Meðan vit kundu dusa okkum við nýggju CGI versjónini av Lítlu Havfrúnni hjá Disney, bar eisini til í Mentanarvikuni at skotra seg í stólin í Løkshøll og hyggja, meðan tey tendraðu heimliga filmin, 70 metra dýpið, har Bogi Krossteig er fyrstur at kava niður á russisku Olshanu, sum rendi á Flesjarnar og sakk í 2007.
Álvarsemið í ætlanini verður ikki minni, tá Bogi sigur, at hetta er lívshættisligt. Kortini kavar hann. Og vit sleppa við.
Eri sannførdur um, at filmur, tá hann er bestur, er munadyggasti miðil at lata seg tøla av og síðan verða førdur við í annan heim. Filmar, um skip sum søkka, eru millum mest sæddu á stóra løriftinum. Hóast teir viðgera sama evni, hava stuttfilmar ongan pall ella marknað. Arbeiðið er con amore og drivið av áhuga, til onkur biografur sær møguleikan fyri forfilmi ella inngangi til ein annan hóskandi biograffilm.
Í hesum avmálda filmi, sum varir tjúgu minuttir, eru upptøkurnar av teim tilsamans átta kavingunum og øllum fyrireikandi samrøðunum og tingingunum millum kavararnar, hárhvassar, róligar og stúttar í rørslu. Ljóðið er gott og einki óvæntað kemur fyri hvørki mikrofon ella kamera. Ein effekt, sum hoyrist í ljóðblandinum, er hjartasláttur og ein glíðandi yvirgongd í tað sakrala, kirkjurnar á havbotninum, sum ein yrkjari sigur. Møguliga kundi verið arbeitt enn meir við hesum hárfína ljóðblandi. Tá veðrið er so ringt, at tað ávirkar gongdina, sæst tað skiligga á regnvátu linsuni, og byggir harvið upp undir filmisku frásøgnina, sum ikki eydnast í teirri løtuni.
Samankliptu upptøkurnar eru logiskar og fylgja fyri hyggjaranum eini greiðari ætlan, so ferðin út á Olshanu er til at fata, og tú fært eina greiða kenslu av tí, sum Bogi ætlar og tosar um, at hann sær fyri sær, tá hann kavar. Sama er galdandi fyri enska og danska kavaran, sum eru við honum, Matt McKnight og Morten Naver Steen. Á endaskeltinum sæst eisini, at seks stuðulskavarar hava verið við, so stór er verkætlanin.
Veikasti tekniski partur eru innsettu brotini frá Degi og Viku, sum frá føðingini eru í ullintari tøkni, og í støðum við abruptum speakara, sum fær meg at hugsa, hvussu stutta livitíð journalistar í Kringvarpinum hava. Tað er ein slítandi uppgáva í einum umhvørvi, har human ressource ikki stendur á nøkrum kontóri. Kringvarpið má gera sær størri ómak at gera og goyma savnsupptøkur úr nýggjari tíð í munandi betri góðsku.
Tosið millum bjargingarfólkini gevur hendingini ein autentisitet, heilt til skipið reisir seg og fer til botns, har tað enn stendur beint upp og niður.
Slapp eg at gera av, stytti eg um henda partin og lat upptøkurnar niðri á skipinum fylla meir, tí kryptisku gongirnar eru so spennandi, at tú vilt hava meir av søgum úr hesi villiniborg, sum russiska farið týðuliga er.
Einki er at taka seg aftur í, at er tøknin góð, sum í hesum filmi, so eru onnur sokkin skip spennandi at finna, til dømis Tjaldrið, sum rendi á land og sakk uttanfyri Mjóvanes í 1946.
Tað er ikki bara at koma til eitt skip, men at lata skipið koma til tín, sum ein av kavarunum sigur.
Innsettu myndirnar omanfyri eru úr hugtakandi filminum, sum Fríði Birgisson Olsen hevur fotograferað og klipt.
70 metra dýpið er ein framúr stuttfilmur, ið letur upp ein nýggjan heim, sum annan vegin er undir vatnskorpuni í okkara egna grannalagi, og hinvegin mær tó púra ókendur. Við føroysku siglingarsøguni og okkara geopolitisku plasering, er tað ikki uttan avbjóðingar, tá vit eisini eru á leiðini hjá fremmandum skipum, ið eru á søguligari vandakós. Í so máta er filmurin 70 metra dýpið ein skjalfestandi heimildarfilmur um tekniska kaving. Takk fyri innlitið!