Skip to main content

Tíðindafiskur á borðiskinum

Bankatoskur hevur aldri áður verið so vælumtóktur í Havn, sum farna vikuskiftið, tá matstovurnar, sum borðreiða við fiski, keyptu burturav veiðuni hjá havrannsóknarskipinum, Jákupi Sverra,

Fyrst bjóðar matstovuleiðarin, John Mikkelsen, eitt glas av perlandi svalligum cremant víni frá Meyer Fonne úr Alsace, sum er vælvalt undirkast til fiska- og bankamáltíðina, ið nú skal berast inn á borðið í fimm stigum, sum var tað ein opera, har allir leikarar fáa ein lut, og hjúklað verður fyri interaktiónini við hvønn einstakan gestagóma. 

Kokkar eru John Eli Kristmundsson og Jónas Lindenskov Schiller.

Karin sigur mær nøvnini á øllum í køkinum hetta kvøldið. Tey eru frá vinstru: Karin, Jana, Jónas, Tóra, John Eli og John, og fremst fyri eru Trygvi og Jákup.


Fyrsti rættur í Áarstovu er tartelettir við toski og hýsu og kaviari omaná. Roykt salt verður serverað aftur við breyðinum. Perfekt á smørið. Tað er smálutirnir, ið byggja heildina. Í gløsunum er nú franskt chardonnay frá slottinum hjá prinsgemalen, Cayx, sum hevur frámerkið Mary 50. Enn ein passandi tilsiping í hesum kvinnuligu drotningadøgum við sitrus og abrikos smakki.

Við borðið tosa vit um matvanar fyrr og nú, og onkur, sum hevur arbeitt á hotelli, sigur frá um, hvussu leingi tað var at fáa deymin av turrum fiski burtur, tá ólavsøkan var farin aftur um bak. Tá kundu hotelkømrini ikki seljast ferðafólki í nógvar dagar.

Nú kemur suðurlendsk brandada við føroyskum saltfiski á borðið. Omaná er persilla og rivin Múlaostur. Í gløsunum er Vaudon Chablis frá fasta sambandinum, Joseph Drouhin. Rúmligari gløs til stóra franska smakkin, sum er turrur, merktur av frukt, gulligt yvir í grønt í litinum, og framúr korresponderandi við havbotnin á norðuratlantiska Bankanum, har eingin tari er. Mineralski smakkurin, sum liggur leingi á, hevur eisini ein varisligan farra av dreymkorra, koriander. 

Sama góða vín er parað við næstu rættunum, sum fyrst eru vælsmakkandi og stórar lippur í tomat, og so høvuðsrætturin, sum er smørsteikt flak av nýveiddum bankatoski við kapers omaná og patchoy salati afturvið. Hetta er innasti kjarni í máltíðini og orsøkin til at vit savnast kring borðið at halda serføroyska bankatoskin fram, støðugt foredla hann og síggja til, at hann framhaldandi verður gyltasta blað í Føroya matstovuvinnu.

Vit skifta orð um, hvørt toskur av Bankanum ikki kundið verið flokkaður sum annað enn toskur1, men semja er um, at øll kenna føroyska heitið, brandið og vørumerkið, bankatoskur.

Omaná fáa vit myrka sjokulátu við italskum mascapone kremosti, og muscat dessertvíni, sum smakkar av abrikos og súrepli, afturvið.

Fyri hvønn íbúgva eiga vit mest av fiski í øllum heiminum, helst eini tjúgu tons uppá fólkið, meðan Ísland er næst í røðini við bara tveimum tonsum uppá íbúgvan.

Avbjóðingin hevur altíð verið, hvussu vit, sum ganga á turrum, síggja hesa rekord aftur.

Tað hava búskaparfrøðingar, reiðarar og sjómenn havt greiðar fakligar, og onkuntíð eisini floksstýrdar, meiningar um, tá hesi rekordstóru samfelagsligu virði skuldu gerast upp og býtast javnt millum okkum føroyingar.  

Frá at eta fisk heima og kjøt úti, sum vanligt var fyri aldarskiftið, er staðbundin og innovativ matgerðarlist, gastronomi, komin til okkara. Vilja vit tað og hava vit ráðini, so kunnu vit sjálvi taka dagar ímillum góðan fisk og annan fisk á okkara egna keypta tallerki, tá vit fara út at eta á fiskamatstovum í Havn. Búskaparpolitiska abstraktiónin, sum fiskur í øllum tíðindunum, tíðindafiskur, altíð sleppur at vera, helst tí hann skal verða fjaldur fyri okkara eygum, gevur nú meining at seta tennirnar í. 

Beint nú.

Tí ovast á bunkanum er bankatoskur, sum er fremsta rávøran, úr egnum sjógvi. Tað haldi eg og fleiri við mær. Avbjóðingin er at umsita hetta ómissandi virði rætt og skynsamt fyri fjøldina og eftirkomarar. Og har ríða vit á eini knívsegg, fyri at taka eitt køksamboð sum mát.

