Skip to main content

Eyðun Johannessen (1938-2023)


Ein kempa í mentanarlívinum í Havn er farin. Onkuntíð krossaðust okkara vegir, og eg havi loyvt mær at klippa úr nøkrum av teim egnu tekstum og bloggum, har Eyðun tók til orðanna, varð siteraður og umrøddur. Og avmyndaður.

Undir yvirskriftini ”Eyðun áttati” varð tikið saman um stovnanina av Filmsfelagnum í 1962:

Eyðun var ein av trimum hugsjónarmonnum, sum í 1962 stovnaðu Filmsfelagið í nýbygda biografinum Havnar Bio. Hinir báðir vóru Erling Simonsen og Fraser Eysturoy. Undan stovnandi aðalfundinum høvdu teir sent eitt bræv til "100 borgarar í Havn" um at skipa fyri listaliga áhugaverdum filmssýningum í býnum. Tað sæst á teimum báðum fyrstu síðunum í gerðabók felagsins.

Í 2015 hevði eg samrøðu við Katrina Ottarsdóttir fyri blaðið hjá Atlantic Airways, har yvirskriftin var “Eg eri nústani byrjað”. 

Undir millumyvirskriftini Við Eyðuni til Cabaret, sigur Katrin soleiðis í samrøðuni:

“Skal eg nevna ein film, ið hevur fingið meg tann filmslistarliga vegin, so er tað Cabaret hjá Bob Fosse,” sigur Katrin, sum gekk í studentaskúla í Hoydølum. Tá skipaði Eyðun Johannessen, leikstjóri, fyri sjónleikaraskeiði á bókasavninum, og so fóru næmingarnir við honum í Havnar Bio, har filmurin gekk.

“Tá var tað, eg sá, hvat filmur kann gera. Hann var ekspressivur og útfarandi, og um tú hugsar um litir og myndamál, so er tað longu har,” sigur Katrin og blaðar upp í bókini Goodbye to Berlin hjá Christoper Isherwood, sum sjálvur er ein figurur í søguni. Katrin lesur úr fyrstu síðu:

I am a camera with it’s shutter open, quite passive, recording, not thinking.

“Og tað kundi eg sjálv sagt í so nógvum av lívsins samanhangum. Har er so nógv, sum gav og enn gevur mær meining, tá eg arbeiði við filmi ella fari í biograf.”

Í Vikuskiftissosialinum í 2001 er yvirskriftin ”Verkamaðurin og leiklistin: Weekend á deildini”. 

Undir millumyvirskriftini Kveikjandi leikrit, verður skrivað soleiðis: 

Hetta er annar leikur, Gríma framførir hetta skeiðið. Hin fyrri var Krypilin frá Inishmaan. - Munurin er, at hesin er føroyskur, sigur Eyðun Johannessen, sum er leikstjóri. - Nú ber altíð til at ringja til høvundan og spyrja, kjakast og laga til, so best fæst burturúr, sigur ein vælhýrdur leikstjóri, ið samstundis hugleiðir um bæði Shakespeare og Ibsen. - Hetta er gott leikrit, sum beinan vegin kveikti, sigur Eyðun um tekstin hjá Jóannesi.

Jú, sanniliga, tað várar. Her kennist ein lívsæl vón í gamla Meiarínum. - Eins og Krypilin er hetta ein oyggjaleikur, sigur Eyðun - Men hesuferð heima hjá okkum og ikki fyrr í tíðini, men beint ídag!

Á blogginum í 2015 undir yvirskriftini ”Skálatrøð verður mentadepil í Havn” er Eyðun aftur við. Men ikki sum høvuðspersónur, men bakveggur at spæla upp í móti, tí nú verður býar- og landspolitiska projektið, Tjóðpallurin á Skálatrøð, lagt fram í Meiarínum:

Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri setti á heysti í 2013 bygginevnd fyri tjóðleikahús við Bjarna Wilhelm, deildarstjóra í Mentamálaráðnum, sum formanni og Aldu Joensen, fulltrúa í Mentamálaráðnum, sum skrivari. Her sæst ein spentur Bjarni saman við leikstjóranum Eyðuni Johannessen framman fyri talvuni yvir økið á Skálatrøð, har mentanardepilin í Havnini skal vera og tískil eisini komandi tjóðpallurin. Meðan Eyðun er skeptiskur á fyrru myndini er hann so himmalsfegin á seinnu myndin. Eins og øll onnur, sum møttu í Gamla Meiarínum í Tórsgøtu, sum higartil hevur verið mentanargøtan í Havn, helt Eyðun fyri, at hetta er fantastiskt!

Heðin Mortensen, borgarstjori, segði at Tórshavnar kommuna hevur skipað Skálatrøð til mentanardepil við denti á bygging, ið hevur serstakan mentanarligan týdning fyri tjóðina og høvuðsstaðin. Skálatrøð er mest framúrskarandi stað í Føroyum, mitt í høvuðsstaðnum, tætt við hentleikarnar í miðbýnum og hugnaligu Vestaruvág, segði Heðin, tá hann avdúkaði staðsetingina á pallinum í Gamla Meiarínum. - Eg fari at takka Mentamálaráðnum fyri tað góða samstarv, sum vit higartil hava havt um ta mest týðandi mentanarpolitisku byggiverkætlan í Føroyum síðan Norðurlandahúsið fyri 30 árum síðani, segði Heððin við Bjørn, sum eisini helt hugvekjandi røðu, har hann endaði við at lesa vinmannin, yrkjaran Tórodd Poulsen.

