Í kvøld møtti eg Marjun Syderbø Kjelnæs við senukantin til Gentukamarið, og fór at grunda yvir týdningin av mentanarjournalistikki.
Eins og vit í føroysku pressuni hava evarska lítið av rannsakandi tíðindavirksemi, hava vit enn minni av mentanarligum tíðindavirksemi.
Í dag var eitt undantak. Trygvi Danielsen skrivaði í morgun eitt ummæli fyri Dimmu á Facebook av sjónleikinum Gentukamarið, sum seinastu ferð kundi síggjast á Tjóðpallinum í kvøld. Fór beint at keypa bilett á netinum.
Fái pláss á B12, sum er ein góður vitaminsessur.
So inspirerandi er tað, at lesa eitt ummæli, ið byggir á góða fakliga grund, og vendir sær beint til forvitna lesaran seinasta dag, leikurin sæst. Brúksnyttan er í topp. Hurrá fyri framúr mentanarjournalistikki úr gerandisdegnum í Havn.
Innkomin, møti eg upphavskvinnuni, Marjun, sum eg av og á havi møtt síðan hon við stuttsøguni Kópakona vann skrivikappingina, sum Listastevna Føroya skipaði fyri um aldarskiftið. Minnist, at øll lurtaðu og hildu seg hava verið á Listastevnu, tá tey hoyrdu søguna lisna upp í Útvarpinum. Tað havi eg ongantíð upplivað fyrr, at tú vart sannførdur um, at hava verið har, tú ongantíð vart. Á Listastevnu.
Smámunir, sum Regin Dahl segði um sama mundið. Smámunir, sum gera allan munin, tá ein miðil velur at miðla mentan.
Havi arbeitt so leingi í og við føroyskum miðlum, at eg veit, at tað er sjálvdan stýrt úr erva, men er oftast tann bera tilvild, tá onkur setir sær fyri at dyrka mentajournalistikk í tí optikki, ein nú hevur lagt sær til. Sum hjá Trygva á Dimmu ídag.
Smámunir gera allan munin.
Eisini at Helga Hjörvar kom úr Íslandi at stjórna Norðurlandahúsinum og fann uppá Listastevnuna, og at næsti stjóri, Nils Halm úr Danmark, fekk so ringa samvitsku, tá Dimma setti hann á forsíðuni, tí hann hevði blakað filmstólini burtur, at hann seinasta arbeiðsdag pikkaði á dyrnar í Námi og bæð formannin í Filmsfelagnum skipa eina føroyska filmskapping, sum vendi frameftir. - Og tú skalt finna navnið sjálvur og verða formaður, vóru gleðiboðini. Soleiðis bleiv Geytin til.
Smámunir gera allan munin.
Eisini at Marjun skrivaði seg úr sjúkrasystrabúnanum á fyrstu Listastevnuni og nú er rithøvundi.
Er hægsta uppgáva í myndlistini at gera altartalvur, so er hin hægsta hjá skrivandi listafólki at eiga orðini, ið fara um varrarnar millum leikarar á palli, verur, ið ongan veg fara, fyrr enn setingurin er avgreiddur og orðini uppi.
Felagsskapurin kring orð í felag hevur altíð hugtikið meg. Og í kvøld vóru tey góð frá fyrsta setningi, orðini. Í endanum, tá dynamiska leikaraúrslitið fjaraði nakað út, livdu tey kortini teirra egna lív, orðini.
Afturvendandi Agnas Louise, ið er ein hallusinerandi søga um at vera í støðugum vøkstri, sjálvt tá tú endar í eini jarðfrøðiligari holu, er stuttlig referansa til Alice in Wonderland, sum skal gera upp við gentuárini og gerast vaksin.
Beinta Clothier er vrakaði kvinnuligi høvuðsleikarin, sum er farin til foreldrini at sova hesa náttina, tá fyrrverandi maðurin skal giftast eini aðrari, og hon er so langt burturi, at hon ikki kann passa dóttrina. Telefonin er afturvendandi rekvisitturin, ið fortelur okkum tað.
Springbrettið og skuggin, hennara alter ego, sum í skránni fær ósexuta navnið ”Veran”, er hin fenomenali Hans Tórgarð, ið poppar upp úr songini í gamla kamarinum við tí hallusinerandi tapetinum, við rørslum sum ein dukka hjá Tim Burton, stirvin at byrja við og aftur í endanum, men í miðlongdini púra normal og í sync við høvuðspersónin.
Í kamarinum møtast allar ákærur í hennara lívi, nú hon ultimativt er vrakað og mett nyttuleys at vera, bæði sum kona og mamma, og í løtum eisini sum dóttur, tá mamman í baksýni spyr, um alt er sum tað skal vera.
Men inn í millum er tað tónleikurin, ið skapar lív og góð minni, akkurát so sum skúlapedagogar og sosiologar altíð hava sagt, at kamarið er the Sancturay, fríðskjólið, tá lívsins stormar herja, men eisini staður hjá tí unga at mennast, staðurin har alt hondfast er ein mikrofon og ”identitetsmæssige søgebevægelser” verða skaptar og framdar millum vinkonur, sum skrivað stóð á skemanum hjá Danmarks Pædagogiske Universitet í farnu øld. Ikki tí, dreingir hava tað uppá akkurát sama máta, hóast staffasjan ikki er dukkur, kjólar og hárbustir. Kenslan at verða vrakaður og leita aftur til gamla griðstaðin hjá mammu og babba er universell og riggar sannførandi væl í hesi kompaktu uppseting, sum endar við finskum tango hjá klassiska Unto Mononen úr Vyborg, har finnar fara at gráta, tí býurin nú er í Russlandi, og so einum stramt fermum Bartali Augustinussen á gittar. Skræddarseymað til sjónleik í Tammerfors í august.
80 minuttir í einum kamari, sum hin vaksni vitjar aftur, tá krøvini verða meir og størri enn hon og hann kunnu bera. Kynsspesifikt kundi leikurin farið báðar vegir. Og tá ”Veran” í seinastu dressing hevur latið seg í mest sermerkta kjólan, er hann bæði hin lítli prinsurin og anatomiska útsjóndina á kvinnuliga kyninum. Hevur hon at enda viðurkent sítt kyn? Eg veit ikki, tí leikurin er ikki læstur og konformur, men fyllir avmálda rúmið - kamarið - við vælsmakkandi orðum og eitt pikkulítiðsindur av dukkuhorror, tá tú fert út á gøtuna eitt sunnukvøld í Havn.
Takk fyri leikin, Marjun.
Og tekstin í morgun, Trygvi.
Smámunir, alt er smámunir.