Skip to main content

Trúarinnar myndir, setanarrøða

Trúarinnar myndir Framsýning í Listasavni Føroya 3/2 - 14/6 2023 Fernisering 3. februar 2023 kl. 16 Theodor Eli Dam Olsen

“Trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.“ Soleiðis verður tikið til í Hebrearabrævinum í Nýggja Testamenti, tá sigast skal, hvat trúgv er. Sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. Men trúgv skal eisini síggjast. Og her kemur listin inn í bílætið, um vit kunnu siga tað so í hesum sambandinum. Hin skapandi listin. 

“Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina.“ Ja, soleiðis byrjar Halgabók, Bíblian. Guð skapaði. Verðin byrjaði við listini. “Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum.” 

Alt var oyði. Men andin sveimaði. Hvaðani kom so alt? Kunnu vit spyrja. 

Skapanargongdin kann mangan vera torfør at skilja, og endamálið við at skapa er kanska uppaftur torførari at fata. Tí hví skulu vit tað? Gomlu grikkarnir tosaðu um tað góða, vakra og sanna. Hesi trý. Men hvat hava tey við hvørt annað at gera? Siga vit, at list er skapan, so er spurningurin, hvar listin var, áðrenn hon varð til. Kom hon burtur úr ongum, ella var hon íblást? 

Í bókini Skabelse og tilintetgørelse eftir K.E. Løgstrup minnir hann á, at alt, sum er til, hevur vunnið seg fram, tað verður verandi eina tíð og endar við at farast. Men eginleikin ella valdið til at vera hvílir í sær sjálvum, ferst ikki og er ævigur. Alt er her eina løtu. Alt hongur saman. Dagur og nátt. Gleði og sorg. Tilveran er tvítýdd. Alt hongur saman. 

Men er heimurin skaptur, sigur Løgstrup, so er eisini neyðugt at gera upp við subjektivismuna, ið sigur, at allir heimsins litir bara eru nakað, ið vit síggja í okkara høvdi. Tí vit verða ávirkað av tí, sum vit síggja. Heimurin er ikki eitt hvítt lak ella ein líkverja, sigur hann.

Løgstrup sigur eisini, at í listini býr etikkur. List er sannkenning ella erkennilsi. Sansir og huglag eru avgerandi fyri listaverkið, meðan fatanin - okkara vit og skil - kemur í aðru røð. Listin er í síni veru etisk, tí í góðari list eigur altíð at vera ein frástøða til oyðileggjandi og sjálvsøknar kreftir. Listafólkið kann sum øll onnur villast í leitanini eftir hægsta sannleikanum. Tí kunnu vit heldur ikki skylda upp á listaverkið, tá vit skulu taka støðu. 

Tað, sum tó er eyðkenni fyri eitt gott listafólk, er, at tað ikki himprast við at taka tær síðstu avleiðingarnar, sigur Løgstrup. Tað serliga er, at her er ikki einans talan um logikk, men tað er bara logikkurin og kenslan undir einum, sum kann gera hetta. Vísindafólkið og heimspekingurin kunnu stundum ikki vita, hvat tey siga, ella hvat tað inniber, tí tey vera verandi á ástøðinum, og tað kann vera meinaleyst - og viðhvørt lekur millum teori og praksis, sum Rói Patursson tók til. Men listafólkið umsetir teoriina og varnast, hvussu tingini og okkara egna tilvera síggja út, tá ein ger álvara av, hvat vísindafólkið og heimspekingurin í síni meinaleysu teori hava hugsað. 

Men okkara evni at sansa gera, at menniskjan ikki er innilæst í egnum likami, men er sett í frælsi úr likaminum. Sansandi eru vit til staðar, og vit kunnu gáa eftir einum og ansa eftir einum øðrum. Vit sansa ta skaptu verðina. Vit eru til í verðini og í tilveruni. Kierkegaard vildi vera við, at menniskjan ræðist tómleikan. Løgstrup sigur hinvegin, at menniskjan verður altíð ávirkað av sansunum, ið merkja nærveru alheimsins, og tað er gott. Sagt á annan hátt: Eru tit tung í huga, so farið tykkum ein túr og merkið alheimin og verið glað! Okkara sansir skulu fría okkum!  

