ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ Heiður og æra til arbeiðið stendur á risastóra uppslagnum á Zvezdochka skipasmiðjuni í Severodvinsk, tætt við Arkhangelsk har norðuri í Russlandi, gamla mentalandinum, ið nú verður stemplað sum aggressor á enskum, tað er агрессор á russiskum og агресор á ukrainskum. So lítil er munurin.
Nú altjóða arbeiðaradagur er, Russland er farið fyri bakka, eitt nýtt innvinningarár byrjar her hjá okkum, frítíðarløn verður goldin og Marx fyllir 205 fríggjadagin, fann eg gomlu russisku arbeiðaramyndina aftur á blogginum.
Myndin, sum eg tók í Russlandi fyri tjúgu árum síðan, vísir ein dregil, ið hongur niður úr loftinum í Zvezdochka-høllini, har tey gera framdriftsskrúvur til hernaðarskip hjá despotinum.
Beint her, í hondum arbeiðaranna, verður framdriftin hjá russiska herinum skapt og skorin. Saman við Kanada og Noregi verða gamlir kjarnorkuriknir kavbátar skrottaðir, skornir upp, á somu skipasmiðju. Tað luktar illa og man neyvan vera gott fyri heilsu og umhvørvi.
Í dag svarar kjattbotturin GPT soleiðis, tá eg spyrji, um hann kann skriva mær ein føroyskan sang um altjóða arbeiðaradagin:
Tit saman, brøður og systur,
heimsins verkamenn og kvinnur,
sum dagliga arbeiða
og krevja rættvísi í hesi tíð.
Hetta er dagurin okkara,
sum minnir okkum á tíðirnar harðar,
og tíðirnar nú, har vit skulu krevja
rættindi, lýðræði og frið.
Løg og stórir peningaríkir,
vilja ikki geva okkum tað,
sum vit hava rætt til,
men vit skulu ikki geva upp.
Tit saman, brøður og systur,
heimsins verkamenn og kvinnur,
lat okkum halda saman
og saman krevja tað, sum rætt er.
Hetta er dagurin okkara,
til at minnast og krevja rættindi,
og arbeiða saman fyri ein betri framtíð,
har øll eru líka myndir.
Tit saman, brøður og systur,
heimsins verkamenn og kvinnur,
haldið hesum dagin á loyndum,
og arbeiðið støðugt fyri tínum rætti.
Saman við kjattbottinum GPT ber til at stytta um sangin og kóka hann niður í eitt ørindi, og venda og snara innihaldinum og skapa nýggjar vinklingar, taka persónar við og eisini at gera eina haikuyrking um verkamann alra landa. Ta venjingina lati eg til tín, kæra lesara. Tí kjattbotturin er besta amboð til samskiftandi tekstvenjingar.
Dregilin á ovastu myndini er fleiri húsahæddir til støddar. Á gamalsovjettiskan hátt verður sagt: ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ. Tá eg spyrji um tekstin, yppir dagsins russiski arbeiðari øksl og smírist at fornisku boðunum, ið minna øll á farnar tíðir.
Altjóða arbeiðaradagin havi eg brúkt russiska knappaborðið og sett fremmandu stavirnar inn í Google umsetaran, sum er á netinum hjá øllum at brúka. Føroyskt eigur enn ikki innivist, so tann umsetingin er heimagjørd.
Eftir bókstavaraðnum komu hesar arbeiðaratýðingar burturúr Google umsetaranum, fyrst hin ukrainska og føroyska, ið eru tvey mál, ið standa saman móti russiskum ágangi. Tungumál, altso. Gerðirnar fylgja ikki altíð við orðunum.
ЧЕСТЬ І СЛАВА ПО ПРАЦІ
Heiður og æra til arbeiðið
Ære og Herlighed TIL ARBEJDE
Heiður og vegsemd atvinnuréttindi
Ære og ære ARBEID
Ära och ära till ARBETE
Kunnia ja Kunnia TYÖ
Eer en glorie aan WORK
HONOUR AND GLORY TO WORK
Honneur et gloire à TRAVAIL
Ruhm und Ehre TO WORK
כבוד ותפארת עבודה
Becsület és dicsőség DOLGOZNI
Honra e glória aos TRABALLO
Thiobraid AGUS Glóir OBAIR
Honra e glória aos TRABALHO
HONOR Y GLORIA AL TRABAJO
Waheshimu NA UTUKUFU KWA KAZI
เกียรตินิยมและ GLORY TO WORK
ONUR VE GLORY İŞ İÇİN
Danh dự và vinh quang cho
Anrhydedd A gogoniant i GWAITH
האָנאָור און כבוד צו ארבעטן
Góðan arbeiðaradag, nær og fjar!