Nú eru aftur krøv um at taka telefonir úr skúlastovunum. Orsøkin er árliga UNESCO frágreiðingin, The Global Education Monitoring Report, sum kom í dag. Sum sæst á permuni omanfyri, er heitið "Technology in education: A tool on whose terms?"
Tað er løgið, at so sterkar og ofta lítið rótfestar heimligar meiningar stútt og støðugt leggja seg upp at skúlanum. Men hvat, tað er har maktin er, í skúlanum. Og so í tí religiøsa umhvørvinum. Og har sum samanfallandi áhugamál og ynski um persónliga makt eru í hesum báðum pørtunum, tá er at verða uppá vakt.
Nú varð eisini at hoyra í Útvarpinum, at UNESCO bannar snildfonum í skúlanum.
Havi leitað í allari frágreiðingini, um hetta er so. Hava leitað eftir orðunum "ban" og "banned", og ongastaðni funnið eitt krav um ella so mikið sum eitt tilmæli um at banna telefonum í skúlanum.
Allíkavæl framtúrar Útvarpið við tíðindum um, at heimsins lærustovnur undir ST, UNESCO, krevur eitt bann av tílíkum amboðum.
Hetta passar ikki.
Aftast í frágreiðingini stendur ein ørstuttur tekstur, sum tekur soleiðis saman um kompleksa evnið, ið verður lýst á teim 435 ensku blaðsíðunum:
- This report recommends that technology should be introduced into education on the basis of evidence showing that it would be appropriate, equitable, scalable and sustainable. In other words, its use should be in learners’ best interests and should complement face-to-face interaction with teachers. It should be seen as a tool to be used on these terms.
Hóast stuðlað av grunninum hjá Bill og Melindu Gates viðger frágreiðingin hjá UNESCO ójavnan í heiminum, atgongdina til tøkni og at óviðkomandi partar uttanfyri skúlaskipanina, sleppa at orða regluverk fyri at brúka tøkni í skúlanum.
Sagt verður:
In asking ‘A tool on whose terms?’, the Report shows that regulations for technology set outside of the education sector will not necessarily address education’s needs.
Niðanfyri havi eg umsett samandráttin, short summary, fremst í frágreiðingini, ið setir sær spurningin: Can technology solve the most important challenges in education?
Stuttur samandráttur:
Talgild tøkni verður brúkt á ymsan hátt, alt eftir hvørjum samfelag, vit eru í, hvussu samfelagsbúskaparliga støðan er, hvat lærarar vilja og megna, hvat útbúgvingarstøðið er og hvørji inntøkuviðurskiftini eru í viðkomandi landi.
Síggja vit burtur frá teim londum, sum eru í fremstu teknologisku røð, verða teldur og samskiftiseindir ikki brúktar nakað serligt í flokshølum í skúlanum.
Harafturat kemur, at prógvaða nyttuvirði er ymiskt.
Tær avleiðingar, ið standast av at brúka talgilda tøkni, eru nógv undirmettar, bæði her og nú og tá mált verður yvir longri tíð.
Tey, sum eru ringast fyri, sleppa vanliga ikki at fáa nakað skilagott burturúr.
Heitið á kanningini er ”A tool on whose terms?”.
Við hesum heiti vísir kanningin, at regluverk fyri tøkni, sum ikki eru blivin til í útbúgvingarverkinum, men uttanfyri, ikki neyðturvuliga seta sær fyri at møta tí tørvi, sum er á útbúgving.
Frágreiðingin verður givin út saman við einum #TechOnOurTerms-átaki, ið mælir til, at tøkni í undirvísingini skal raðfesta næmingatørvin eftir eini meting av, um nýtslan er nyttug, hóskilig, eyðsýnd og burðardygg.
Frágreiðingin ætlast at leggja ein karm um tær avgerðir, ið politiski myndugleikin tekur.
Tey, sum taka støðu, verða biðin um at gera sær greitt, hvar tey eru, til tess at síggja, hvørt tøknin er passandi í teirra konteksti og tørvi á læring.
Tey verða biðin um at minnast tey gloymdu, so tryggjað verður, at tey minnast tey marginaliseraðu, sum ringast eru fyri.
Tey verða mint á at meta um, tey hava prógv fyri úrslitum, og nóg mikið av vitan um allar avleiðingarnar, ið neyðugar eru at taka upplýstar avgerðir á.
Frágreiðingin leggur dent á týdningin, bæði at liva við og at liva uttan talgilda tøkni; at taka tað, sum neyðugt er úr rúgvuni av kunning, men lata tað fara, sum ikki er neyðugt; at lata tøknina stuðla uppundir, men ongantíð skúgva til viks, ta menniskjansliga samband, sum undirvísing og læring byggir á.
Dentur eigur at vera lagdur á læruúrslit og ikki talgilt input.
Til tess at bøta um læring eigur talgild tøkni ikki at verða sett í staðin fyri, men heldur verða eitt ískoyti til tað samband, ið natúrliga er í undirvísingarstøðuni, sum er andlit til andlits við læraran.
Global Education Monitoring Report er sætta íkast í eini nýggjari røð, sum við metingum og profilum í ymsu londunum um PEER, er ætlað til politiskt orðaskifti, sum lýsir politikk og reglur, ið knýta seg at tøkni í heimsins útbúgvingarskipanum.
(Samandráttur liðugur)