Restina av árinum og fram til hálvan januar verður stór serframsýning við samtíðarlist á Listasavni Føroya.
Framsýningin Brot, sum letur upp fríggjadagin klokkan 16, leggur dent á føroyska samtíðarlist, sum er í stórum vavi. Savnið sigur í innbjóðandi tíðindaskrivi, at Listaverkini eru fjøltáttað brot úr føroysku samtíðarlistini, og at heitið eisini sipar til brot, sum eru frambrot og nýbrot, og tað at bróta burturfrá.
Vert er eisini at hefta seg við pallborðsfundin, List til eitt vist, sum Hergeir Staksberg skipaði fyri niðri í Perluni í mentunargøtuni hjá Tórshavnar kommunu fríggjakvøldið, har eitt samtíðarlistahús varð eftirlýst, bæði sum starvsstaður og framsýningarstaður.
Jón Sonni Jensen, sum sat við pallborðið, eigur stórsta einstaka verkið á framsýningini í Listasavninum í morgin. Pallborðsfundirnir halda fram eftir sama leisti, men við nýggjum listarligum fokus hvørja ferð, nakað sum tá Listasambandið varð stovnað í fýrsunum, og stevnur vórðu hildnar úti um landið. Ein nýskapan av kjakinum um list.
- Tjúgutúsund fólk hava vitjað á Savninum higartil í ár, sum er munandi fleiri enn undanfarin ár, sigur stjórin, Karina Lykke Grand, sum bjóðar kaffi og køku úr nýggju kaféini í forhøllini, har calvados fæst til kaffi, eins og perlandi svalligt stjørnucider úr Fraklandi. Tænastustøðið er munandi hækkað, síðan eg var her síðst.
Anna Maria Dam Ziska, sum í eitt ár hevur verið savnsumsjónarfólk fyri Solveig, sum er í farloyvi, hevur skrivað tekstin í lítla kataloginum um stóru framsýningina, har eisini sæst, hvussu væl útbúgvin ungu listafólkini eru. Alda Mohr Eyðunardóttir og Anný Djurhuus Øssursdóttir, sum báðar eru føddar í 1997, eru yngstu listafólkini, meðan Hansina Iversen, sum er fødd í 1966, er hin elsta. Við á framsýningini eru átta kvinnur og tríggir menn. Fleiri av listafólkunum hava knýti til Vestmanna, eg giti fýra.
Anna Maria vísir runt í Skálanum og greiðir frá um listafólkini og verkini, eins og korresponderandi linjur, tá tú gongur gjøgnum framsýningina.
- Statens Kunstfond í Danmark hevur stuðlað framsýningini, so tað er eitt gott tekin um, at tey síggja stórt potentiali í føroysku listafólkunum, sigur Anna Maria.
Fyrst fyri er Don’t touch my Silver Balls, sum tú fært beint frammaná frá Randi Samsonsen, sum var tað ein boksibóltur, tú ikki sleppur uttanum. Hon hevur hongt silvurkúlurnar, ið eru úr silvur viskosu og bummull, upp undir loftið við einum bøðilsknúti. Til vinstru aftanfyri er hugtakandi ljósa frisan hjá Kirstin Helgadóttir Birds in Flux, sum fer meir enn tríggjar metrar fram eftir vegginum við eini grafiskari styrki, ið stendur eftir sum ein darrandi ljóðmynd. Sterkt og djúpt perspektiverandi aftanfyri provokerandi hangman listina undir loftinum. Philippe Carré og ervamyndir úr føroyskum bygdum hómast í minninum, meðan tú fert fram eftir gólvinum.
Til høgru sæst eitt av velourverkunum hjá Randi, sum spælir við struktur, mynstur og litir við innfeldum dýrum og blómum, ið sum memento mori benda á tað í løtuni gamaní luksuriøst vitala, men sum einaferð skal følna.
Á vegginum næst við dyrnar er ull frá Búnaðarstovuni, sum er tøvd við sjónligum broddi, sum Alda Mohr Eyðunardóttir kallar At tøva upp í klett. Skapið er hugsað sum ein vatnbyrging ella hylki, so verkið ferðast á markinum millum tað persónliga og samfelagsliga.
