Tríggir norðurlendskir filmsgranskarar, Gunnar Iversen, Mariah Larsson og Isak Thorsen skriva í hesum døgum Handbook of Nordic Cinema.
Í hesum sambandi hevur Isak Thorsen skrivað ein kapitul um donsku Sengekant-filmarnar í Grønlandi, og spyr, um teir eisini hava verið vístir í Føroyum.
Hóast lotur, er mítt svar eitt rungandi ja.
Við filmsgerð er tað í øllum londum so, at innlendskur filmur, ella tjóðskaparligi mentanararvurin, um hann so er filmur ella annað mentanaravrik, er sjálv beinagrindin í viðkomandi landi, tá umræður ikki bara filmsgerð, men so sanniliga eisini biografvirksemi, um tú vilt tað ella ei. Handilsliga uppgávan, tí hon liggur frammalaga, kanska fremst í júst hesi sjangru, er at finna fram til, hvat kann lokka fólk í biograf. Heldur enn filmslist, er hetta handilsmannskapur, sum liggur fremstur í samtíðini, har og tá lættir pengar eru at finna.
Serliga fyrst í sjeytiárunum sæst, at nógvir danskir seingjastokkafilmar hava verið vístir í teim mongu føroysku biografunum. Og Atlantis Bio í Klaksvík hevur havt til teitis at geva filmunum føroysk heiti, sum ikki eru óstuttlig.
Der må være en sengekant verður til Á songarstokkinum má verða markið. Og sunnudagin á norðoyastevnu 1979 vísir biografurin klokkan 16:00 Moral på sengekanten, sum í blaðlýsing fær heitið Siðmenning á songarstokkinum.
Men so kemur Filmseftirlitið, sum er politiskt valt á afturlatnum Landstýrisfundi. Í drúgvari grein í Sosialinum í 1976 er frásøgn frá formanninum, og eg skilji, at danski sokallaði lættisoppafilmurin Tandlæge på sengekantan verður bannaður, við grundgevingini, at hann er so býttisligur og fjákutur.
Tá høvuðsstaðarkommunan ger avtalu við norðurlendska TV3 at senda teirra signal víðari til øll í Havn, kemur meir enn so fyri, at júst hesin fjákuti filmur og aðrir úr somu seingjaskuffu verða vístir inn í hvørja stovu sum eitt kommunalt mentanarligt átak at fáa lut í filmsins vælsignilsum á skíggjanum.
Ikki er tað lætt at umsita eftirlit av filmi, sum fer um øll mørk. Og hinvegin, hóast upphæddin til hetta almenna virksemi var so lág sum 150.000, so fekst av og á eitt kjak um film og ta ávirkan, sum í ymsum høpi kann standast av filmi, sum eingin annar myndugleiki nakrantíð hevur staðið fyri í Føroya søgu. Nú er long tíð síðan at ódýra og tó neyðuga virksemið helt uppat. Grundgevingin var eingin.
Tá umræður donsku Seingjakantsfilmarnar og aðrar líknandi danskar biograffilmar, sum til dømis Sådan gør de det í tveimum pørtum eftir Ole Ørsted, so hava mest sum allir hesir filmar verið vístir alment í Føroyum, í onkrum føri við einum lítlum kuti, har danski framleiðarin hevur valt at dvølja í so leingi við nærmyndir av kynslutum, ið hevur verið nakað einoygt fyri føroyska biografgangaran at blíva við at hyggja uppá. Sami Ørsted og Ole Ege funnu fram til Bodil Joensen, sum var ættað úr Sumba, og nú fekk heitið Ornepigen og bleiv stór handilsvøra hjá donsku pornofabrikantunum í Japan.
Rættindi at leiga og vísa film í biografi, hava altíð verið hjá donskum filmsútleigarum. Í nýggjari tíð er tað bara tá umræður føroyskan biograffilm, at vøran er á føroyskum hondum við føroyskum heiti og undirteksti. Helst er landið ov lítið at taka dystin upp við danskar filmsútleigarar, men kanska kemur tað einaferð tá framleiðusluútreiðslurnar verða minni. Filmsfelagið royndi seg í 1989 at keypa rættindi, teksta og leiga út íslendska filmin Hrafninn flýgur (Hrafn Gunnlaugsson 1984). Hóast forsøgn um nógvan stuðul frá Nabolandskomitéen til spridning av spelfilm, varð filmiska royndin alt ov dýr fyri eitt áhugafelag á einum marginaliseraðum marknaði. Men áhugavert var at fáa loyvi og handrit og at síggja hvussu teksting av framkallaðum filmi á rullu tá gekk fyri seg.
Taka vit saman um, so kunnu vit staðfesta, at vit hava einki virkandi filmseftirlit ella vegleiðandi virksemi í Føroyum yvirhøvur, hóast forboð um pornografi, blasfemi og útpenslandi harðskapslýsingar.
