Skip to main content

Barbie, Ken, Eiler og Oppenheimer

Eiler Fagraklett í Havnar Bio, har hann hevur sæð "Barbie" saman við vinkonunum. Niðanfyri er ummælið hjá Eileri av filminum, sum hann sá sunnukvøldið 

Hósdagin hevði nýggi Barbie filmurin heimsfrumsýning, og eins og so nógvir aðrir føroyingar, nýtti eg høvið at síggja nýggja filmin sunnukvøldið. Ein filmur, sum óvanliga nógv hevur verið prátað og skrivað um síðsta hálva árið. Hetta gjørdi, at nógv varð væntað av upplivinigini - og eg má siga, at Barbie og Ken skuffaðu ikki. 

Í filminum spælir Margot Robbie høvuðsleiklutin sum Barbie, meðan Ryan Gosling spælir Ken. Søgan fylgir teimum báðum á eini sjálvrannsaknandi ferð eftir, at tey uppliva eina eksistentiella kreppu.

Sum samkyndur drongur í áttatiárinum varð eg sjálvandi hugtikin og til tíðir drigin at ljósareyða dreymalandinum hjá Barbie. Men tað var ein onnur tíð, og tá var tað ikki væl sæð, at dreingir spældu við dukkur, og so slett ikki við hina mest femininu dukkuna av teimum øllum: Barbie. So eg fekk aldri eina Barbie dukku, og eg varð eisini alment noktaður at spæla við tær. Eg mátti noyðast við Playmobil, Lego og He-Man. Ironiskt nokk var muskuløsi He-Man í stuttum undirbuksum og berum yvirkroppi mettur, ikki at vera eins hóttandi og vandafullur at “skapa bøssar” sum Barbie. Hetta er hóast alt sama tíðarskeið, tá fólk hildu George Michael og Freddie Mercury vera hinskyndar.  

Men tíbetur átti eg fleiri góðar vinkonur í grannalagnum, ið sum oftast lovaðu mær at spæla saman við teimum, tá teirra mongu vøkru Barbie dukkurnar komu fram úr leikukassanum. Á kamarsgólvinum fingu okkara hugflog síðan fríar teymar og vit kundu droyma okkum burtur til Barbieland, har øll vóru júst, sum tey ynsktu at vera, og har alt bar til - so leingi sum tað var ljósareytt ella í pastell litum. 

Hesar somu vinkonurnar komu við mær at hyggja at nýggja Barbie filminum sunnukvøldið. A trip down memory lane. Nostalgi fyri allar pengarnar í Havnar Bio. Eitt stað, sum føroysk samkynd av góðum grundum ikki altíð hava kent seg vælkomnan, hóast Filmsfelagið hvørt mikukvøld í somu hølum hevur víst hópin av nýggjum og spennandi filmum, sum definera kynsleiklutir. Men hvat ger man ikki fyri Barbie.  

Móður- og fedraveldið

Í nýggja filminum verða vit ámint, at leikaheimurin hjá Barbie dukkum er eitt matriarkat ella móðurveldi, har kvinnur ráða og smágentur kunnu droyma seg burtur umvegis Barbie dukkurnar og soleiðis gerast alt frá rúmdarkvinnum til forsetar, ella frá hárfríðkanum til hægstarættardómarar. Í hesum leikaheiminum er Ken ella “mennirnir” einans tilhoyri hjá gentunum. Barbie er altíð stjørnan. Aldri Ken. 

Uttan at fortelja ov nógv um søgugongdina, so fara Barbie og Ken á eina sjálvrannsakandi ævintýraferð frá Barbie leikaheiminum til tann veruliga menniskjaheimin. Og har verða tey skjótt varug við, at í okkara veruliga heimi, er tað framvegis talan um eitt patriarkat ella fedraveldi, har næstan bara menn ráða og kvinnur ofta eru teirra tilhoyr. Júst tað øvugta, sum lívið í Barbie leikaheiminum. Hetta førir til bæði eitt og annað áhugavert, ið eg ikki kann koma nærri inn á, uttan at avdúka alla søgugongdina.  

Men hinvegin kann eg siga, at filmurin er sera væl úr hondum greiddur. Hann megnar bæði at vera stuttligur, vísdómsfullur, camp, læruríkur og rørandi. Søgugongdin er væl skrivað og væl sett saman við nógvum ymiskum áhugaverdum løgum, meðan búnar, pallur og tilhoyr er sum tikið úr einum BR handli. Tað kennist veruliga, sum um tú ert farin á vitjan heima hjá Barbie, tá tú sært filmin. 

Margot Robbie og Ryan Gosling spæla bæði sera sannførandi, og tað sama gera eisini aðrir leikarar, so sum America Ferrera, Kate McKinnon, Michael Cera og Will Ferrell. Tað einasta, sum eg kanska kann seta fingurin á er, at seinna helvt av filmin kundi verið stytt nakað til tíðir, men hetta er ikki ein stórur trupulleiki. 

