Tað er ikki bara kommunan, sum í hesum døgum heldur hánt um allan estetikk, og enn minni lurtar eftir býarbørnum og skattaborgarum, tá um skemmandi byggimál ræður.
Sama er galdandi fyri privata byggikompleksið hjá Havnar Klubba, sum hevur røtur aftur til 1799, og tískil er elsti óslitnaði mentanarfyriskipari í landinum.
Eftir losju og ølklubbavirksemi í øldir, fór Klubbin í nýggjari tíð undir biograf og diskotek, har nógvir pengar vórðu at vinna, tí vaksandi ungdómurin í høvuðsstaðnum hevði onga aðra staðni at fara.
Í dag eru fleiri Klubbaleigumál við matstovum, sum í onkrum føri vil savna barnafamiljur. Hyggur tú inn í okkurt av hølunum, sæst skilliga, at tað er langt síðan at málarapensil hevur verið á brúnkaða bróstinum, sumstaðni so langt síðan, at onkur gavstrikkur hevur gjørt sær tann sport, at skriva eitt pinkulítið árstal á veggin, og so bíðað til tað er lagt undir eitt nýtt strok av máling. Men mentanarliga stórheitstíðin er passé. Her eru ongar ferniseringar í veitsluhøllunum longur.
Traðka vit útum, so síggja vit størsta og mest ásjónliga vegg í miðbýnum. Hægstur og breiðastur fram við Tinghúsvegnum, ið er elsti vegur í Havn, og hevur fasta framlinju. Vegurin, sum í beinari linju knýtir modernaða Vaglið við gomlu neytagøtuna í haganum, liggur í niðasta parti í skugga, meðan ovari partur er gomlu tøttu húsini, sum enn eyðkenna tættbygdu Havnina, har privatfólk búgva. Í niðara endanum hevur kommunan lagt bestu og søguríkastu íbúðarhúsini undir seg til einki, kanska skrivstovur, alt meðan fólk skríggja eftir bústaði, og politiska uppáhaldið um bústaðarskyldu ikki er ókent í kommunalpolitiskum retorikki.
Antin vit fara inn í klubbakompleksið frá Dómhúsinum aftanfyri ella Tinghúsinum frammanfyri, so er ikoniska fasadan merkt av forfalli og strípum eftir slíggjutum lekum, helst frá kinesisku karnappunum, ið einaferð hava roynt at gjørt veggin vakrari. Men tað er beint tvørturímóti.
Hvørja ferð vit brúka bakdyrnar, renna vit okkum í deymin av samantrunkaðum skundmati, og frammanfyri síggja vit mest sum hvønn dag Kringvarpið filma tingmenn upp móti vegginum, sum mitt í býnum dregur frá øllum estetikki og tekur frástøðu frá trivnaðarbundnum byggisiði og viðurkendum vakurleika.
Helst hin ljótasti miðbýarveggur, halda flestu, ið ganga framvið Klubbanum, sum einaferð stóð fyri stórsinni og altjóða veitslum fyri betra borgaraskapið í meir enn tveyhundrað ár, íroknað bestu føroysku sangir til seyðarhøvdaveitslur fyri mannfólkapøbilin í Havn.
Alt hevur sína tíð.
Men eftir stendur at estetikkurin í Havn hevur tað so ringt, at klaksvíkingar, sum í vikuni settu evnið til debatt, eiga sum skjótast at koma suður at læra landsmenn og -kvinnur í høvuðsstaðnum um týdningarmesta snúningsás í miðbýargerð: estetikk.
Ímeðan slepst ikki undan at síggja uppá kinesiska múrin, sum er ljótasti veggur í Havn, simpulthenn tí at hann er so stórur og hýsir so nógvum virksemi - og er beint yvirav Tinghúsinum, so vit verða mint á hann, hvørja ferð eitt intervjú verður gjørt við ein vónríkan bygdapolitikara, sum í mynstrutari knappatroyggju hevur latið seg velja til at ganga millum húsini í Havn.
Estetikkur má á breddan og tað púra leyst av kommunalt javnandi flokspolitikki, sum beint ímóti sosialistiska grundsjónarmiðnum um virkna borgaran hevur valt at fara í hernað ímóti býarbørnum.
Kanska longu frá fyrsta fólkaskúlaflokki.
Ella verður tað, sum Kalsoy segði í Varðanum fyri hundrað árum síðan um føroyska dansin, at nú var hann komin á gravarbakkan. Tað hendi ikki, men nú hevur estetikkurin í Havn fingið prügelknabeleiklutin sum gravarbakkasøkjandi mentanarfyribrigdi. Kanska skal ein landsinnsavning til at minna á og bøta um estetikkin í hart trongda miðbýnum í Havn. Skjótt hin ljótasti í Norðurlondum.