- Føroyabanki varð hesuferð ein mega success, ongantið hava so nógvir gestir verið á fiskamatstovunum í Havn, sigur íverksetarin Jóhan Mortensen, sum fyri ellivu árum síðan fann uppá at varpa ljós á hin føroyska bankatoskin, søguliga og nútíðar gastronomiskt, altíð á ein innovativan hátt. 

- Og vit hava sera stórar ætlanir fyri marstúrin, John og eg, sigur Jóhan eftir væleydnaðu borreiðingina við bankatoski í Barbara Fish House og Áarstovu um vikuskiftið. - Nú virkar friðingin á bankanum, toskurin mennist, og Hallur spældi á rakettstøðini á Unst, og nú má eingin sleppa at oyða bankan, sigur Jóhan.

Toskurin á Føroyabanka er møguliga í ferð við at koma fyri seg aftur, skrivar Havstovan á heimasíðuni. Yvirlitstrolingin á Føroya Banka, sum verður gjørd á hvørjum heysti, gevur ábendingar um, at meira er av toski. Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, hevur júst gjørt árligu heystyvirlitstrolingina á Føroyabanka, har 29 hál á ein tíma vóru gjørd. Tað var væl meira at fáa av toski enn undanfarin ár og var hetta toskur í øllum støddum. Hetta samsvarar við úrslitini frá yvirlitstrolingini um várið, har meira hevur verið at fingið av toski síðan 2020. Sostatt eru tekin um, at toskurin á Føroyabanka møguliga er í ferð við at koma fyri seg aftur eftir, at toskastovnurin fór niður í nærum einki í 2006. Friðing varð sett í verk í 2008, og hýsan kom fyri seg í 2017. Eisini øktist nøgdin av longu og havtasku nógv um hetta mundið, men lítið var at fáa av toski, bæði í yvirlitstrolingunum og í royndarveiðu við línu. Hugsanir hava verið frammi um, at toskurin ikki tolir so væl øktan sjóvarhita og at hetta var orsøkin til, at hann ikki kom fyri seg eins og onnur fiskasløg, havandi í huga, at sjógvurin er serstakliga heitur á Føroyabanka. Um hetta er rætt, eru framtíðarútlitini fyri tosk á Føroyabanka døpur. Yvirlitstrolingin hesa seinastu vikuna bendir tó á, at støðan er meira jalig, og at eitt lágt veiðitrýst er ein hóskiligur háttur at fáa toskin á Føroyabanka – og møguliga aðrar staðir við – at koma fyri seg aftur og at trívast. Yvirlitstrolingin vísti eisini, at tað framvegis er nógv til av hýsu á Føroyabanka, men at nøgdirnar av longu og havtasku møguliga eru minkaðar nakað. Nebbasild var høvuðsføðin hjá toskinum Jákup Sverri fekk í seinastu viku. Hetta er møguliga ein orsøk til, at lítið fæst av toski við línu.

Lutvíst døpuru útlitini, blivu ikki bjartari, tá vit fjúrtanda september av øllum døgum í árinum fingu at vita, at nú høvdu Føroyar mist MSC-góðkenningina fyri tosk, tí gýtingarstovnurin var farin niður um markvirðið hjá ICES fyri burðardygd. Hetta førir við sær ein fyribils steðg, sum Faroe Islands Sustainable Fisheries hevur sett í verk.

Petur Steingrund, sum granskar tosk fyri Havstovuna, sigur um orsøkina, at sjógvurin á landgrunninum er so heitur, at toskurin ikki hevur bestu umstøður at gýta.

Á Grøna Prestakonventinum í farnu viku, greiddi hann frá um, at hitin í sjónum kann avmarka, hvussu nógv vistskipanin tolir. - Men við einum burðardyggum veiðutrýsti ber til at bjarga nógvum. Í fyrilestrinum greiddi hann frá, hvørjar avleiðingar kunnu standast av øktum hita í sjónum, og um hetta fer at raka fiskasløgini, sum vit hava livað av í øldir, sigur Petur Steingrund við Útvarpið.

Í tíðarritinum hjá Havstovuni, Sjóvarmál, verður í nýggjastu útgávuni, sum kom í vár, greitt frá um Føroyabanka, sum vit ofta tengja afturat friðing. Men nú verður mælt til at latið verður upp fyri vinnuligum fiskiskapi við línu á Bankanum. Eilif Gaard, fyrrverandi stjóri, skrivar soleiðis um Føroyabanka í nýggjasta Sjóvarmáli:

