Skip to main content

Føroyar opnar fyri business

- Plaseringin sigur, at tit eru open for business við øllum tí, sum økið letur upp fyri millum eystur og vestur. Tit eru ovasti toppurin av verðini, tað er greitt og tit eru heldig við sovorðnum marknaðarfyrimuni, sigur hann. 

Lukkutíð fara vit ikki at útgreina saltfiskaveiðu í hundrað ár, russiska samvinnu hálvt so leingi, nývunna amerikanska kavbátavernd og nýbræddar siglingarleiðir, sum nú fara at ganga inn og út úr lovaða landinum hjá okkum øllum her á Norðurkollinum, fyri ikki um at tala í Arktis.

- Frálíkt, sigur jødiski bilettseljarin í Jerúsalemskirkjuni í Prag, tá eg við einum reyðum rundingi havi víst, hvar Føroyar eru. 

- Kirkjuni? Nei, synagoguni, er hann skjótur at korreksa, og peikar á myrkabláu pappírskalottarnar, sum eru á hillini ein metur burturi. Hetta er Jubileumssynagogan, mind you, sigur hann turrisliga við einum tohuvabohu ekkói úr bíbliubundna føroyska fólkaskúlanum.

Hann lesur hebráisku orðini yvir inngongdini og umsetur: "This is the gate to which the righteous will come". Enskt er felags pallurin, vit lenda á. Men so sigur hann púra óvæntað Tak skal du have, hav en god dag, tá hann í terminalinum sær, at eg havi danskt gjaldskort at kvitta við.

Undir bláum kalotti fari eg inn í jødisku jubileumssynagoguna mitt í Prag. 

Hon er bygd í 1906 og er í stíli eitt litríkt bland av art nouveau, týskum jugendstíli og rundum inngangshválvum á súlum, sum hjá tvísporandi mórarum, ið hava dyrkað skapið av hestaskógvi. 

Hetta er inngongd teirra rættvísu. 

Tí er at seta hann rætt á høvdið, kalottin.

Víðsýndi opinleikin hjá billettseljaranum í Jerúsalemsynagoguni, um altíð at vera open for business, er ikki galdandi í handlinum, sum um hornið selur arbeiðsklæði frá amerikansku familjufyritøkuni, Carhartt, sum varð stovnað í Dearborn, Michigan í 1889. Tey, ið halda við Putin, eru ikki vælkomin her. 

- Hands off Ukraine, Putin, stendur eisini á blágula dregilinum ovast á kirkjuvegginum á niðaru myndini. Har inni eru tímalangar konsertir við lokalkoloritti, sum enda við Bedřich Smetana Má Vlast, Mítt fedraland, har onnur av seks symfoniskum yrkingum hevur týska heitið Die Moldau, ið ikki er ólík tí patos, vit hoyra í svenska Ack Värmeland, du sköna, ísraelska tjóðsanginum Hatikva og italska La Mantovana.  

Kekkiska navnið á Die Moldau er Vltava, áin, ið rennur gjøgnum høvuðsstaðin Prag, og er sambindandi tvørá hjá Elbe, og kann leiða okkum heilt norður til Cuxhaven. 

Býarkortið sigur, at átjan brýr eru um hesa størstu kekkisku ánna, sum bæði skilur og bindur, bannar og vælsignar býin, har tey gera alt fyri at vatnflóð ikki verður aftur. 

Kendasta brúgvin er 666 ára gamla Karlsbrúgvin, sum hóast einki kostar at ganga á henni, er so nógv hin størsta ferðavinnumagnetin í býnum.


 


Eftir ánni sigla Prague Boats við ferðafólki. Orsøkin til at eg valdi henda bát og ikki ein av øllum hinum mongu, var, at hann er elektriskur og tískil lukt- og ljóðleysur, sum hevur nógv at siga í einum so varðveitingarverdum og tættbygdum mentabýi sum Prag, ið andar av søgu, hvar tú so vendir tær. 

Eisini tá tú í onkrum gøtubroti sært okið av betongstalinismu, sum hevur upptonkt ein nýggjan estetikk, ið lukkutíð aldri fekk fótin, fyri ikki at siga veggin, fyri seg, og hvarv eins og heimsins størsta Stalinstandmynd herbeint við ánna í 1962. 

