Góðu ferðafólk, vælkomin umborð.
Spennið trygdarbeltini, tí nú er sjøtul settur á søguligu farleiðina við Atlantic Airways vestur um hav til New York, vøkubýin, ið aldri svevur, hvussu Leivur Hepni so skuldi funnið uppá at glintað við skildri og svørði í gøtunum.
Tað er týsdagur hin 22. august 2023.
Í Havn er toka, men tað forðar ikki morgunvertunum í Útvarpinum at tosa um fótbólt, sum skapar heimaveðrið, halda tey.
Í Vágum er klárt og sólskin, mest sum hásummar og púra fótbóltsfrítt.
Ein lætti at skutra seg í flúgvarasetrinum og kollektivt hugsa, at nú er tað bara fram, beint fram, og at leggja gerandisdegin aftur um seg.
Føroyar eru samdar.
Nýggja leitorðið fyri endanum á reyða lesibandinum er plethora.
Í rúmliga og komfortabla Airbus A320 neo flogfarinum, og allar fremst av øllum tí kollektivt samtalandi flogfarinum, við ættargreining millum stólarnar, sum eg ikki havi upplivað fyrr, flúgva vit í seks og ein hálvan tíma, sum er ein tíma skjótari enn skráin sigur. Hóast tíðarsparingina, síggi eg undir okkum, at tað neyvan styttir um søguliga Klaksvíkstúrin til Flemisch Cap.
Umborð á flogfarinum eru amerikanarar, ið dyrka inagural time, tað vil siga flúgva við fyrsta flogfari á eini givnari leið, fyrstu ferð, í hesum føri úr Føroyum til USA, eftir at teir hava verið í Mykinesi. Nakað sum whiskeysmakkarar, sum eru óðir eftir tí fyrsta batch’inum. Eisini á økinum flúgving hava vit nørdar.
Umborð eru eisini fólk við kalotti, sum kanska fara beint úr Føroyum og til Williamsburg, ið er hinumegin Hudsonánna, har vit skulu sigla í morgin. Við kønum orðum sigur føroyski flogskiparin frá úr kokkpittinum á klingandi amerikanskum eins og á føroyskum, mind you, um øll londini í Norðuratlantshavi. Hugvekjandi at definera heimin úr tínum egna heimlandi.
Á hálvari leið hevur stjórin, Jóhanna á Bergi, briefing um ellinta ferðamálið hjá Atlantsflogi. Hetta er ein dreymur, sum gongur út, at flúgva beinleiðis úr Føroyum og til USA, og harvið byggja brýr millum heimspartar, sigur ein vælnøgd Jóhanna, sum bjóðar italskt prosecco og føroyska sjokulátu, sum Gómagott hevur gjørt til dagin. Á somu rekkju er eitt brúðarpar og eitt silvurbrúðarpar, sum øll fáa gávu. Heimligt millum heimar at flúgva við Atlantsflogi.
Meðan flogfarið á talgildu myndini sær út sum eitt blankt kombikk á Boðanesi, ið kvikt snúgvandi vísir, hvussu langt vit eru komi á leiðini, hugsi eg um tekningina, sum abbasonurin sendi úr skúlabólkinum, beint tá vit fóru. Ferðing er eitt, men hetta er alt.
Olaf skrivar í skúlabólkinum, at mín bátur fer til New York at fiska. Eg, Unn omma og Birgir abbi eru við bátinum.
Havi gjørt meg út við playlista á Spotify, Doors and cracks eitir hann, og einum filmi av Netflix. Men so leingi flogfør ikki eru á netinum verður tað ov trupult. Avbjóðingin er at fáa ferðafólkaflogfør á linju, online.
Klokkan nítjan lokala tíð, lenda vit í Stewart International Airport, Newburgh, í statinum New York í nýggja heiminum, the New World, har móttøkuskráin ber langa heitið vælkomuhátíðarhald.
Í hitanum verður hetta ein drúgvur dagur, nú vit flúgva við klokkuni. Hon fer jú tann vegin, gjøgnum fimm tíðarsonur, so klokkan vesturi í New York ikki er meir enn tveir tímar meir, enn tá vit fóru umborð vesturi í Vágum. Innvunnu tímarnir kunnu vekslast í lívsins stóra ferðabanka tá vit koma heimaftur, sigur tollarin. Í dag gongur alt vestureftir. Men eina lýsingin, eg varnist í Stewart, gongur, lukkutíð fyri føroyska ferðavinnu, hinvegin.