Gangandi móti trappuni, lesi eg í myndaskránni at listafólk rannsaka og fortelja. Fyrra orðið og hugtakið brúka allir listaummælarar og -miðlarar so ofta, at tað nú smakkar mær illa. Hugsi, at rættlesturin av myndaskránni er nakað stívrendur og manglar summstaðni eitt flow av natúrligheit. Kanska tí, at kompositorisk og myndlistarlig viðurskifti eru so sjáldsom at skriva um á føroyskum. Tað skal mýkjast og smakkast ytst á tunguni.
Komin niður gjøgnum trappuna, hongur stramma kompositiónin Grind hjá Jens Dam Ziska til vinstru. Enska heitið er Skeleton, so motivið er júst tað, ein beinagrind, sum um eina leið er bátur av Bent Restorffskum slag og, kanska, rovini á einum hvali eftir drepning á Eystaru vág undir speglingini av Sjóvinnubankanum. Heilrunnið, sterkt og stramt allan vegin í gjøgnum.
So eru vit inni í heita rúminum. Pergamentbrúna verkið hjá Jón Sonna Jensen til høgru gevur rúminum, eisini Silju hinumegin forhangið, ein hunangsbleytan sólfingnan lit, og myrka tekstilverkið hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard á stóra vegginum beint fram savnar rúmið og fær allar lutir at glógva, meðan Anna Maria greiðir frá. Og so varnist eg, at After History hjá Rannvá Kunoy til vinstru nú er grønt um mesta flatan, og sjaterar yvir í purpur í endanum, ið er næstur okkum. Verkið, sum Setrið eigur, er 190 x 380 cm og tøknin er pigment, akryl og litspjaðing á lín.
Eskatologiska heitið, After History, er ein stjørnuglógvan av teknum, ikki minst nú ein kavbátur við tal- og bókstavafrámerkjun vitjaði okkum og stevndi inn í allar tulkingar um tað farna og tað komandi.
Niðast til vinstru lesi eg MMM, ið er amerikanska hernaðarheitið fyri mánað, tá árið verður gjørt upp in the big tally book, MMM/DD/YYYY. Upp og niður mitt fyri lesi eg YAMA, sum í hindi kann verða gudur teirrra deyðu og í buddismu sjálvur heljardrátturin.
Áprentaða kongakrúnan, sum gongur aftur, kann hinvegin vera ímynd av lívsins krúnu, sum sálmaskaldini siga. Men heilt aðrir tíðarbærir lyklar kunnu eisini tulka kakofonisku myndaglógvanina á søguvegginum, sum, serliga tá hon fer í purpur, kann bindast til bæði Prince og hansara navnatekin, og Michael Jackson í Neverland.
Í so máta er Peter Blake eitt ótømandi gullnám til undirvísing. Hann gjørdi Sgt. Pepper húsan hjá Beatles og Face Dances hjá The Who, har eisini David Hockney er við. Beint nú er 90 ára gamli Blake í Hard Talk í BBC.
Í kataloginum verður sagt, at Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard virkar í skiftinum millum list og sniðgávu, og einamest við tóvirki. Seinastu árini hevur hon granskað dygdirnar í føroysku ullini, og nýtir ofta ólitaða, føroyska ull. Fyrr hevði ull ein sera týðandi leiklut fyri lívið, men í dag verður tað mesta av ullini koyrt burt. Gjøgnum listina arbeiðir Ragnhild við at geva ullini viðurkenning sum eitt dýrabært tilfeingi og við at fáa hetta tilfarið við inn í framtíðina, so at vit minnast, hvar vit koma frá.
Verkið Dimma er sett saman av trimum stórum, vovnum myndum. Einstøku flatarnir eru settir síð um síð og uppbyggja eina samanhangandi, abstrakta mynd, sum kundi líkst mjørka ella einum æli, men samstundis er myndin heilt ófigurativ. Toystykkini eru spent upp á eina blindrammu, ið næstan fær verkið at síggja út sum ein málning. Á henda hátt nýtir listakvinnan siðbundið føroyskt tilfar á ein øðrvísi máta.
Jón Sonni eigur størsta einstaka verkið á framsýningini. Tað er Tarp No2, sum mátar 250 x 600 cm og er úr lateksi, tylli, við jarnstong og ketum.
- Tey, sum sóu framsýningina, VISCERA-CONSTRUCT, sum eg hevði í iNOVA í 2017, minnast kanska eitt líknandi verk, ið bar heitið Tarp. Hetta listaverk varð tá keypt av Ny Carlsberggrunninum og latið sum gáva til Listasavn Føroya. Tað hevur verið sýnt fram á savninum nakrar ferðir síðan keypið. Nýggja verkið, sum er nummar tvey í Tarp røðini, er tí eitt slag av eftirfylgjara, sigur Jón Sonni.