Men fara vit aftur til 1984, tá endurstovnandi aðalfundur av Filmsfelagnum var á Landsbókasavninum, og eg sjálvur gjørdist formaður, minnist eg, at nøkur ár seinni, tað mundi vera í 1989, bleiv filmurin The Last Temptation of Christ (Martin Scorsese 1988) totalbannaður av Filmseftirlitinum, tí hann var blasfemiskur. Pauli í Leikhús Bio spurdi, um Filmsfelagið hevði hug at vísa hann fyri limum komandi sunnudag, innan hann varð sendur niður við Skipafelagnum týsdagin. Vit vístu filmin fyri fleiri filmshugaðum, og tá sýningin við hesum í besta lagi hampuliga filmi var av, gingu vit niður trappurnar, meðan kvinnur stóðu í báðum borðum og bóðu fyri okkum, stig fyri stig, til komið varð á slætt frammanfyri gula Vertshúsinum.
Um sama mundið fingu vit skrivað bræv frá Filmseftirlitinum, har teir høvdu noterað sær, at vit vístu ein blasfemiskan film og harafturat høvdu enn ein blasfemiskan film, Life of Brian (Terry Jones 1979), á vetrarskránni. Helt hetta virksemið fram, mátti Eftirlitið hyggja við nýggjum eygum eftir okkara virksemi, varð skrivað í brævinum. Mint varð á at umframt blasfemi, var eisini bannað at vísa film, sum var pornografiskur og merktur av fyrilitarleysum harðskapi.
Kann ikki minnast, at vit vórðu ákærd fyri at vísa tílíkan film, hóast Ultimo tango a Parigi, Ai no korîda, Taxi Zum Kloo, Querelle og aðrir arthousefilmar, sum kundi tykjast í so fúlir, vórðu vístir ta tíðina.
Ein av filmunum, sum Filmseftirlitið bannaði av harðskapsávum var Natural Born Killers (Oliver Stone 1994). Hesin filmur hevur tískil ikki verið vístur í føroyskum biografi, men kortini kundi eg keypa hann sum dvd uppá tilboð í Gamla Bókahandli á Vaglinum meðan hann enn var heilt nýggjur.
Síðan aldarskiftið hevur Filsmfelagið uttan nakra uppíblanding av nøkrum slag av eftirliti, víst hópin av filmi, har serliga verður leitað eftir einum kynsligum samleika, mest sum altíð púra opinskárað, eitt tema, sum kemur títt og ofta fyri á filmi úr øllum londum, eisini Oscarvirðisløntum filmi. Í tílíkum førum hevur tað ofta eydnast at fáa samstarv við LGBT um sýningarnar, sum júst hevur verið eitt inkluderandi motiv hjá Filmsfelagnum.
Leggjast kann afturat, at tá Sjónvarp Føroya bleiv til 1. apríl í 1984, gjørdi teirra egna innaneftirlit av filmiskum slag av, at týski klassikarin Die Blechtrommel (Volker Schlöndorff 1979) aldri skuldi vísast har. Nógv ár seinni vísti núverandi Kringvarpið bæði henda ónevniliga týska filmin og A Life of Brian, enntá á páskum.
Enn sum áður hevur alt undir sólini sína tíð. Í dag er um at gera at sleppa snikkaleysur undan føroysku frælsifylkingini fyri skíggjanýtslu, hvat so innihaldið ella tímanýtslan er. Tí tað er alt lagt út til sjálvbestaltað prædikufólk at meta um, tí tað almenna hevur langt síðan slept endanum. Tað er ikki bara gott, onga miðlaráðgeving at hava what so ever í einum framkomnum landi.
Í Føroyum hava verið ovurhonds nógvir biografar og fólk hava gingið nógv í biograf. Útboðið og sýningarskráin hevur verið hin sama sum í Danmark, tí allir filmar komu haðani. Partar av hesum vóru donsku Seingjakantsfilmarnir, sum hóast vælkumtóktir í Danmark, aldri fingu kultstatus her í landinum, tað eg veit.
Tvørturímóti vil eg vera við, at donsku Seingjakantsfilmarnir hava sum eingin onnur donsk mentanarvøra medvirka til, at fólksliga føroyska fatanina av tí, sum herbúgvandi danir hildu vera stuttligt, gjørdist óneyðuga platt og ófrívilliga pínlig, fladpandet, sum tey siga. Sum mentanarvøra elvdu Seingjakantsfilmarnir í mínum optikki til eina undirminering av danskheitini í sjálvari sær.
Í dag er bara ein biografur í Føroyum, Havnar Bio, har Filmsfelagið hevur arthousesýningar hvørt mikukvøld. Eftir ein summarsteðg byrjar felagið aftur við spennandi filmum hin 30. august.