Kjattbotturin chatGPT er enn við sítt fríska lív. Hvønn dag royni eg at fáa hann at svara og geva til kennar ein feril av førleika at orða seg á føroyskum og at grunda yvir tað skrivaða, hvat evnið so er. Hugsi fyri mær, at hetta er fyrsta høvið eg kann hugsa mær, at fáa næmingar í einum heilum flokki at sita við hvør sína maskinu og skriva, bjóða av, vinkla, venda og snara, og arbeiða við teksti og øllum teim smálutum, sum gera setningar, søgur og tekstir. Kjattbottur sum amboð at brúka í flokkinum, at bróta niður og byggja upp. Tekst eftir tekst. Framúr amboð.
Í mínum dagligu skriviroyndum saman við kjattbottinum eri eg komin eftir, at føroyska orðfeingið er serstakliga avmarkað og ofta er ein samanseting av íslendskum og norskum, og allarminst brúkiligum føroyskum. Men onkuntíð bragdar, og fólk siga, at nú skal føroyski førleikin hjá bottinum bara byggjast upp í eina tíð.
Men so er tað tað. Tá eg síggi hvussu jánkasligt og fátæksligt føroyska úrslitið mangan er, tá hugsi eg meir enn so, at framtíðin er ikki á føroyskum. Hon er antin á donskum ella á enskum, skulu vit hava eitt nóg størt orðfeingið at kunna duellera við kjattbottin, sum aftur er ein ímynd av, hvat rørir seg á netinum, og fer at fáa gyldi í enn ókomnum tíðum. Føroyskt er bara ov fátæksligt. Ta sannkenning eri eg aldri komin til áður, hvørki í útvarpssendingum, bloggum ella nakrari aðrari føroyskari framseting.
Í dag stakst uppá meg, at spyrja bottin um ein av mínum yndisfilmum, Rúmdarferðina í árinum 2001, sum Arthur C. Clarke skrivaði í 1951 og Stanley Kubrick gjørdi til film í 1968, helst hin besta í søguni.
Nú varð tað byrjanin í filminum, sum eg vildi spyrja kjattbottin um, fyrst á føroyskum, síðan á donskum og at enda á enskum. Úrslitið talar fyri seg og sæst niðanfyri.