Skip to main content

The Pale Blue Eye - mitt í hjartað á Poe


Í nýggja Netflix filminum ”The Pale Blue Eye” síggja vit Christian Bale í høvuðsleiklutinum sum detektivurin Augustus Landor, ella hin søguligi Auguste Dupin, og Harry Melling, ið fleiri kenna sum Dudley Dursley í Harry Potter filmunum, sum herskúlanæmingurin Edgar Allan Poe (1809-1849), sum í veruliga lívinum skapti fyrsta detektivin, Auguste Dupin í 1841

Tey, sum minnast ríku stereotíðina í hálvfjerðsunum, lurtaðu heilt vist eftir plátuni ”Tales of Mystery and Imagination” hjá Alan Parsons, sum Útvarpið ofta spældi. Plátan, ið var frá 1976, bygdi á tekstir hjá Edgar Allan Poe og tá fløgur síðan komu til, varð kendasta útvarpsrøddin nakrantíð, Orson Welles, løgd inn yvir plátuna. Og tá vørubólkurin ”spoken word” fekk egna hill í plátuhandlum í Aberdeen, hagar Smyril sigldi, kundu vit eisini hoyra Christopher Walken lesa ”The Raven” og Marianne Faithfull ”Annabel Lee” hjá Poe, sum bleiv fremsta fascinatiónsobjekt hjá horrorromatikarum, ið høvdu áhuga fyri útvarpi og teatralsku samanrenningini millum gomul orð og nýggjan tónleik, ið flutu á eini tíðarleysari bylgju. 

Leikstjórin Scott Cooper (f.1970) gjørdi í 2009 filmin ”Crazy Heart”, sum við Jeff Bridges í høvuðsleiklutinum lýsti eina falleraða amerikanska countrystjørnu, ið royndi at fóta sær. Hann vann tveir Oscars og verður ríkiliga viðmældur. 

Í nýggjasta filminum, ”The Pale Blue Eye”, kavar hann niður í enn eitt amerikanskt narrativ, hin romantiskt makabra Poe, so sum Louis Bayard (f.1963) lýsir hann í ”Pale Blue Eye” (2003), ið aftur er eitt heitið, tikið frá Poe. 

Skaldsøgan er skrivað á sama hátt sum ”Saga JAM” (2022), har høvundurin tekur ein alment kendan persón, brúkar hansara navn og orð, og setur hann á hernaðarskúlan West Point í Hudsondalinum í 1830, har Poe veruliga var, men so tekur fiktiónin yvir í ytri hendingum, tó ikki meir enn so, at vit alla tíðina hóma farran av romantisku og grotesku tekstunum hjá Poe, so sum at verða grivin livandi í eini okkultari undran at finna markið millum lív og deyða. 

Filmurin byrjar við Poe sitatinum: "The boundaries which divide Life from Death are at best shadowy and vague. Who shall say where the one ends, and where the other begins?”

So byrjar filmaða krimisøgan, sum stílistiskt er nær í slekt við kavaklædda estetikkin í ræðufilminum um høvuðleysa reiðmannin ”Sleepy Hollow”, sum Tim Burton gjørdi í 1999 og vann ein Oscar fyri just listarliga sniðið.

Tað, sum søguliga er serliga áhugavert í hesum filmi er, at detektivleikluturin, ið er so kendur og útbreiddur á filmi í dag, er mest sum tikin úr søguni um Auguste Dupin hjá Edgar Allan Poe, ið kom longu í 1841, nærum hálva øld innan fyrstu søgu hjá Arthur Conan Doyle um Sherlock Holmes. Hálvtannað hundrað ár seinni fáa vit í somu lívsseiðu hevd Hannis Martinsson á føroyskum í “Blíð er summarnátt á Føroyalandi”, sum aftur er detektivurin í filmsrøðini “Trom”, og at enda havi eg hug at nevna belgiska “Professor T”, sum týðuliga er raktur av OCD, tá hann hugsar seg inn í hvørt einasta brotsverk. Ben Miller er professarin í bretsku versjónini, og samstundis eitt stílistiskt dømi um nýtt rák í evropeiskari analytiskari krimihevd, ein stílur, sum í mínum huga peikar meir enn nakrantíð aftur til Poe. 

Analytiska detektivsjangran er sterkari og meira breiðspektrað enn nakrantíð. Tað er ”The Pale Blue Eye” dømi um, ein whodunnit, har Poe er hin mest áhugaverdi, og har endin og samspælið millum Bale og Melling ikki er, sum tú væntaði. 

Gott og stemingsmettað undirhald, sum verður viðmælt, fram um hin Netflixfilmin ”Glass Onion”, ið eftir mínum tykki ikki er annað enn óforpliktandi yvirstættarsøga um krimiskemt, hjá fólki, ið keða seg.