Skip to main content

Kagemusha kyndi logan


- Summi síggja ljósið í samkomuhúsinum, eg fann tað í Leikhús Bio. Á heysti 1986 var eg júst fyltur fjúrtan. Filmurin var Kagemusha eftir Akira Kurosawa, og tað var Filmsfelagið, sum vísti hann, sigur Gudmund Helmsdal, sum heilsar Filmsfelagnum á 60 ára degnum

Gudmund Helmsdal

Alt tað eg minnist havi eg elskað film. Men møguleikarnir at síggja film í Leynum í 1980’unum vóru ikki teir stóru. Vit høvdu onki sjónvarp. So eg mátti klára meg við at ganga í biograf í Havn av og á, ella tá eg var niðri í summarfrí at ganga úr bio í bio allan dagin á tamb. Onkuntíð vóru tað eisini sundurkliptir klassikarar á Super 8 til barnaføðingardagar. So fyri tað mesta las eg alt eg fekk hendur á um film, klipti út greinar og myndir úr bløðum, og klistraði alt í mína filmskrappbók. 

Onkra hendinga ferð sá eg filmar á video heima hjá vinmonnunum í Leynum. Ein sera stór løta, var tá eg sum 10-11 ára gamal sá Conan the Barbarian við Arnold Schwarzenegger uppi hjá Andrias og Hans Petur, synirnir hjá Dagfinn Arge, ið nýliga vóru fluttir til Leynar við spildurnýggjari VHS maskinu. Tað var ein opinbering. Blóð, boppur, innvølir, Arnold og eitt fantastiskt soundtrack eftir Basil Poledouris! Eg elski enn Conan! Mín kærasta guilty pleasure kann man róliga siga. 

Omma mín, Annie, fekk sær eisini sjónvarp tá SvF umsíðir riggaði í Leynum, so nú sat eg hvørt kvøld frammi hjá henni og hugdi. Bardi meg fram í øllum veðri. Hóast tað sum oftast var Dallas, Dollars ella Zacharias Hammer á skránni. 

Einaferð spurdi mamma ommu hvør Steven í Dollars var: “Hatta er ein bøssi,” segði Omma. “Ná, for sørin”. 

Og soleiðis gekk práti millum ginsjussarnar frammi hjá Ommu tá í 1980’unum. Men so hendi av og á, at okkurt kom yvir tey har í programmdeildini í SvF. Tað einu ferðina var gysarin Invasion of the Body Snatchers frá 1978 hjá Philip Kaufmann við Donald Sutherland á skránni. Hesin var neistin til ein lívlangan alsk til Horror filmin.

Eina aðru ferð gliðu tey og komu til at senda Yojimbo hjá Kurosawa frá 1968 - filmurin, sum skuldi blíva neistin til Spaghetti Western sjangruna, tá Sergio Leone gjørdi eina pasta-útgávu við heitinum A Fistfull of Dollars

Eg var longu tá ein Japan/Samurai fjeppari, men fokk hetta var stórt! Ein vøkur og vill svørthvít søga um ein einsamallan og harraleysan Samurai, ein vallandi Ronin, sum setur tveir stríðandi bandar uppá pláss í einari lítlari bygd í Japan í 1860’unum. Eitt tað fyrsta Toshiro Mifune sær, tá hann kemur til bygdina, er ein hundur við eini avhøgdari hond í kjaftinum. So eru vit í gongd! 

So ja, blóðugt fantasy, tað makabra, groteska og partvís poetiska hugtók meg sum pilt, soleiðis var tað bara. 

Men í 1984-85 byrjaði Filmsfelagið, ið varð stovnað í 1962, so smátt at koma afturíaftur. Tey høvdu javnan sýnt klassikarar í biografunum, men nú kom av álvara ferð á. Fyrstu ferð eg varnaðist felagið, var tá ein rúgvismikil skrá kom út, við alskyns klassikarum, ið eg bert hevði lisið um. Tá í tíðini var nærum ógjørligt hjá føroyingum at fáa atgongd til slíkar filmar, so hetta sá heilt fantastiskt út! 

Eitt tað fyrsta eg beit merki í, var ein lýsing fyri Derzu Uzala hjá Kurosawa, ið skuldi vísast í Leikhús Bio í februar 1985. Tíverri var 16 ára aldursmark hjá Filmsfelagnum, so líkamikið hvussu illa tólv ára gamli filmsnørduti eg royndi og leikaði í, slapp eg ikki at síggja Derzu Uzala í biografinum. 

Men tað várið eydnaðist mær at enda - við treiskni og áræði - at tiltuska mær eitt undantaksloyvið til sýningarnar hjá Filmsfelagnum aðru hvørja viku. Sum oftast fylgdist eg við stórusysti Rakel - kanska var tað tí eg slapp - ella vóru tað bara Birgir ella Ole Wich, sum forbarmaðu seg yvir meg. 

Nú byrjaði mín filmsliga útbúgving av álvara. Sum ein fliða seyg eg til mín filmar eftir Tarkovski, Fellini, Taviani brøðrunum, Bergman, Kubrick, Alan Parker, Visconti, Sergio Leone, filmar úr Afrika, Japan, úr India, Kina...  

Og hetta leiðir okkum til vekingina í november 1986 og Kagemusha. Hendan veking kom helst í, av eini samanrenning av mínum brennandi áhuga fyri japanskari søgu og øllum tí, eg hevði sæð og lisið um Kurosawa. 

Var tá longu væl vitandi um stríðið millum krígsharrarnar Takeda Shingen, Oda Nobunaga og Tokugawa Ieyasu, sum filmurin tekur støði í, men at síggja hesa tíðina blíva livandi í hondunum hjá einum 70 ára gomlum meistara, hesum filmiska yrkjara, sum er ímyndin av tí filmiska frásøgufólkinum, kendist fyri meg sum at blíva raktur av toruni.

Eg minnist, tá eg koyrdi heim við babba eftir oyggjarvegnum tað kvøldið, ein fevnadi kensla av míni lívs størstu filmsuppliving sat í kroppinum og var sitandi leingi aftaná. Kenslan av at vita við vissu, at filmur er tað einasta eg veruliga hevði hug at fáast við, og at hesar løturnar í biografmyrkrinum vil eg sleppa at uppliva aftur og aftur restina av lívinum. 

Týdingurin av at síggja ein film í felag í biografinum. 

Hesa kensluna fær tú ongantíð heima í stovuni, líkamikið hvussu stórur skíggin er. 

Myrkrið, ljósið, søgan og menniskja har ímillum. 

So takk Filmsfelagið fyri at kynda logan í mær, sum neyvan slóknar aftur, og tillukku við teimum 60 árunum! 

Gudmund Helmsdal