Skip to main content

New York - ein vøkubýur, ið aldri svevur #3

 

Tá tú fyrstu ferð flýgur beint úr Føroyum til eitt fjart ferðamál í meir enn seks tímar, leggur tú til merkis, hvussu upptikin vit eru av slekt og knýti til hvørt annað. Ja, vit kunnu lumpa onkran við at latast vera úr California, og í veruleikanum vera lastbilførari av Selatrað og Norðoyri, sum leingi hevur koyrt í útlondum og í dag líkist Willie Nelson. Are you from Kentucky, spyr ein djarvur blaðstjóri norðan av landi. Royndin hjá tí fyrra, a practical joke, var stuttlig, so leingi tað gekk. Tá hann eftir eini góðari løtu avdúkaði seg sum føroying, vóru teir í familju. 



Tá vit øll eru í tí óvænataða, nýggja og ókenda, er lætt at spæla øðrum eitt puss. 

Men samstundis ber tað boð um ein felagsskap, ið stingur djúpari enn vit til gerandis geva okkum far um. Tí øll hoyra vit saman, og so eru vit umborð á sama flogfari, tí vit hava sama ferðamál. New York.

Meðan eg havi eygleitt at onnur fólk umborð á øðrum flogførum á somu leið, leggja seg at sova við bindi fyri eyguni, og í besta føri hyggja eftir einum downloadaðum filmi fyri seg sjálvan, so fara føroyingar upp at reika millum setrini at tosa um slekt. Slekt er tað týdningarmest. Eisini tá vit fara í feriu og taka okkum av løttum. Slektin. Hon er týdningarmikil og stendur ovast á ferðaseðilinum. Her eru vit øll í elevatorinum.

Tá stundirnar eru so góðar at flúgva, koma tankar um ferðing og flytføri, føroyska ferðafólkavinnu, hvussu vit møta útlendingum, tá vit ganga í haga, og so tað reint persónliga at ferðast, fyri at kopla úr og reinsa tankarnar, for your own peace of mind, sum Eric Burdon syngur í San Francisco sanginum frá 1967:

This is a very personal song, So if the viewer cannot understand it - Particularly those of you who are European residents - Save up all your bread and fly trans love airways to San Francisco USA, then maybe you'll understand the song. It will be worth it. If not for the sake of this song, but for the sake of your own peace of mind.

At ferðast er uppá gott og ilt ein hurð, sum gongur báðar vegir, út og inn, í hesum føri hjá evropearum og amerikanarum, sigur Eric Burdon. Og júst hetta tema er evnið í fleiri enskum sangum á plátu eina løtu í skýborna oyralurtinum her uppi yvir skíggjunum, har luftin oftast er blá. Klassikarin er hjá kanadisku Joni Mitchell frá 1969 at síggja báðar síður Both sides, Now meðan vit flúgva. Men bretsku Herman’s Hermits sungu longu í 1966 um hurðina, This door swings both ways, eins og contrysangarin Merle Haggard sama ár hevði ein annan sang av barr um tað sama, Swinging Doors. Og rivan í tí afturlatna, sum í ferðingini letur seg upp, er sjálvt vørumerkið hjá Leonard Cohen, eins og Jim Morrison og The Doors, tóku heitið frá Aldous Huxley um hurðarnar millum heimarnar. Tað tørvar bert, at tú opnar tær: There are things known and there are things unknown, and in between are the doors of perception.

Ein kanning er, ið ofta verður víst til á talgildum tónleikasíðum, sigur, at fólk, ið eru farin um 33 ára aldur, lurta ikki eftir nýggjum tónleiki og hvaðna minni uppsøkja annan tónleik, enn tann tey fyrr hava hoyrt og lurtað eftir. Tú forskansar teg í eini stadnaðari innigyrðing. Veit ikki, um henda kanning er eftirfarandi. Fyrstu ferð eg hoyrdi og upplivdi Richard Hawley var eg yvir trýss. Men Bruce Springsteen og Jackson Browne hoyrdi eg fyrstu ferð tá eg var sekstan. Teir halda enn, haldi eg. Hesa vikuna spælir Bruce hálvvegis til Boston, so eg má leiga bil, men Jackson er í Beacon Theatre, so har fari eg, nú okkara leiðir krossast.