- Eg byrjaði arbeiðið við Tarp No2 í 2018, og nú er tað liðugt. Verkið er bygt upp av tólv smølum lodrættum fakum og hongur úr eini langari jarnstong. Nærkast tú verkinum, varnast tú tann eykenda luktin, sum tað gevur frá sær. Lukturin minnir um bivoks, gummi, fisk ella annað lívrunnið. Lukturin ger okkum greið um, at tilfarið er lívrunnið - nemliga lateks, harpiksi frá gummitrøum, eitt viðbrekið og lætt ávirkiligt tilfar, sum t.d. ikki tolir at standa í sólarljósi, og tolir ikki skiftandi hitalag og upploysist av ávísum oljum. Sigast kann tí, at lateks er líkt okkara kroppum, sum jú eisini lættliga verða ávirkaðir av útvortis árini. Verkið, sum allarmest minnir um eina stóra húð ella hynnu, ber eisini brá av at hava verið ávirkað av eksternum kreftum. Á flatuni síggjast myrkir blettir, sum allir bera sama skap, endurtiknir tríggjar ferðir, ein veikur, ein týðiligur og ein upploystur. Blettirnir eru úrslit av frosti, sum verkið bleiv útsett fyri í 2018, tá eg flutti verkstað. Tað hevur síðan ligið samanlagt og innpakkað í longri tíð, og frostskaðin hevur bløtt ígjøgnum løgini soleiðis, sum verkið hevur ligið. Myrku blettirnir lýsa tí eina stigvísa upploysn av tilfarinum, og siga okkum eina søgu um tilfarið, um tíð, um viðbrek, um veikleika og um tilvild. Vavið á verkinum er imponerandi. Kemur tú tætt at tí, kennist tað, sum um verkið hvørja løtu fer at koppa og detta oman yvir teg, balla seg um teg, og slúka tín kropp, allan sum hann er, og verður ein eyka húð ella presending. Og hetta er nemliga tað, sum eg vil. Eg vil hava, at tú skalt kunna merkja hetta á egnan kropp, uttan at tú nakrantíð hevur nortið við tað. Eg vil hava, at tú skalt fáa eina blandaða kenslu av atdrátti og andstygd. Eg vil hava eitt millumspæl millum teg og verkið, um tú vilt tað ella ei, sigur listamaðurin, Jón Sonni Jensen um Tarp No2.
Ein yðjandi rond av lívi og kæti, er tað fyrsta eg síggi í Quiet Ordinary Things hjá Silju Strøm, sum er heilt egin í føroyskari myndlist og hevur fingið høvuðsveggin á framsýningini, aftanfyri verkið hjá Jón Sonna, sum kastar eitt gulligt ljós á veggin.
Aftast í grundkompositiónini hómi eg ein farra av tí ljósasta úr kompleksu Livsfrisen hjá Munch í Oslo, blandað við sólmyndini hjá Poul Horsdal í veitsluhøllini í Landsjúkrahúsinum, og fremst og týðuligast síggi eg dansiringin hjá Matisse og kapellið hjá honum í Nice við snøgt einføldu strikunum, og so bang omaná David Hockney, tá hann svimur og plaskar í tí himmalbláa summarinum við reyðstríputum stólum at liggja í. Og so umhvarvið av kroppum, sum í øllum lívsins viðurskiftum taka um hvønn annan, standa á tá og strekkja seg til tað ytsta og, kanska, kasta seg úti. Ein perfekt stórmynd til móttøkuna í nýggja høvuðssætinum hjá Løgregluni har uppi við R.C.Effersøesgøtu, sum er transformerað úr tungum flakavirkisbetongi til eina eleganta flatu, sum við ásettum træstavum hevjar seg uppeftir.
- Eg tók orðingarnar "at lyfta í felag" og "umsorgan, nærvera og álit" úr informatiónstilfarinum at byrjað við, sigur Silja um uppgávuna, at gera stóra málningin til móttøkuna í bygninginum.
