu mær ein signaðan dag. Og henda dagin, niðan eftir kongaligu mílini í Edinburgh, gekk aftur ein stálsettur skoti framvið øllum sjónleikarunum, hóast hann ikki spældi við í nøkrum, sum var palsett við jarðiskari bilettsølu, men var sín egin og einki annað, har hann gekk við tyktandi skelti og kikaði burturúr skegginum til himmals, meðan tungar taskur drógu hann niðuraftur at jørðini. Tað er nakað hugtakandi við tílikum tyktarkalum, hvar tú so møtir teimum.

People Make Glasgow, stendur allastaðni í býnum, og skotski fyrstiráðharrin á triðja sinni, Nicola Sturgeon, sigur um býin, at “One of the attributes Glasgow is best known all over the world is the friendliness of her people.” Eftir eina viku á staðnum kann eg ikki annað enn vátta at akkurát soleiðis er tað. Glasgow er best.

Atlantic Airways flýgur beinleiðis til flogvøllin í Edinburgh, hagani tú kanst taka bussin til Glasgow, hósdagar og mánadagar frá 7. apríl til 22. december í ár.

Nú gleði eg meg bara til, at Atlantsflog innfríar gamla lyftið um at flúgva beint til Newark flogvøllin í New York. Óansæð hvat hann kostar, eisini um tað er bíligari við SAS at fara um Keypmannahavan, so skal eg verða hin fyrsti at keypa ferðaseðil. Ferðing á egnum kjøli og egnum veingjum, til væl defineraðar grannar í okkara egna mentanarhøpi, tað er tjóðarbygging út í verð. Always!