Soleiðis kann býarplanlegging í einum villfarnum tíðarskeiði sum ongan ting forkoma søguligum virðum og fólksligum búsetingarmynstrum, sum vit eisini hava hoyrt um úti á Tinganesi, ið mundið verið jarðlagt av býráðnum og endurbygt við betongveggum.

Ein túrur við ljóðleysum báti á Vltavaánni í Prag verður tískil viðmældur. Her sært tú summarlívið, sum ein á kann skapa í einum vælskipaðum evropeiskum býi, innan ferðavinnukapitalisman hevur riðið inn í býin og hertikið hann. For good.

Enn er Prag ein av fremstu framherjum í Ferðavinnuevropa, tá umræður at verða í pakt við fólkið, heldur enn bøndur, sum í Føroyum forkoma ferðavinnuni og framhaldandi sleppa at gera tað.

   



Nakað vestanfyri Prag er fjórðstørsti kekkiski býurin, Plzeň, har bayerski Josef Groll bryggjaði fyrsta pilsnarin í 1842, Pilsner Urquell, ið er fyrsti ljósi pilsnari, og fæst í Rúsuni við hesum orðum: "Kekkia. Pilsnar. Gyltan lit, anga av humlu og blómum. Smakkurin er merktur av humlu við nakað av beiskleika og hevur miðal fyllu".

Tí eru ølstovurnar nógvar í Prag. Samstundis er tað ein avbjóðing millum so nógv ferðafólk, at stýra uttanum støð, ið kundu verið kallað turistfellur, og heldur royna at finna ølstovur, ið liva og virka fyri upplivingum, heldur enn bara umsetningi hjá einum multinationalum bókhaldara.

Her er einki annað at gera, enn at fylgja tí varhuga, tú hevur fingið, tá tú fyrireikar teg til stórbýarferð í tí higartil ókenda. Royn til dømis eina smakkroynd í fimm ella seks satsum, sum ikki eru ov stórir. 

Best dámar mær í tí eina borðinum at smakka variantar av lokalum kirsiberjabryggi við fyrimynd í belgiskum kriek spontanbryggi, ið er mest sum alkoholfrítt, og í hinum borðinum myrkari stoutbryggi, við fyrimynd hjá russiska sarinum og hansara søguliga keisaraveldi, ið enn kann geva ein universellan smakk av kaffi og vanilju, men eisini einum ferili av lokalum fjósi og saðilleðri. Óneyðugt at siga er tað sterkt. Øl er ikki sum at siga tað. Tað er, sum orðatakið sigur, annar maður. 

 

Nú vit eru á skeinkingarstøðum í Prag, renna vit okkum eisini í vitlíki, artificial intelligence, sum við skeltinum Makr Shakr, breggjar sær av at verða heimsins størsti robottskeinkjari. Kom inn, skriva á skíggjan, hvat tú vilt hava, rinda og fá glasið frá robottinum.

Henda tænasta setur kjakið um, hvørt vitlíki er vinur ella fíggindi í nýtt ljós. Alt, sum byggir á mát og uppskriftir, eigur at fara til robottar, meðan vit slappa av. Men hvar skal tann tankin enda? Fer vitlíki at kosta okkum menniskjansliga tænastusambandið, tá vit keypa, samskifta og spyrja okkum fyri? Minni vit vilja tosa um og viðgera vitlíki, serliga í skúlahøpi, nærri er totaliteri staturin við eirindaleysum diktaturi. Meðan ræðumyndin um futuristiska statin sodnar, lata vit Makr Shakr robottin bryggja ein Cuba Libre.


Unga fryntliga Vasi hevur borðreitt og bjóðar til morgunmatar á hotellinum, sum er gomul hermannabúð og vápnagoymsla, The Old Armoury, á vestara áarbakka í rekreativa økinum Kampa í Malá Strana, sum merkir minni ella lítli býurin. 

Beint norðanfyri er slottið í lítla og sumstaðni bratta býarpartinum Hradčany. 

Hinir býarpartarnir í Prag verða nevndir gamli býur, Stare Mesto, ið er hinumegin ánna, har serliga jødiski býarparturin, Josefov, er spennandi, og so økið, sum hóast tað varð grundað í 1348, kortini kallast Nove Mesto, nýggi býurin, og samstundis gevur okkum eina ikki bara søguliga men eisini nútíðarliga tíðaralin, har hann er við handlum rundanum og sunnanfyri áðurnevndu býarpartar.