Føroyabanki hevur verið friðaður fyri nærum øllum vinnuligum fiskiskapi grynri enn umleið 200 metrar síðan 2008/2009. Orsøkin er, at toskastovnurin hevur verið sera illa fyri síðan 2006. Í Havstovu-tilmælinum frá november 2018 varð mælt til, at „Havstovan og Fiskimálaráðið samskifta um, hvussu avmarkaðar royndir kunnu skipast undir neyvum eftirliti“. Fleiri slíkar royndir vóru gjørdar í 2019 og 2020, og úrslitini frá línuroyndunum í 2021 eru víst í tíðarritinum. Úrslitini vísa, at tað framvegis var sera lítið at fáa av toski í mun til onnur fiskasløg. Línuroyndirnar vóru gjørdar við tí endamáli at gera eitt kort yvir útbreiðsluna av toski í mun til onnur fiskasløg fyri at vita, um tað bar til at fiska í ávísum økjum á Føroyabanka uttan at tað gekk toskinum ov nær. Úrslitini vístu, at toskur var spjaddur um allan Føroyabanka seinna hálvár í 2021. Í gýtingartíðini heldur toskurin tó mest til í eystara partinum av Føroyabanka. Mælt verður til, at tað verður latið upp fyri vinnuligum fiskiskapi á Føroyabanka í 2022. Mælt verður til, at høvuðsreiðskapurin á Føroyabanka framhaldandi verður lína, og at línufør fáa 200 fiskidagar tilsamans. Hetta fiskidagatalið er hægri enn teir umleið 100 fiskidagarnir, sum vóru brúktir í 2021 í samband við vísindaligar kanningar. Hinvegin er fiskidagatalið lægri enn 900, sum er umleið 10% av fiskidøgunum á føroyska landgrunninum. Mælt verður til, at økið eystan fyri 8°37’ W verður friðað í gýtingartíðini hjá toski, sum er frá 15. februar til 15. mai, báðir dagar íroknaðir. Fyri at halda veiðitrýstinum á toski niðri verður mælt til, at snellufiskiskapur á Føroyabanka verður avmarkaður í størst møguligan mun. Tað má tryggjast, at veiðihagtølini fyri Føroyabanka eru nøktandi og ikki koma í bland við hagtøl frá føroyska landgrunninum. Havtaska etur millum annað tosk, og nógv hevur verið til av havtasku á Føroyabanka síðstu árini. Tað er lítil vitan um samspælið millum havtasku og tosk á Føroyabanka, men ein møguleiki er, at havtaska kann darva toskinum á Føroyabanka at koma fyri seg aftur. Mælt verður tí til, at vísindaligu royndirnar við gørnum halda fram í 2022.

Fiskur undir Føroyum er hampuliga væl dokumenteraður í bókum og øðrum útgavum. Um bankatosk siga Petur Steingrund og Luis Ridao Cruz í einum faktablaði, at undir Føroyum eru tveir sjálvstøðugir toskastovnar, toskurin á Landgrunninum og toskurin á Føroyabanka. Harumframt er toskur av íslendskum uppruna vanligur á Íslandsrygginum. Lítil vitan er um stovnsuppbýtið hjá toski á Ytrabanka/Bill Baileybanka og Ytstabanka/Lúsabanka. Toskurin á Føroyabanka er ljósari á liti, sporlið er breiðari og lukturin verður sagdur at vera øðrvísi. 

Ovast á faktablaðnum um bankatoskin stendur at lesa, at hetta er serføroyskur fiskastovnur, gagnfiskur, botnfiskur, at elsti aldursgreinaði toskur undir Føroyum er 30 ár og longsti mátaði toskur undir Føroyum er 146 cm. Víðari stendur, at toskur á Føroyabanka er ógviliga støðufastur, við tað at hann nærum ikki ferðast av Bankanum. Merkingarroyndir av bæði bankatoski og toski á Landgrunninum vísa, at nærum ongin ferðing er teirra millum. Bankatoskurin veksur munandi skjótari enn toskurin á Landgrunninum og toskur á flestu støðum í Norðuratlantshavi. Longu sum 3 ára gamal er hann í miðal um 69 cm til longdar, 5 ára gamal 83 cm og 8 ára gamal 97 cm til longdar.

Bogi Hansen sigur í bókini Havið (2000), at av teimum bankunum, sum liggja uttan um Føroyar, er Føroyabanki í mangar mátar tann mest sermerkti. Hann rísur frá stórum dýpi og kemur næstan upp til vatnskorpuna. Ovast á er hann umleið 90 metrar djúpur, og ein stórur partur av honum er grynri enn 200 metrar. Líka sum Landgrunnurin hevur Føroyabanki eisini eitt rák, sum melur rundan um hann. Tað hava serliga royndir við drívboyum víst.

Bankatoskur, sum hevur verið borðreiddur á henda hátt á matstovunum heima í Havn síðan 2011, er enn høgt í metum hjá innlendskum og útlendskum matstovugestum. Í ár eisini í Áarstovu, har signaturrætturin annars  er lambstjógv fyri tvey. Tá umræður bankatosk er prísurin fyri fimm rættir 750 krónur. Veljast kann millum djús- ella vínskrá afturvið, og vælkomudrykk, kaffi omaná og konjakk.

Heima í Havn tykist bankatoskur at verða komin í besta stima nakrantíð hesi árini.