Yvirlitið við konsertum hesa vikuna, vit eru í New York, sigur, at Jackson Browne er í Beacon Theatre, Bruce Springsteen í Foxborough Gilette Stadium, Arturo Sandoval í Blue Note Jazz Club, Randy Travis í Sugar Loaf Performing arts centre, Robert Cray í Newton Theatre, Harlem Gospel Choir í Blue Note Jazz Club og Billy Joel í Madison Square Garden.

Ferðafólkaflogførini hava hesa gyltu uppgávu. At føra okkum fram á ein stað, vit higartil bara hugsaðu okkum at vitja, before you ride the big airplane, sum Woodie Guthrie sigur, beinleiðis úr Føroyum. Men sanniliga eisini at føra onnur forvitin ferðafólk hinvegin, so flogfarið ikki flýgur tómt og upplivingarleyst heimaftur. Her liggur fyri mær at síggja tann størra uppgávan, sum flutnings- og móttøkufeløgini ikki altíð eru einsamøll um. 

Hugsa vit um okkara avmáldu Føroyar, so er stóra politiska vandamálið gongd í haga. Og hugsa vit harafturat um feriuparadísið Hawaii, oyggjar í Grikkalandi og nýggju farleiðina til Tenerife næsta ár, so eru veðurlagsbroytingar nú so ógvusligar, at í ST verða tær umrøddar sum climate emergency, ið helst eru atvoldin til ótamdar skógareldar. Sama er í Kanada, og í California hevur ódnin Hilary elvt til ógvusligari stormar, enn veðurstøðir vita um síðan fyri kríggið. 

Juli varð í ár heitasti mánaður í nýggjaru heimssøguni, sigur Copernicus Climate Change Service, ið hevur gjørt mátingar síðan 1940.

Meðan skerpingurin ikki er so álvarsamur hjá okkum, sum á Tenerife, er føroyska lendið bratt og avfallið so nógv, at her eru onnur sløg av vandamiklari burturmáan, erosión, serliga har nógv ferðafólk koma og fara. Sumstaðni, har viðlíkahaldið er ivasamt, sæst at eitt runudíki, sum eingin tekur sær av, er einasta kollektiva úrslitið og samstundis óunnuligi vitnisburðurin um, at her fór ferðavinna fram. Men tað eru avbjóðandi undantøkini. 

Umframt vitjunarverd støð í lendinum, elvir ferðavinnan í eins stóran mun til góðar og vitjunarverdar matstovur, sum vit ikki høvdu frammanundan, og kokkafilmar eru blivnir ein nýggj sjangra í biografum við The Menu og sjónvarpsrøðum sum The Bear. 

Mánadagin vóru sekstan kokkar kring Sandoynna og úti í Skúgvi. Ikki allir eru føroyingar og júst har hendir spennandi samanrenningin, ið er sum at ferðast og leita upp nýggj støð úti millum fremmand. 

Hin besti matur verður ofta komponeraður júst har, ið mentanir umskarast, og verða síðan allarbest foredlaðar, har tær megna at gera ein snøggan serverandi tvørskurð framman fyri hinum vitjandi. Samstundis kunnu vit javnan spyrja, hvagar føroyska matstovuvinnnan fer, tá kokkara okkara heldur fara umborð á skip, ella á matstovur hjá almennum stovnum, og hvat elvir til hesa vinnuligu fakflyting. 

Smálutirnir, ið skapa heildina í føroyskari ferðavinnu, eru mangir og samansettir. Men eingin granskar teir, og eingin miðil ber okkum boð um møgulig granskingarúrslit. Tað er ein veikleiki í eini lítlari tjóð, sum ikki hevur gjørt upp við seg sjálva, um hon veruliga ynskir eina fullfloygda ferðavinnu. Av áðurnevndu orsøk vita vit tað ikki.

Ímeðan breddar í vesturi. Fyri fyrstu ferð hjá føroyskari ferðavinnu, sum ger alt fyri at flyta fólk aftur og fram yvir Norðuratlantshav, úr Stewart til Vágar og so hinvegin aftur.

Mær dámdi væl túrin. Og ikki minst sambondini við vinnurekandi, føroysk og amerikansk.