Rebranda Barbie sum feministiska ikon

Stóra altjóða fyritøkan Mattel, sum hevur framleitt Barbie dukkur síðani 1959, hevur gjøgnum tíðina mangan verið ákærd fyri at geva gentum eina skeiva sjálvsfatan og ein ósunnan og óuppnáiligan hugburð til útsjónd og egnan kropp. Eftir eina støðugt minkandi sølu seinastu árini, hevur fyritøkan tí roynt at gjørt nakað við málið. Dukkurnar fáast tí í dag í mongum ymiskum støddum, húðarlitum og likamligum førleikum. Av tí sama hevur fyritøkan eisini havt tørv á at skapa eina hugburðsbroyting í hugaheiminum hjá brúkarunum um, hvør 63 ára gamla Barbie er í 2023.

Henda rebrandingin av Barbie sum ein feministisk ikon hevur verið í gongd í eina tíð, og er hetta arbeiðið nú komið í hæddina við nýggja Barbie filminum, sum Greta Gerwig hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. 

Eftir at hava sæð filmin og samstundis óvanliga jaligu móttøkuna av filminum á sosialu miðlunum, kann eg ikki siga annað enn, at hetta er eydnast so væl, sum tað nú einaferð ber til. 

Fyritøkan Mattel spælir eisini sjálv ein leiklut í filminum. At ein so stór milliardafyritøka sum Mattel, ið hevur verið fyri so mongu atfinningum, megnar at hava slíkt sjálvsinnlit og ikki minst sjálvsironi, er sera kærkomið og ein fragd at eygleiða og uppliva.

Filmurin, sum ikki er gjørdur ella ætlaður til børn, nøktar nostalgitørvin hjá eldra ættarliðnum, sum samstundis uttan iva fer at brúka pengar uppá mongu licensevørurnar, sum Mattel hevur framleitt í samband við filmin, meðan allar dukkurnar og leikurnar, sum eisini eru knýttar at filminum, tekkjast einum nýggjum ættarliði av børnum, sum aftur sleppa at keypa Barbie dukkur við loyvi frá mammu. 

Ein dreyma win-win støða hjá Mattel. Man kann tí ikki annað enn vóna og vænta, at marknaðardeildin hjá fyritøkuni hevur fingið eina stóra og feita lønarhækking. Tað hava tey sanniliga uppiborðið. Hetta megnar rebrandingarúrslitið og tað er nakað, sum eitt og hvørt marknaðarfólk bara kann droyma um at fáa á sítt CV. 

Hvør Barbie og Ken ert tú?

At kenna seg aftur í leikum, filmum, list o.s.fr. er týðandi. At vera umboðað/ur. At vera sædd/ur. At kenna seg sum partur av felagsskapinum. Hetta er ein týðandi menniskjaligur tørvur. Ein tørvur, sum Mattel hevur roynt at nøkta umvegis dagsins stóra úrval av Barbie dukkum og nú eisini við nýggja Barbie filminum. 

Sunnukvøldið kundu mínar vinkonur kenna seg aftur í ymisku Barbie dukkunum á løriftunum, meðan eg partvís kundi kenna meg aftur í Allan, sum er vinmaðurin hjá Ken, ið sambært dukkueskjuni hjá honum “passar øll klæðini hjá Ken” og sum patriarkatið ikki heilt fekk heilavaskað (meira um tað í filminum). Ella kanska eri eg meira ´Earring Magic Ken´, sum bara hevur oyraring í tí eina oyranum og gongur í netundirtroyggju. Eftir hondini eru tað so nógvar ymiskar Barbie og Ken dukkur, at vit øll skuldu kunnu kent okkum umboðað á ein ella annan hátt í dukkunum hja Mattel. Tað gongur eisini nógv aftur í filminum.

Barbenheimer

Úselda sýningina av Barbie sunnukvøldið varð mest mannað ella kvinnað við millenial gentum í ymiskum ljósareyðum klæðum eins og meira varnum Gen X kvinnum. Tá henda stóra, bergtikna og vælnøgda fjøldin, ið júst hevði endurupplivað síni bestu barndómsminni og fingið eitt snarskeið í nútíðar feminismu, fylgdist út úr salinum, møtti hon eini aðrari kø. Tað var ein long testeronfylt mannamúgva av ungum og eldri monnum, ið stóðu og bíðaðu eftir at sleppa inn í sama biografsalin at síggja Oppenheimer. Ein Christopher Nolan filmur, ið somuleiðis hevði frumsýning hóskvøldið. Ein filmur, sum m.a. snýr seg um mennirnar, ið skaptu atombombuna. Nevndi nakar fedraveldið?

Tað var ein stór og sigandi kontrast at síggja hesar báðar fjøldirnar hittast í trappugongdini og úti í klubbagarðinum. So ólík - og tó kanska ikki so ólík allíkavæl.

Eg ætli mær at síggja Oppenheimer filmin seinni, men eg vóni sanniliga, at summir av hasum mongu monnunum í Oppenheimer køini eisini ætla sær at síggja Barbie filmin einaferð, tí tað er ikki einans hinskyndar kvinnur og samkyndir menn, sum kunnu læra nakað av magenta litta Barbie filminum og um javnrættindi fyri bæði kynini. Tað kunnu vit øll. 

Tí verðin er eitt sindur betri, tá eins nógv pláss og møguleikar eru fyri bæði Barbie og Oppenheimer.

Næst á framtíðar filmsskránni hjá Mattel er ein nýggjur filmur um He-Man. 

Hvar meldi eg meg til frumsýningina?

Eiler Fagraklett ummældi filmin "Barbie", sum gongur í Havnar Bio