Innferðarloyvið, sum altíð hevur verið eitt sindur roksut, akkurát sum at fara til Russlands, síðst eg var har, er komið í hús. Eg sendi París, har eg var í juni, ein vinaligan tanka, tí har er munin ómakaleysari at koma, akkurát sum tú ert upp á standandi fót. Í Russlandi og USA eru skrankapávarnir fleiri. Í hitanum fái eg tann stuttliga tanka, at talgildir skrankapávar í eysturi og vesturi gøðast best av tankanum um kalda kríggið. Men heilsanin er, at vælkomin skalt tú verða.
Eins og eg sjálvur eri boðin við á hesa sjáldsama søguligu ferð til býin ið aldri svevur, fari eg at bjóða tær, kæra lesara, at verða vælkomnum við á mínum ferðabloggi, har hetta er hin fyrsta lesiferðin.
Í seytjan ár havi eg skrivað trýtúsund og sjeyhundrað føroyskar bloggar, har fleiri eru ferðafrásagnir, ikki minst úr USA. Kanska koma fleiri hesar dagarnar úr býnum, sum ikki letur eyguni aftur, og kanska kann onkur av ferðabloggunum inspirera teg at vitja henda staðin, og síðan at taka virknan lut í tí týdningarmikla heimakjaki, sum just nú er um ferðavinnu, sæð úr føroyskum sjónarhorni og um veðurlagsbroytingar. Um, hvussu vit taka móti ferðafólki, og hvussu vit vilja verða sædd úti í heimi, ikki bara í fótbólti fyri menn og kvinnur ein tokudag í Havn, men eisini burturi í bóndans haga, og hví granskingin ikki tekur hond um hesa vinnu, sum gevur franskar Michelinstjørnur og á heimrustini útbýr bæði kokkara og ferðaleiðarar. Í gjár vóru ikki færr enn sekstan kokkar runt Sandoynna og úti í Skúgvi. Og veðurlagskjakið verður alt meir ágangandi. Eftir heitasta juli mánað í søguni hjá Copernicus stovninum, tað er síðan 1940, eru Sameindu Tjóðir farnar at tosa um climate emergency. Tað er óunnuligi veruleikin um útlát, vit verða konfronterað við, hvørja ferð vit flúgva og ferðast í verðini, soleiðis sum vit kenna hana. Men bíbilski Matteus heilsar úr Jerúsalem og sigur, at hóast javnt og samt glint av kríggi skal hoyrast í tíðindunum, er hetta ikki endin enn. Men ”verið varnir, at ræðsla ikki kemur á tykkum; tí at hetta má henda, men ikki er endin enn.” So tað er at uppliva verðina meðan tíð er.
At ferðast er trivnaðarliga loysunarorðið, og - skulu vit lurta eftir ringastu pessimistunum, sum rættuliga vist eru tey, ið ferðast mest, ja uttan íhald til ráðstevnur, tey ikki gretta orð um - so er tað mest sum í síðstu løtu, at vit sjálvi eiga at unna okkum at ferðast. Løtan til ferðing er nú. Altíð nú.
Fyrsti amerikanski ferðamaður, eg møti á flogvøllinum Across the Great Divide, er Matthew Workman, sum í fjúrtan ár hevur gjørt trýhundrað og hálvfjerðs poddvørp um Føroyar. Fryntliga vitandi og altíð á røttum stað. Í morgin fer hann aftur til Føroya. Vit hava avtalað, at eg skal taka upp, tá flogternan sigur, at nú lenda vit í New York. Tað fer hann at brúka í næsta poddi.
Umframt KÍ og miðbýin við einum áarskapi í Havn, er nýggjasti poddurin hjá Matthew um farleiðina, vit just eru á. Ikki tí, fýra ár eru liðin síðan hann fyrstu ferð tosaði við Jóhonnu á Bergi um somu ætlanir hjá Atlantsflogi at flúgva beinleiðis til USA og aftur, so tað hevur tikið tíð.
Í sambandi við poddvirksemið hava Matthew og eg javnan tosað um føroysk viðurskifti. Tá hann í 2011 frætti, at vit vóru í San Francisco, koyrdi hann sjeyhundrað kilometrar at møta okkum, og bjóðaði okkum til hummara og ís omaná í San Francisco, har hann og pápin plagdu at ganga. Fyrr, sama summar, tá Blind Boys of Alabama sungu um kapp við flóðina á sandinum á G! festivalinum, møttust vit, eins og vit gera av og á í Syðrugøtu, og ikki at gloyma, tá hann og Heri komu í Tórsbyrgi við einum kassa av spillfeskum hummara frá Marna og spurdu, um eg átti eina hummaragrýtu. Tað var gamaní.
