Skip to main content

Øll list er politisk



Aldri áður hevur ein føroyskur stuttfilmur verið so nógv umrøddur í Útvarpinum sum Sæla, ið 23 ára gamla Katrin Joensen-Næs frumsýndi í fullsettum hølum í Norðurlandahúsinum um nátturatíð leygarkvøldið, uttan at nakar fekk bitan í eygað ella skeivt í hálsin. 

Lagið var gott á fólki og ein hátíðardámur var yvir tiltakinum.


Norðurlandahúsið er góður biografur, sum verður lítið brúktur. Hann hevur kaféfasilitetir, sum hin biografurin ikki hevur, men kanska er húsið ov langt frá miðbýnum. At biografur kortini er eitt felags upplivingarrúm í høvuðsstaðnum í okkara tíð, er ikki ein sjálvfylgja. Tað upplivingarrúmið, sum í løtuni er í fríum falli, eiga vit at hjúkla um.

Mystery sjangran, soleiðis kallar leikstjórin hyperrealistiskt sensitiva stuttfilmin, sum varir fimmogtjúgu minuttir. Hon undirstrikar, at evnið, bundinskapur av sex, hevur ikki verið lýst á føroyskum áður. 

- Eg eri leitandi meðan eg skrivi, segði Katrin í Útvarpinum í gjár um tilgongdina, at gera henda filmin og film yvirhøvur. Fyrri filmurin, Ábyrgd, var í hvussu er eitt væleydnað úrslit. Tann filmurin varð vístur í Filmsfelagnum. Filmur, ið er stytri enn fulla spælifilmslongd, hálvanannan tíma, hevur trupult at finna ein pall, og tí skal berjast eyka fyri honum, stuttfilminum. Tað hevur eydnast framúr væl í hesum føri, takkað verið Útvarpinum, kanska í so væl, sæð í mun til miðaldekningin av listarligum tilfari og kjaki.


Eftir sýningina hevði Katrin Petersen vælfyrireikað og vælupplagt sofaprát í foyerini við leikstjóran, Katrin Joensen-Næs, framman fyri øllum teim møttu. Prátið var um tilgongdina at gera filmin, sum byrjaði undir koronastøðuni, og um hvørji mørk kundu hugsast at verða, tá talan er um sexavhengigheit, sum Katrin sigur, og tosar um bundinskap, sum eins og alkohol eisini kann verða at fara um tey viðbreknu seksuellu mørkini. Men um Rebekka er neyðtikin, kann tulkast fleiri vegir, sigur leikstjórin, og tosar um tíðuliga yvirgrebið, sum hendir í filminum.

Nú avísdeyðin eisini er ein veruleiki hjá okkum kann nevnast, at danska Weekendavísin, sum man vera týdningamesta avísin á okkara leiðum, fekk í mars í fjør fleirfalt virðislønta journalistin, Lone Frank, at skriva drúgva grein, Beskidte tanker, sum við granskingarpenni gevur innlit í sama evni, sum í filminum, millum annað við avbjóðandi setninginum "Kvinders voldtægtsfantasier er et kæmpetabu".

Tríggir leikarar eru í filminum, Sæla, ein kvinna, Bjørk Búadóttir Tórgarð, ið er Rebekka, sum 152 eita í Føroyum, ein maður, Edvin H. Niclasen, sum kvinnan brúkar, og so vinkonan hjá fyrru kvinnuni, Ebba Malena Debess Thomsen, ið er okkara mystery eygleiðari, burturfrá. 