Vit vita frá gomlum holum og hellum úti í heimi, at stundum finnast tekningar og málningar. Eisini átrúnaðarligir ella tilveruligir málningar. Og sum mín gamli lærari segði: Tað, at hesi fólkini hava dugað at abstraherað, vísir okkum, at tey hava havt ein átrúnað. Átrúnaður er eisini abstraktión - at lyfta seg upp um tað ítøkiliga. 

Elsta myndin av kristindóminum, vit vita um, var funnin fyri eini 150 árum síðani, tá grivið var út undir Palatinaraheygnum í Rom. Har komu tey fram á eina tekning, og er tað, vit í dag høvdu kallað graffitti. Tekningin er ein karikaturur ella heldur ein spottandi tekning av Jesusi við einum esilhøvdi, sum hongur á einum krossi. Undir myndini stendur: Alexanenos tilbiður sín gud. Helst hevur ein rómverskur hermaður teknað og møguliga happað ein fanga. Men tann fyrsta avmyndanin av kristindóminum var altso ein spottrekandi tekning - og tað sigur kanska eitt sindur. Líðingin og niðranin var longu ein realitetur. 

Í gamla jødadóminum var myndaforboð. 

Hesin siður helt fram í kristindóminum. Tó var loyvt at prýða veggir og annað við myndum av halgimennum. Longu um ár 200 vita vit, at hesar myndir skaptu mikið stríð og ósemju. Hildið varð, at myndirnar skaptu eitt millumlið millum tann sansaða og andaliga veruleikan. Myndirnir gjørdust halgilutir, ið kundi vera tilbidnir, og vóru tí brot á myndabannið ella 1. boð, ið sigur, at tú mást ikki hava aðrar gudar. Men enn brúkar serliga ortodoksa kirkjan í eysturevropu ikonir, halgimyndirnar, ið eru ein fysisk manifestatión av tí, tær ímynda Og Ikonir hava eisini hava givið íblástur til verk á hesi framsýning. Longu um ár 7-800 var stríð í Byzans ella í Miklagarði - ikonoklastiska stríðið - millum ikondular - myndatrælir - og ikonoklastar - myndaknúsarar. Orsøkin til stríðið var, at hildið var, at nú var fólkið farið at tilbiðja myndirnar meira, enn gott var. Avgudadyrkan, var tað kallað. Í 726 tók keisarin eina kristusmynd niður, og setti ein kross ístaðin og setti forboð fyri at tilbiðja myndir. Tað førdi við sær, at hópin av myndum vórðu oyðilagdar. 

Seinni vendi rákið. Tað ger tað sum oftast. Myndir blivu aftur loyvdar. M.a. við tí grundgeving, at Guð bjóðar tí skapta menniskjanum lut í tí ikki-skapta gjøgnum sína mynd. Menniskjan var jú skapað í Guðs mynd. 

Í 16. øld fingu vit siðaskiftið. Eisini tá var kjak um myndir. Reformatorar sum Zwingli og Calvin fýltust á myndir, m.a. á altarhalgimyndir og settu tað í samband við skurðgudar. Guðfrøðiliga eru brøðurnir í Føroyum ikki sørt skyldir við Calvin, og er hetta kanska ein av orsøkunum til, at ikki so nógvar myndir eru í salunum hjá Brøðrasamkomunum her á landi. Luther helt ikki, at spurningurin um myndir hevði so stóran týdning. Sum við so nógvum øðrum, helt hann, at týdingarmikið var, at hetta var brúkt rætt. Hann var praktikari. 

Tað mundi vera í miðøldini, at kirkjurnar á okkara leiðum fingu myndir, ið vóru knýttar at altarinum – altartalvur. Altar kemur av orðinum altus, ið merkir heyggur, har offur vóru brend. Men heyggjarnir blivu til borð, og borðini fingu myndir. 