- Hetta eru evni eg arbeiði nógv við í høvuðsevninum í mínum myndum, og eg valdi at brúka hesar orðingarnar, at lýsa mín tilgang til uppgávuna. Eisini helt eg, at hesi evni hóska væl til almennar myndaprýðingar. So byrjaðu brot úr myndum at formast og setast saman, til eg hevði gjørt eina myndarøð av fólkum, ið lyfta onnur fólk upp á sama stig, tey sjálvi standa á. Fólkini, ið hava brúk fyri hjálp, eru antin dottin, eru um at detta, ella eru á einum stigi niðanfyri hjálpandi hondina, og duga ikki at sleppa upp á sama stig, uttan at onkur omanfyri, ella á sama stigi, sum tey sjálvi, rætta hondina niður og hjálpir teimum upp. Haraftrat eru eisini myndir av meira isoleraðum kroppum, og kroppum ið útstrála vælveru og veitsluhuga. Eg royni altíð at vekja kompleksar kenslur og evni við eini lættari hond. At brúka litir á ein spælandi hátt, og soleiðis at skapa hugbindandi hugløg, sveimandi samanspæl millum menniskju og teirra umhvørvi. Ikki ein beinleiðis lýsing av samfelagssligum avbjóðingum, men heldur ein tilsiping. Heitið sipar til tey vanligu, vakru, óáhugaverdu tingini, vit gera og síggja hvønn dag. Primerlitirnir reytt, gult og blátt eru altíð í myndunum, og hesir verða settir saman við sekunderlitum ljósareytt og gráum, skitnari litum.
Speaking in Tounges er heitið á stóra verkinum hjá Hansinu Iversen, sum er 220 x 420 cm. Í skránni verður sagt, at listin hjá Hansinu letur upp ein hugtakandi heim, har ið litir og skap hava høvuðsleiklutirnar. Hon arbeiðir einamest við abstraktari málningalist, har hon granskar og vísir sambandið millum form og lit. Málningarnir eru mentir út frá hugskygninum og innlivingini hjá listakvinnuni, ið málar beinleiðis á løriftið uttan at gera fyrireikandi skitsur áðrenn. So líðandi mennist myndin meir og meir, og tilgongdin gerst alsamt meiri planløgd og kontrollerað ímóti endanum. Málningurin, ið Hansina Iversen sýnir fram, er uppbygdur við skiftandi litbrigdum í gráum, lilla, gulum, reyðum og svørtum. Litirnir, ið vísa seg í ymsum sniðum og formum, skapa eitt hugtakandi rúm í fleiri løgum í málninginum, sum næstan bjóðar áskoðaranum at trína innar í myndaheimin hjá Hansinu Iversen.
Samanumtikið verður at enda sagt soleiðis um framsýningina Brot:
Tosa vit um føroyska list, er tað ofta naturalistiskir landslagsmálningar við olju á lørifti, ið koma til hugs, av teirri góðu orsøk, at hetta slagið av list fyllir serliga nógv í føroysku listasøguni og hevur verið sterk siðvenja í Føroyum í øldir. Í 1960´unum og 1970´unum flyta vit okkum tó longri og longri frá naturalistiska málninginum og afturkenniliga myndevninum og nærkast abstraktiónini við slóðbrótarum sum Jack Kampmann og Ingálvi av Reyni. Men hvat sermerkir føroyska list í dag? Hevur føroyska samtíðarlistin nøkur felagseyðkenni?
Listaverkini á framsýningini hava tað í felag, at tey rannsaka nýggj úttrykk, nýggja tøkni, ella nýtt tilfar, og at tann siðbundna, naturalistiska endurgevingin av einum ítøkiligum myndevni er slept. Øðrvísi tilfar so sum byggiskúm, mylar, mjólkarpakkar og mangt annað er at síggja á framsýningini, meðan meira siðbundið tilfar so sum oljumáling og ull verður nýtt á ein hátt, ið víkur frá føroysku siðvenjuni.
Verkini á framsýningini koma inn á fleiri øki og viðgera fjøltáttað evni. Evni sum til dømis tað kropsliga, sambond og burðardygd verða tikin upp, umframt at fleiri av verkunum sipa til rák í alheimslistasøguni. Hóast verkini eru sera fjølbroytt, fáa tey ein felagssamanhang í framsýningarhølinum. Tey tosa saman og siga okkum nakað um tað, sum rørir seg í samtíðarlistini og í samfelagnum í Føroyum í dag.
Listafólkini, ið eru við á framsýningini, eru: Alda Mohr Eyðunardóttir, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy og Silja Strøm.