Her er Vasi í kjallaranum í gomlu hermannabúðini, og niðast er útsýnið úr kamarinum.

  




Í Josefov býlinginum er vakra Spanska Synagogan, har eitt minnissavn er á loftinum, m.a. við eini sparibússu frá 1930 til nýggja heimstaðin í Palestina.

Næst við er matstovan, Blue Fjord, sum leggur seg eftir fiski úr øllum heiminum, eisini Norðuratlantshavi, haðani tey minnast at føroyskar kvinnur vitjaðu í fjør summar. 

Kokkurin er úr Glasgow. 

Eftir at hava skift orð um fisk úr ymsum høvum og ymsar møguleikar fyri tilgerð, velja vit úr feska diskinum. Ein uppliving av tí stuttliga slagnum, horvandi móti gimmick.




 


Einki er at taka seg aftur í, at meðan Franz Kafka er bókmentaklassikarin í Prag, sum er í vanda fyri at blíva enn ein gimmick, at stýra uttanum, so er Václav Havel kekkiski landsfaðirin, fyrst sum forseti í gamla Kekkoslovakia frá 1989 til landið datt sundur við ársenda í 1992, og eftir hetta sum fyrsti fólkavaldi forseti í Kekkia heilt til 2003. 

Umframt at verða fyrsti fólkavaldi leiðari eftir at kommunisman fall, var Havel, sum doyði 75 ára gamal í 2011, eisini elskaður høvundur. 

Blíða heiðurssnýðið á Havel sæst so nógva staðni í býnum, í veggjamálningum, á Tjóðapallinum, í bókahandlum og á minnistalvum við tokstøðina, at vit taka ein ódýran Uber út til grøvina á Vinohrady kirkjugarðinum, sum er nakað burturi frá miðbýnum. Tað er har, at niðasta myndin er tikin.







So hendir tað margháttliga, at tá vit skulu yvir um vegin frá Havel at síggja grøvina hjá Kafka í Nový židovský hřbitov, tað er nýggja jødiska kirkjugarðinum, sum i 1890 var tíggju ferðirnar størri enn hin gamli inni í Josefov, renna vit okkum í amerikansku Marylin Keating, sum eftir loknan arbeiðsdag fer heim úr Radio Free Europa, har hon er starvsfólkleiðari og HR mennari hjá amerikansku útvarpstænastuni, sum við risabókstavunum Radio Liberty hevur evropeiskt høvuðssæti júst her, ið átta hundrað fólk arbeiða. 

Vit práta so leingi við hana, at Kafkagrøvin og kirkjugarðurin, sum er hennara gerandisútsýni, er stongdur, og eg bert fá eina mynd inn millum rimarnar, tá útvarpsprátið millum eystur og vestur er liðugt. Stuttligt við fakligum práti, sum traðkar úr tíð og kortini gevur breiða persónliga meining.




Inni í býnum síggjast ímyndir av Kafka, millum annað eitt snurrandi høvd, sum í pørtum melur runt, og onkuntíð rakar røttu andlitsmyndina, og so Kafkasavnið, sum er gamaldags, men roynir at provokera við eini standmynd av tveimum pissandi monnum í túninum, og so journalini hjá Josef K, har tað avgjørt ikki er loyvt at avmynda. Tað ger man so. Hvat tá.




Heimagjørda tummilsreglan sigur, at í einum stórbýi skalt tú ikki steðga longur enn fingrar eru. Eftir ein betri føðingardagsbita á matstovuni V Zátiší, sum merkir friðsæl afturundirgerð, og ikki minst á lítlu matstovuni tāst uppi í gamla slotsbýnum, fara vit fimta dagin á tokstøðina, sum eisini hevur kirkjuhválv, og keypa ferðaseðil til Krakow, sum er har suðuri í Pólandi tætt við ukrainska markið. Her eru tvær myndir av fremstu matstovunum í býnum.



Tokferðin úr Prag til Krakow tekur út móti átta tímum, mest gjøgnum koldálkað ídnaðarøki, og tokið er tað sama, sum ukrainskir flóttar koyra við. 

