Í fyrndini plagdi eg at fara á aðalfund í einum fakfelag. Men tá eg nakrar ferðir gloppaði tungu hurðina og sá, at nú sótu tríkvart av limunum og bundu og kastaðu uppá, mátti eg sanna, at hetta var ikki mín samkoma, sum prædikað varð til einaferð um árið. Rýmdi og slepti hesum tulkingarfelagsskapi. Havi ongantíð søkt hann aftur.
Hvørja ferð eg í grannalagnum gangi framvið útigarðinum í einum skúla, sum einaferð var landsins størsti, verði eg mintur á útskúgving. Altíð stendur eitt fátal, onkuntíð bara ein genta, tí genta er tað av onkrari orsøk altíð, og tekur seg burturfrá, tí hon týðuliga ikki er partur av nýbyrjaða felagsskapinum í nýggja skiftisritualinum, sum skúlagongd er.
Í Degi og Viku í gjárkvøldið var eitt óalmindiliga langt tíðindainnslag um útskúgving. Peikað var á 23, meðan hin 24’inda var útihýst. Hetta upplýsti landstýrismaðurin við ábyrgd fyri økinum beint í kamera hjá sendingini, sum tænir almenninginum.
Gandatalið 24 fór aftur at spøkja.
Fyrr var verkfall, tá næmingarnir í einum flokki fóru upp um 24. Tað markið var heilagt hjá forkvinnuni í felagnum hjá lærarum, tann tíð ta var.
Nú eru meir enn tvær ferðirnar so nógv í onkrum flokki.
Men aftir til hina 24’indu, sum einsamøll stóð eftir, tá landstýrismaðurin kunngjørdi, at hon ikki var millum hini 23 í flokkinum. Óynskt og útskúgvað. Tað helt eg vera ein tyngjandi upplýsing.
Var tað neyðugt at koma út við tí? Ella er útskúgving blivin ein so inngrógvin partur av politisku skipanini, at hon fer framum gdpr og alla persónliga dátuvernd, og bara er ein natúrlig gongd, útskúgvingin?
Og so eftirfylgjandi at síggja forsvarstalur frá teim bókstavatrúgvu poppa upp á fólksins almenni. Tað er sum amen í kirkjuni. Útskúgving er sjónligasta virkisamboð í føroyskari savningarmentan.
Tað skal síggjast, at vit eru komin til maktina, segði ein flokkur, ið fremst vildi maktina og skapti hesa polarisering, ið hevur útskúgvingina sum støði. Eg haldi eg fari at skúgva hann út úr mínum huga. Og óbenda hugin til makt.