Tonk - ein dag standi sjálvur eg har. Soleiðis syngja vit í
Mær er sagt um ein stað. Uppafturtøkan í teim trimum ørindinum ger, at orðini
fara sum ísur niður eftir aldrandi rygginum. Tað var ikki fyrsti setningur, tú
steðgaði við og skifti orð um á tínum arbeiðsplássi. Men - tonk - sum tíðin
gongur, so ert tú har, við tí russiska klokkuklangi og øllum tí, sum dómadagslagið
leggur seg upp at, skal hann syngjast. Einsamallur, tí eingin er at tosa við.
Tann næstelsti er farin. Marginaliseringin og polariseringin, sum tú aldri áður
hevur varnast, er ein veruleiki, sum tú nú ert mitt í. Tú verður ein paria í tí
frambrúsandi samfelag, ið siglir fram yvir lívsins hav, og týðuliga hevur aðrar
tilbiðjandi fyrimyndir enn tær, vit vanligu kenna ella skilja. Júst hesa støðu
lýsir danska sjónvarpið TV2 í morgun. Aldrandi menn, men eisini kvinnur, sum
kanska eru enn verri fyri, tá tær missa sambandið við arbeiðsmarknaðin, tá
aldurin leggur sína køldu hond á gerandisdagin, og tú uppdagar, at tað er ein
hálv øld, síðan tú hoyrdi Rolling Stones syngja Time is on my side. Meðan alt fer
framvið, telur tú niður til pensjónsaldurin.
Ein vinmaður segði mær herfyri, hvussu hann fór at kenna seg ikki bara forbígingnan og marginaliseraðan, men eisini útstoyttan, tí hann var farin at kenna seg so fremmandan á arbeiðsplássinum, har hann altíð hevði verið, serliga tá starvsfólkini møttust í stóru kantinuni. Tá hann hevði fingið sær uppá tallerkin frá fryntligu køksdámuni, sum hann var javngamal við og onkuntíð hevði koyrt biltúr við í sinum fyrra lívi, var tað, at hann uppdagaði, at øll við borðið tosaðu um somu ráðstevnu, tey høvdu verið á í London. Dagin eftir tosaðu tey um uppfylgjandi stevnuna í heyst, og hvønn stjórin tá mundi fara at senda. Hann, sum fortaldi mær hesa søgu, flutti seg til eitt annað borð, har hann aldri fyrr hevði sitið. Har kom hann eftir, at nøkur á hansara alduri møttust sum ein undirjørðisk loynideild. Nú eldrapolitikkur ikki var tað fyrsta, ið tosað var um, faktiskt hevði hann aldri hoyrt um fyribrigdið, var hann fegin um at sleppa uppí henda áhugafelagsskap hjá fólki, sum hann kendi frá heilt øðrum økjum á arbeiðsplássinum.
Tá eg sjálvur við hesi Kafka’sku uppliving fór at hyggja
eftir árliga gjaldinum til fakfelagið, sum er tíggju ferðirnar gjaldið til
limaskapin í Havnar Klubba, fór eg at grunda yvir, hvat arbeiði er fyri nakað,
og hvønn týdning tað hevur í mínum egna gerandisdegi. Eitt ár er eftir av arbeiðslívinum,
so raki eg pensjonsaldurin og komi á landsliðið, sum eg hoyri gamlar kenningar
siga, tá eg onkuntíð møti teimum í Kaffihúsinum.
Kanska eru seinastu árini á arbeiðsmarknaðinum bara upp til
tín sjálvan at umsita, sum um einki samfelag við bygnaði var til yvirhøvur, og at
nú er bara at minka um óneyðuga skuld og upparbeiða tær sunnari áhugamál enn tað
meiningsleysa arbeiði, sum fyrsti ALS-stjórin segði, at eingin nakrantíð fer at
takka tær fyri. Kanska er tað so ósentimentalt at fara undir seinasta árið á
arbeiðsmarknaðinum.
Tonk - ein dag standi sjálvur eg har.