Mynd KVF
- Mann kan ikki liva í frið sum kristin, sigur Rasmus Paludan í Útvarpinum í morgun. Og tey flestu, kanska øll, sum brenna Koranir, tey eru muslimar, sigur hann í danska morgunprátinum við Finn Koba.
Royndin var væl meint og í allar mátar uppá sítt pláss, men tílíkir krossfararar hava tað at fara við mikrofonini, sum er heilagaða svørðið á okkara døgum. Kortini er eingin áhugi registeraður hjá donsku løgregluni her norðuri, ja mitt í arktis, sigur onkur, at síggja og hoyra Rasmus í aksjón, dagin fyri fótbóltsdystin hjá pengasterkasta liðnum í Føroyum, har kanska onkur muslimur er og flestu heimsins fótbóltseygu fylgja við.
Kortini bjóðar Útvarpið honum innar. Kanska var tað gott, sum ein detronisering og burturveiting av óvæntaðum háspenningi í hægstu agurkutíð.
Men tá prátið er liðugt, og hann av trygdarávum ikki kann siga, hvussu leingi hann verður her, minnir hann meg mest um Trump.
Hetta sama klandruta lyndið, at tiltuska sær sjálvsentreraðu eginmaktina, hana sum gudhjálpitúmær aftur verður sett útá at kóka við plaseringini av føroysku deildini av donsku sendistovuni í Ísrael, sum partú skal vera har, ið mest selda atlas sigur, at altjóða undirtøka fyri einum høvuðsstaði ikki er - í Jerúsalem.
Men hvat, vit eru ikki av hesari verð.
Meðan føroyska Kringvarpið bjóðar einum donskum undirhaldsaktivisti á allar ytsta høgraveingi fría mikrofon, so ger íslendska Kringvarpið nakað annað.
Tey bjóða professaranum Eiríki Bergmann at siga frá, hvussu tað ber til, at Ísland hevur so gott mótstøðuføri, tá tað snýr seg um ytsta høgraveingin.
Mynd RÚV
Professarin sigur at orsøkirnar eru fleiri.
- Eftir Annan Heimsbardaga útilokaðu fleiri evropeiskar tjóðir nationalismu, þjóðernisstefnu, í øllum liðum í stjórnarskipanini. Nýggjar stjórnir skuldu skipast og politikarar hepnaðust ikki at seta nationalistisk mál á skrá. Um somu tíð bleiv Ísland sjálvstøðug tjóð. Eingin orsøk var at bjóða politisku skipanini av. Ein lagalig tjóðskaparkensla, þjóðernishyggja, var longu við sítt fríska lív í Íslandi.
- Mótvegis øðrum evropeiskum londum eru eingir minnilutabólkar við tilflytarum í Íslandi. Tú kanst ganga á gøtuni í øllum evropeisku høvuðsstøðum og síggja, at har eru fremmand samfeløg, ið eru úr Miðeysturi ella Norðurafrika. Fyri mesta partin hevur illviljin móti útlendingum verið móti muslimum og fólki úr muslimskum londum. Men flestu tilflytarar í Íslandi eru av evropeiskari ætt og ikki úr fjarum, heilt fremmandum mentanum.
Og hóast íslendskir politiskir flokkar eru, sum spæla sær við tankan um populismu, hevur tað ikki rinið við. Bergmann heldur, at mest víðgongdu høgrapopulistisku flokkarnir hava søguliga haft størstu framgongd tá teir hava haft ein sterkan, karismatiskan leiðara, sum Ísland enn ikki hevur funnið.
- Hetta er ikki ein gongd, sum er beint fram og kann sigast, at byrja eitt ávíst stað, fylgja eini leið, og so enda á einum avísum stað. Vit vita ikki, hvar henda politiska gongdin endar, men vit vita, hvar hon kann enda. Annar Heimsbardagi lærdi okkum tað, sigur Bergmann.
Hann ger í prátinum við íslendska Kringvarpið vart við, at hóast populistisk nationalisma og ekstremt fremmandahatur tekur seg upp, so eru mótrák, ið eisini taka seg upp. Fólk venda sær ímóti hesum politikki, og tá kunnu vit heldur síggja ein dyst millum ymsar hugsjónir um sosiala menning.