Ein hugvekjandi tokferð gjøgnum okkara Evropa, har vit koma í tos við kekkisku hjúnini, Libor og Mariu Lochman, sum fram til pólska markið sita við okkara borð. 

Libor arbeiðir hjá Skoda og er evropeiskur flutningsráðgevi við innliti í mong viðurskifti, til dømis at kekkiska flogfelagið nú verður lagað niður, og pláss verður gjørt fyri lágprísfeløgum, meðan hugtøk sum national carrier fara at missa týdning. 

Tey bæði hava sett sær fyri at vitja allar smástatir í Evropa og mangla bara Føroyar. Vit avtala at halda samband í hesum føri.




Í Krakow gista vit fimm dagar á Hotel Polski, sum er mitt í býnum í einum húsum, ið stava frá 1876. Hotelleigarin ger, eins og øll onnur í býnum, nógv burturúr at vísa ukrainum stuðul, og at gera vart týdningin, hvør í sínum lagi, at taka frástøðu frá Putin og hansara despotiska einaveldi mótvegis einum fólkaræði, sum Ukraina er. 




Hugtakandi, at vera í einum landi, sum veitir krígsrakta grannalandinum so dyggan stuðul, og samstundis møta flóttum í eygnahædd á gøtuni, har sama samljóð bæði sæst og hoyrist, og tað á ein virðiligan máta, so øll skilja, uttan at nøkur tvístøða tykist taka seg upp, og tú samstundis kanst seta andlit á krígsins djevulskap, sum bara eitt fjart krígsapparat og einki menniskja ynskir. Hetta ger alla ferðina verda.






Týdningarmesti og sjónligasti samanknýtandi parturin á torginum í Krakow, har Europen Games eru í løtuni, er tveyogfýrs metur høga rómversk-katólska Mariukirkjan úr fjúrtandu øld. Hvønn tíma er laiv trompetspæl úr einum av gluggunum, og innkomin fyri einki, kenni eg meg umgyrdan at tíðarleysum ríkidømi sum aldri áður, hvar eg so hyggi og hvat eg so lurti eftir, hóast eg ikki skilji málið. Alt andar frið, og hurðarnar standa opnar. 



Uttanfyri er friðarligur fundur, sum LGBT skipar fyri á torginum, meðan løgreglan tryggjar øllum frið og sóma.





Við Wawel kongsborgina, sum kann dagførast aftur til 900-talið og hevur livandi søgur um eldgoysandi ormin av Glitraheiði knýtta afturat sær, er UNESCO framsýning um býin síðan 1978. Sagt verður um býarrúmið, at tað er borgarin sjálvur, sum definerar rúmið. So hvussu framtíðar Krakow fer at síggja út, er fyrst og fremst upp til okkum sjálvi, býarinnar børn. Ein áhugaverdur tanki, sum miðbýarfyrisitingin í Havn burdi vitjað, granskað og tikið til sín.


So eru stundir at vitja enn ein jødiskan býarpart, sum standa so sterkir í hesum parti av heiminum, Kazimierz, tí ágangurin hevur verið so stórur og eftirtíðin hevur lagt sær eina við, at siga Nie Wieder, aldri aftur, millum annað við at hava árliga minnisdagin fyri Holocaust og øðrum fólkadrápum í føroysku skúlunum hin 27. januar.

Fyrsta steðgistað í Kazimierz er ein órørd sena úr filmin hjá Spielberg um navnalistan hjá Schindler. So rørandi, at eg tári.







Men hetta er sum einki at rokna í mun til tað, sum nú stendur fyri. Fyrst er ein ferð niður í djúpu námini Wieliczka, sum síðan trettandu øld og heilt fram til 2007, hava vunnið salt til borð- og matbrúk. Síðan hava námini bert vunnið salt úr vatni. Her er alt gjørt úr salti, eisini altartalvurnar.





Síðan er ein ferð frá hotellinum til týningarleguna Auschwitz-Birkenau. Í bussinum verður vístur ein filmur, sum sovjettiski fotografurin Alexander Vorontsov tók, tá Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum fríaði jødarnar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz. Dagurin var hin 27. januar í 1945 og vit hava hann nú í skúlakalendaranum sum almennan minnisdag. 