Í prátinum á nýggjasta Føroyapoddinum kemur fram, at síðani 2012 hevur Atlantsflog brúkt Airbus 320 flogfør, og síðan 2019 neo flogførini frá Airbus, so nú ber til at víðka sambandi til eisini at fevna ein nýggjan heimspart, a game changer, sigur Johanna, ið er fegin um at seta Føroyar enn skilligari á heimskortið. Og at fólk kunnu connecta via hinar ellivu farleiðirnar. Tað er altíð gott at verða partur av nøkrum nýggjum. At connecta Føroyar, og at tað ikki bara er til Keypmannahavnar og Skandinavia, men eisini at seta Føroyar á altjóða ferðakortið. Visjónin er at gera Føroyar meira altjóða við at knýta okkum til onnur støð, sum at flúgva til og frá USA. Vit byggja upp eina ferðavinnu í Føroyum, og brúka loyalty costumers í allari verðini, sum til dømis Hilton ketan gevur okkum atgongd til. USA er ein sera spennandi marknaður, sum fer at taka tíð at byggja upp, sigur Jóhanna.
Sjálvur havi eg sæð, hvussu nógv ferðafólk koma sunnan úr stórbýnum París og norður til lítlu Føroyar við Atlantsflogi. Tað sær út til at verða altavgerandi eydnukravið, skal ein flogruta úr Føroyum bera seg. Sama, giti eg, er avbjóðingin úr New York og USA.
Bussurin frá Stewart flogvøllinum tekur hálvan annan tíma. Hotellið, sum er mitt í teaturumhvørvinum á Broadway, dygst við blinkstrandi turistmagnetina Times Square, er poppmodernað stýrt av iPad og tjekkað í 21 hæddum við eini grønari linju, sum nógvastaðni sæst aftur, og ger japanskt líknandi cubicle rúmini organisk, mitt í syntetiska skýskravarumhvørvinum á Manhattan. Hetta er einki í mun til tær 73 hæddirnar, vit skulu upp í ímorgin. Men bókstavurin M í dagsins hotellnavni citizenM, stendur fyri mobile, flytføri, ið er eitt áhugavert orð fyri tí, sum hendir, tá borgarin fær størri flytføri, til dømis við undirsjóvartunlum, ið allar vegir gera virkisøkið størri, og útboðið - helst - betri.
Drúgvi dagurin í vøkubýnum, sum enn ikki er farin til viðar, endar við felags døgurða á Quality Bistro, sum er tíggju minuttir burturi. Ein frálíkur gongutúrur burtur frá Times Square móti Carnegie Hall, og so um hornið til høgru, har spennandi matstovan er. Síggi, at nettænastan Opentable sigur, at hetta er hvørki meir ella minni enn besta matstovan á Mahattan, og ein ummælari heldur, at hugtakið bistro er í undirkantinum at brúka her, ið amerikanskur diner, versaillefranskur gullstílur og livandi grønir vakstrarhjallar standa úti sum patios, ið tilsamans gera ein eklektiskan hástíl, ið amerikanarar ikki smæðast fyri, meðan vit modest evroperarar kunnu kalla tað brallut. Hvussu er og ikki, á drúgva matkortinum við ellivu borðreiðingum verið eg bilsin, tá eg síggi kapitulin La Mer, havið, at tey borðreiða við Faroe Island Salmon, truffled leeks, sauce Perrier-Jouët, sum er kenda franska sjampanjumerkið rørt til sós afturvið heimalaksinum. Hóast eg veit, at tað er heimføðisligt út um alt mark, vil eg forvitin sum fáur og nýlendur í New York, royna føroyskan laks, og hvussu tey borðreiða hann her. Tunga neytasteikin gagnast mær ikki so væl, so seinta á kvøldi. Laksurin stendur royndina. Av ellivu rættunum er hann í smakki og konsistensi hin besti til løtuna. Tað eru vit samd um.
Meðan tey innbodnu fara heim aftur hósdagin, steðgi eg eina viku og havi skrivað meg inn á eitt hotell í Soho har niðri á Manhattan at liva ella í minsta lagi eygleiða lívið, soleiðis sum tað tykist mær hesar úrvaldu feriudagar, burturi í øðrum heimi.
Ørminnist at okkara egni fólkalívsfrøðingur, Jóan Pauli Joensen, einaferð helt fyri, at í slupptíðini varð tað mest umráðandi, at verða boðin við, og ikki standa eftir á kajuni - bínandi við keppinum í hondini.
Møddur av jet lag eftir drúgvan flogtúr, fari eg nú at royna at lata eyguni aftur, mitt í býnum, sum aldri svevur.
Deiligt at verða boðin við til heita staðin New York, og at bloggurin verður tikin í fakligum álvara. Takk fyri tað.
Góða nátt!