Hevur tú hug at síggja arthouse filmar, ella í minsta lagi eitt sindur óvanligar filmar, heima hjá tær sjálvum, so eru hetta trý góð boð.
Fyrsti filmurin, "Certain Women", er frá 2016, og byggir á søgur hjá einum kvinnuligum rithøvunda úr Helena í Montana, Maile Meloy, har tær tríggjar søgurnar, ið bera filmin, eisini fara fram. Huglagið og søgugongdin eru so stillfør, at eg vil í summum førum siga beint fram avbjóðandi, tí gongdin krevur tolinmóð. Júst hetta ger filmin spennandi at síggja, tí tað ósagda, heldur enn tað sagda, ber filmin. Hóast tvístøður og avbjóðingar royna kvinnuligu høvuðspersónarnir at klára seg gjøgnum gerandisdagin, í einum føri á hesti sum alternativ til bil, og við Guy Clark og ”Boats to build” á ljóðsporinum. Framúr, um tú ert til vegjaðarafilmar av bygd í USA. Kelly Reichard er fødd í Florida í 1964.
Annar filmurin er spildurnýggjur og gjørdur til Netflix. Heimildarfilmurin sigur søguna um Anna Nicole Smith, sum í veruleikanum eitir nakað heilt annað, ikki vil tosað um barnaárini, hatar mammuna, sum er løgreglukvinna, finnir pápan og beiggjan, til hon stemplar pápan sum harðrendan og tað, ið verri er. So er hann burtur, og so er tað vinkonan, sum hon gekk saman við, men kanska, kanska ikki, hevur tikið familju- og barnasøguna frá, til hon møtir einum ellismerktum oljumilliarderi, sum hon giftist við, til hann doyr, og so er klandur um arv og ikki minst við miðlarnar, sum fyrr vóru so hugnaliga hentir. Søgan er so syndarlig, at hetta fer heilt vist at verða ein filmur, sum nógv vilja síggja. Ein white trash rags to riches søga, slettis ikki frá Øskufíu hjá Disney og teirra ævintýrum, men runnin beint upp úr amerikanskari mold. Tí kann tað aldri ganga væl. Tað ger tað heldur ikki. Fyri lívssøguna hjá hesi ungu kvinnu, hennara samband við mammuna og ikki minst við pressuna, vil eg mæla til at síggja henda heimildarfilm. Tú verður klókari av at síggja, hvussu beint fram býtt og ómentað menniskjan er, og hvussu fátækslig evnini eru at knýta sambond við tey nærmastu, serliga mammuna. Men tað er lætt at siga, tá tú situr heima í stovuni og sært henda sannheitsfilmin. Bretska Ursula Macfarlane gjørdi í 2019 ”Untouchable” um Harvey Weinstein.
Triði filmurin er norskur, og gjørdur í fjør. Leikstjórin, Henrik Martin Dahlsbakken (f.1989), sum hevur gjørt níggju filmar, er hyperaktivur og ger ofta fleiri filmar í senn. Fyri stuttum vísti Filmsfelagið ”Munch”, har hann letur fýra persónar, tríggjar menn og eina kvinnu, spæla Munch. Hesin filmur, ”Forbannelsen”, sum hevur enska heitið "Posession", fer fram har norðuri í Noregi í 1918, tá presturin Lauritz og sonurin Oskar koma aftur av Madagaskar, har teir hava virkað sum trúboðarar. Kríggið er av og spanska sjúka tekur seg upp. Stóra avbjóðingin er kortini, at fyri norsku námsvinnuna á staðnum skal prestur byggja eina kirkju, og vil ikki akta boðini at byggja aðrastaðni, tá hann hoyrir, at staðurin er heilag sámisk jørð. Hann lurtar ikki, byggir kirkjuna og roynir at halda hús á staðnum. Umframt sonin og konuna, hevur hann eina blinda dóttir og eina ættleidda sámiska gentu, sum er eyguni hjá hini blindu. Hvussu leikur fer, skal eg lata teg um at síggja, kæri lesari. Pallsetingin er tó serstakliga hugtakandi, ikki ólík allarbestu amerikansku westernfilmum, og í løtum hómast eisini ein farri av høvuðsfilminum í hesi sjangru, har mold stríðist við trúgv, ”There will be blood” (Paul Thomas Anderson 2007).
Tríggir filmar, sum eru heilt ymiskir, men hava tað til felags, at allir eru á Netflix beint nú.
Certain Women (Kelly Reichard USA 2016 104 min)
Anna Nicole Smith: You Don't Know Me (Ursula Macfarlane UK 2023 116 min)
Forbannelsen (Henrik Martin Dahlsbakken Noreg 2022 104 min)