Onkur roynir at skilja ímillum støðini við at geva teimum funktiónsheiti, men hetta er so ræðuligt, at orð og heiti geva lítla meingin. Tað sum veruliga gevur meingin er, hóast tár, at ganga fysiskt gjøgnum økið og bygningarnar. Einki annað er at gera. Vit nyttar einki, tí tað er langt síðan hildið uppat. 

Í telefonina skrivi eg hesa ræðandi stuttu notu, sum eg enn ikki fái broytt: Tað er banaliteturin í gerandisdegnum, sum er tað óndskapsfulla.

Nógv fólk, eisini munkar, leita sær higar, at kenna ræðuleikan á sær, tí hann er fysiskur, hinumegin alt vit.


















Eftir henda ræðuleika, sum hvørt ár flytir inn í biografarnar, seinast við The Zone of Interest hjá Jonathan Glazer, sum fekk dómaravirðislønina í Cannes í ár, tí hann á ræðandi og skakandi hátt eydnast at brúka filmsmiðilin at lýsa myrkastu hendingar í søguni - tá kommandanturin, Rudolf Höss, og konan Hedwig, royna at skapa eina dreymatilveru í einum fittum húsum við einum fittum hava hinumegin hegnið í Auschwitz - er tað mær ein fragd at síggja eitt uppslag við nýggjum summarfilmum mitt í Krakow. 

Fleiri teirra eru á skránni hjá Filmsfelagnum, og eg fái fluks eitt gott prát við Wojtek Drąg, sum vísur mær inn á gólv og upp á loft, og vit knýta samband. 

Tað er bara í litríka minsta salinum, at eingin filmurin verður vístur beint nú, í hinum trimum eru filmar av summarskránni í gongd. 

Við evropeiskum stuðli vísur Wojtek sjálvur fjórði nýggjan evropeiskan arthouse film. Best dámdur er Asteroid City hjá Wes Anderson.





So byrjar heimleiðin við EasyJet til París at náa Atlantsflog um fýra dagar. Havi sett mær fyri at máta beinpláss í ymsu flogførunum, og her eru Atlantsflog og Czech Air munin betri enn EasyJet, hóast upprunaflogfarið er tað sama. Egnu knæmyndirnar tala fyri seg.





París er blivin ein serstakliga dýrur býur at ferðast í. Tað vísa ítøkiligar samanberingar, tá tú fyrr hevur vitjað og búð har í fleiri førum. Men lufthavnin, sum Atlantsflog flýgur til, er framúr at brúka til aðrar stórbýarferðir, sum í hesum føri til Prag og Krakow, treytað av at tú hevur keypt ferðaseðilin fyri ársskiftið, tá hann var bíligastur. Annars verður bíligari at ferðast um Kastrup, sum nettupp varð sporturin at sleppa undan. 

Í París finna vit eitt lutfalsliga ódýrt trýstjørnað hotell heilt úti í fjúrtanda býarparti, men beint við eina metrostøð. Størsta attraktiónin er hundrað ára gamla art deco lyftan.


Vert at vitja í grannalagnum innan heimferðina, er kirkjugarðurin Montparnasse, har Jean-Paul Sartre og Simone de Beauvoir eru grivin. 


Uttan um kirkjugarðin er spennandi listafólkamarknaður leygardagar og sunnudagar, her eru boheme matstovur, sjónleikarhús, og lítla varðveitta ljósareyða húsið hjá Agnes Varda, sum longu í 1962 eksperimenteraði við the male og female gaze í filminum Cléo de 5 à 7 við Corinne Merchand, sum sæst í treylaranum niðanfyri.

  



Hugaligt er at vitjað aftur á gomul støð og síggja, at umframt at ganga á kafé, ganga fólk eisini í biograf at síggja hevdvunnar klassikarar, sum í mínari tíð hava verið forbodnir at síggja her hjá okkum. Hann stendur á hesum veggi og hevur nýliga verið vístur í Filmsfelagnum.



Vit enda stórbýarferðina við afturvendandi yndsmotivinum úr París. Takk fyri hesuferð og at tú gavst tær stundir at koma við á hesa bloggaðu evropeisku ferð undir heitinum "Føroyar opnar fyri business".