Tey flestu munnu sum børn hava onkursvegna kent kensluna av sita og hyggja at eini altartalvu, meðan presturin ella deknurin ikki bleiv liðugur við prædiku ella lestur. Altartalvurnar munnu tí hava verið eitt slag pedagogiskum amboði ella listaligum kveikjara hjá nógvum føroyingum gjøgnum tíðirnar. Áðrenn altartalvur gjørdust vanligar, vóru halgilutir ella relikviir av ymskum slag vanlig. Og helst hevur ein krossur ella krucifix staðið á altarunum í Føroyum. 

Men við tíðini komu sum sagt altartalvurnar. Ofta málaðar av donskum málarum. Men so við og við komu fleiri, og summar blivu enntá kopieraðar. T.d. man myndin av Martu og Mariu hanga í eini seks kirkjum í Føroyum. 

Alt er kortini ikki so lætt at kopiera. T.d. hongur ein serligur málningur eftir Eckersberg í Oyndarfirði. Aðrar altartalvur hava verið so serligar, at enn hevur hugsingur ikki verið um at skift tær út. Eg kundi nevnt hana í Havnar kirkju, sum Statens Museum for Kunst nokk upprunaliga átti - tað er ein longri søga - og Joakim Skovgaard í Christianskirkjuni í Klaksvík, sum er meinlík henni í Dómkirkjuni í Viborg - ein fótur er nokk á muni. 

Við tíðini fingu fleiri føroysk listafólk møguleikan at gera altartalvur. Vit kundu nevnt Waagstein í Hovi og Árnafirði, Kristin í Geil í Kollafirði, Niels Kruse við Gjógv og á Selatrað, Mikines í Kirkjubø, Jóannes Kristiansen í Leirvík, Fridu á Hamri við sínum serliga træskurði í Kvívik, Astrid Andreasen við síni installatión í Vestmanna, Oggi Lamhauge í Hattarvík - og sjálvandi Torbjørn, Trónd o.s.fr. 

Flestu kirkjulutir í Føroyum eru lokalir, og bygdarfólkið vil hava teir í síni heimbygd. Gamla krusifiksið, sum var altartalva í gomlu Mariukirkjuni í Havn og sum mundi hugtaka meg og mong onnur skúlabørn har, varð fyri nøkrum árum síðani sent tíl eina kirkju í Rumenia. Kanska ein munur á eini lutherskari bygdakirkju og tí katólsku alheimskirkjuni? 

Í Føroyum eru umleið 60 kirkjur, ið hoyra til fólkakirkjuna. Tað er tó ikki alt, sum kann hangast ella setast upp í eina kirkju. Her krevst loyvi frá dómpróstinum, áðrenn nakað kann setast inn í kirkjurúmið. Tað er gott, spyrt tú meg, tí so kann ikki alt setast inn í eina kirkju. 

Á fleiri altartalvum síggjast motivini í føroyskum umhvørvi. Vit kenna fjøllini og farvøtnini aftur, har Jesus kemur gangandi eftir vatninum. Og tey lokalu kenna kanska tey, sum hava verið modell hjá málararanum - eins og vit vita, at Torbjørn hevur brúkt síni fólk at vera modell. Eisini á hesi framsýning eru verk hjá Titu og Jóhan Martan, ið flyta átrúnaðarliga týdningin í heimligt jørðildi - so ella so. Við blæum ella menniskjahári av føroyingum. 

Hetta at brúka ella misbrúka kend andlit til altartalvur og málningar kenna vit eisini uttan úr heimi. Michelangelo brúkti hetta í Vatikaninum, og tá Michael Ancher, kendi skagenmálarin, ikki slapp at brúka skaldið Holger Drachmann sum modell til Pætur, varnaðust fólk seinni, at skuggin av Pæturi var skuggi Drachmanns. 

Í øllum førum spælir list ein avgerandi leiklut í trúarlívinum hjá føroyingum. Ikki bert altartalvur, men so sanniliga eisini skip, bátar, dúkar, messuaklar, ljósakrúnur. Ofta olmussugávur. Ja, vit hava í øllum førum eina bók um klokkur, altartalvur og skip - meðan ein onnur er um føroysk kirkjuklæði. 

Trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. 

Men trúgvin skal eisini síggjast. Tí er tað at frøast um, at vit hesi seinastu árini hava átt listafólk sum Torbjørn Olsen, sum hevur endurnýggjað altartalvusjangruna og bíbilska myndafrásøgn, Sigrun Gunnarsdóttur, sum hevur brúkt kristiligan og tilveruligan myndasymbolikk í so at siga hvørji mynd hesi seinastu árini, Trónd Patursson, sum við sínum glasi hevur sett nýggjan standard fyri kirkjulist, Edward Fuglø, sum við sínum verkum í Christianskirkjuni hevur skrivað listasøgu, Eli Smith við sínum steinmyndum, Anker Mortensen við sínum ikonum - men eisini yngri og nýggjari listafólk sum Vár Samuelsen, sum hevur spælt sær við tryptikonum í eini altartalvu við eini mynd, ið minnir um ein atombumbu - til stuttleika kann eg nevna, at ein vinkona eg havi á Facebook, sum eg kenni frá Pastoralseminariinum, Elisabeth Engell Jessen, í vikuni deildi ein sálm, sum eitur ”Guds rige er atomet selv”. Jú, viðhvørt hugsa listafólk tað sama um somu tíð - hóast ymisk. 

Jú, við kjarnorku kann sjálv tað allarminsta og innasta vera grundarlagið undir tí størsta. Og soleiðis er eisini við trúnni, ið kann vera lítil sum eitt sinnopskorn. Vit síggja ikki trúnna - men hon kann avmyndast. Og hevur listafólkið eina ábyrgd, sum Løgstrup segði. 

Jú, listafólk kunnu geva hvørjum øðrum íblástur. Andin blæsur, hagar hann vil. Trúgv í list umfatar eisini flestu listasløg. Í 2009 spældi Birita Mohr sjónleikin Pieta á Tjóðpallinum - Pieta er jú ein hin kendasta standmyndin hjá Michelangelo, har Maria situr við deyða syni sínum, Jesusi, í føvninginum. Hon fekk ein skaða í sjeytiárunum, tá ein sjúkur maður leyp á standmyndina. Tað skapta er komið fyri at vera her eina tíð, men hevur eginleikan at vera. 

Sigst, at Mikines fekk íblástur til sínar pietàmálningar - málningar av líkum á børu - frá yrkingini Pieta hjá Williami Heinesen frá 1930: 

”…Stum i den naadeløse Aftenvind hun sidder med den Dødes Haand i sin og stirrer i hans slukte Ansigt ind…” 

So mikið um Pieta og Mikines. 

Jú, íblásturin kann henda millum listagreinir, og á myndunum hjá Atri Luihn á hesi framsýning, kann andin og íblásturin streyma frá átrúnað til átrúnað, frá mynd til mynd. Men hvaðani koma so litirnir, um teir ikki koma úr egnum høvdi? Tað sigst, at einki átrúnaðarligt mál finst uttan ímyndir ella symbol. Tað, vit ikki skilja, royna vit at greiða frá onkursvegna. Við orðum, tónum, myndum, litum. Vit skilja við súmbolum. Í fyrstuni sveimaði andin yvir vøtnunum. Og síðan hevur andin merkt bæði jødiska og evropeiska tankagongd soleiðis, at vit altíð hava hildið okkum merkt okkurt, ið gav okkum input. Íblástur. Ja, íblástur merkir lív, líkasum Ádam fekk íblástur í moldina, sum hann upprunaliga varð gjørdur úr. Men skilja vit altíð andan? Hann blæsur, hagar hann vil. Hvussu kunnu vit tá fanga hann?

Trúgv er í øllum førum sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. Men í dag sígga vit teir. 

Takk til tykkum, sum hava skipað fyri. Takk fyri at eg slapp at siga nøkur orð og bestu eydnu við framsýningini! Nú er hon sett!

Theodor Eli Dam Olsen, prestur