Edvin hevur fyrr gjørt vart við seg í stuttfilminum Ráðaloysi, sum Nám X gjørdi, og vann stóra virðisløn frá Námi afturfyri. Hini eru nýggj í mínum eygum. Og júst eygu eru best fangaðu forteljaraelement hjá Katrini í hesum filmi, á sama hátt, sum tað eisini eydnaðist Sakarisi Stórá at brúka kúputu eyguni á einu kvinnuni í Dreymum við havið, sum Kringvarpið júst hevur víst. Tað krevur ein góðan fotograf, í hesum føri Franklin Symphor Henriksen, sum hevur lisið film í Póllandi. Varnaðist hann í 2014, tá hann sendi svarthvíta stuttfilminum Podróżnik (Ferðandi) til Geytakappingina tað árið. Eitt ekspressionistiskt meistarverk í fimm minuttir.

Eins framúr í nýggja stuttfilminum er realljóðið, tá kvinnuligi høvuðspersónurin fleygar sær, og so tónleikurin, ella rættari ljóðrøddirnar, ið eru uttan fylgispæl. Framúr avrik, ið flytur føroyska filmsframleiðslu nógvar sekvensir fram. 

Ikki bara máld í yvirskipaðari fotografering, men eisini í ljósi, ljóði og liti, er framleiðslan kanska tann besta, eg havi sæð á føroyskum filmi higartil. Fish&Film hjá Ingun í Skrivarastovu hevur framleitt.

Sælan, ið høvuðsleikarin søkir, er ikki at finna gjøgnum markleysa fleyging, ið verður verandi ónøktað. Leitar tú í orðabókini hjá Sprotanum eftir útlendska - tað er í okkara føri danska - orðinum flygtighed, so finnur tú hesi uppskot, sum øll kunnu lýsa úrslitið av ambisjónini og virkseminum hjá høvuðspersóninum í filminum: hvørvileiki, óstøðuleiki, leyplyndi, fjøllyndi, rótloysi, støðuloysi. Altsamalt íkomið av einum ónøktaðum, ósunnum og óynsktum seksualiteti, sum endar við destruktivari sjálvsteining. Hvussu kom tað so langt? Hetta er ein filmiskur bakveggur, eitt tabu, sum Katrin steinar hol á.

Sum ummælari plagi eg at siga, at filmar kunnu annan vegin vera góðir og hinvegin týdningarmiklir. Sæla fer um hesi mørk, tí filmurin er bæði góður og týdningarmikil. Framleiðararnir hava sett fimtan ára aldursmark á filmin, hóast alt eftirlit langt síðan er niðurlagt, helst tí, at tað ikki sampakkar við okkara tíð, ið er stýrd av egosentriskari sjálvrealisering, heldur enn kollektivari ábyrgd fyri teimum rúmum, mentanarmiðlingin fer fram í.

Og so er tað tað, at júst hesin stuttfilmurin in broad daylight hevur nektað eina steinaldarliga avbjóðing, ið vísur veikleikan í almennari mentanarligari fyrisiting, tá stuðul skal gevast filmi, listarligur ella ikki.

Tilvildarliga fyrisitingin av okkara kollektivt knøppu almennu mentanarkrónum, og púra manglandi armslongdarprinsippinum, er í hvussu er eitt forteljaraelement, sum nú er lagt á blik og blivið sjónligt í hesum ítøkiliga filmi, Sæla

TAÐ er so í hvussu er ongantíð lýst fyrr, politisk stýrd uppíblanding, tá meir ella minni tilvildarligir fakpersónar hava verið bidnir soleiðis hissini at geva eitt boð uppá stuðulsverdigheit. 

Filmstuðul og allur annar stuðul til listarliga føroyska framleiðslu eigur at verða professionaliseraður og loystur frá politiskum bundinskapi hjá tilvildarligum maktfólki. Tað er ikki fyrr enn tú sært tað ópassandi og óynskta í prosessini, sum í hesum mystery filmi, ið er púra fiktivur, at tú sært støðuna. 

Í so máta er filmurin ein upplýsingarherferð til politikarar, ið ynskja makt bara fyri maktsins egnu skyld. Og ein ávaring til demokratar, ikki at velja tílíkar. #Gudfríiðokkumfyriteir. 

Øll list er politisk. Takk fyri áminningina, Katrin.