Upplýst varð, at nýggja tjóðleikhúsið kann verða um 3.000 fermetrar stórt við stórum palli við plássi til 200 áskoðarar umframt øðrum pallum, kafé og verkstað, og við 22 metrar høgum palltorni, sum Heðin væntaði kundi verða framtíðar býarmerki. Og lat meg skoyta uppi, at hetta torn kann eisini verða ein attraktiv kafé. Bara ein tanki, altso. Tryst á arkitektamyndirnar av Skálatrøð niðanfyri og tær verða størri.

Á blogginum í 2015 undir yvirskriftini ”Byggilist og myndlist í Felagnum”:

Eyðun Johannessen læs úr endurminningum um Sjónleikarhúsið og loyniliga lívið undir gólvbrettunum, tá bretar vóru har undir krígnum. Tað var ikki óinteressant fyri ein forvitnan smádrong í Havn, heldur ikki, tá ein genta, sum æt Nancy, var við. Endurminningarnar verða við í minnisriti hjá Havnar Sjónleikarfelag, ið kemur út næsta ár, tá felagið fyllir hálvfems. Og so lata vit myndatólið hvíla, tí nú bleiv annað og álvarsligari at tosa um - í Felag. Takk fyri hesa ferð!

Á blogginum í 2019 undir yvirskriftini ”Skálatrøð - ein lívgandi visjón”:

Hetta er visjónin hjá arbeiðsbólkinum, sum í mong ár hevur arbeitt við Skálatrøð, har annanvegin bilar og hinvegin bátar fylla rúmið, í báðum førum deyðir lutir, steinetandi deyðir lutir, sum ikki skapa tað minsta lív í besta savningarstaði í øllum høvuðsstaðnum. Lív er tað, sum peikað verður á. 

Framhald undir myndini.


Í 2016 sigur Eyðun Johannessen soleiðis um ætlanina at byggja tjóðleikhús undir nýkomna berginum, sum er oman móti parkeringsplássinum á Skálatrøð í Havn:

- Á parkeringsøkinum framman fyri bergið á Skálatrøð skal Tjóðpallur Føroya byggjast. Ein bygningur til hugaheim okkara, hvørs aðaltanki er at bergtaka og hugtaka. Tí eiga vit at leggja okkum eftir, at hetta verður eitt stað, sum letur seg upp, og sum vit ikki kenna okkum fremmand í. Tað, eg síggi og hoyri fyri mær, tá hugtakið bergtikin verður nevnt, eru aldargamlar søgur, sagnir, kvæði og ævintýr úr okkara frásøgu- og hugaheimsmentan. Um forfedrar, ið búðu undir trongum lonum og ferðaðust úti í okkara náttúru, undir bjørgum og korkalittum royðufláum, á grønum vøllum, í djúpum dølum, eftir varðum og líðum. Har teir møttu teimum fornisku verunum, teimum yvirnatúrligu og heidnu, ið búðu í heyggjum og í hellum, gjáum, látrum og drangum úr basalti, súlugróti og royðu. Her var teirra huldi hulduheimur. Her búðu dvørgar, vættrar, risar og kellingar. Huldufólk, ið ”bergtóku” hin einsamalla vallaran, sum stundum hvarv og ongantíð sást aftur. Ella Mikladalsdreingin, ið sá kóparnar við sólsetur leggja hamin á helluna og dansa, til sólin aftur reis úr havi. Eisini unglingurin varð bergtikin, og við mannasnildum fjaldi hann hamin og vann sær Kópakonuna, sum hann var vorðin hugtikin av. Hann var BERGTIKIN eins og søgur, sagnir og kvæði heilt frá dreingjaárum HUGTÓKU meg, so eg varð bergtikin av einum heimi, sum eg kendi meg heima í. Ella í minsta lagi ikki var mær fremmandur.

Í dag fevna hugtikin og bergtikin nærum um tað sama. Tú verður tikin av fótum og fluttur inn í ein annan heim. Ein sálarligan heim. Tín hugaheim á Skálatrøð - LEIKHÚSIÐ. Smá- og útróðrarbátabryggjan við vestara havnarøki fyri sunnan. Í norðurendanum berg við grønari grasfløtu. Sum ein hestaskógvur eystan-, vestan- og norðanfyri fevnir høvuðsstaðurin Tórshavn um allan Tjóðpallin. Mitt í Føroyum. Við 50.000 íbúgvum. Fyri sunnan Nólsoyggin og opið hav, Atlantshavið. Hav, strond, fløta, berg, hamari og líðin grøna. Eitt umhvørvi líkt tí, har tey fornisku á sinni ráddu.

Á hesum staði skal byggjast ein Mentanar-Tidna! Skapt úr eldgosi, súlum, gjáum og bergi, royðugróti og grønum líðum. Har skal tidnan skapast. Hon hvørs endamál er at bergtaka okkum. Fevnd av aldargamla býnum, høvuðsstaði okkara, Havnini. Himin og hav. Hetta er umhvørvið, har Føroya fyrsta leikhús skal liggja.

Kanska tað fyrsta av sínum slag í so lítlum etniskum umhvørvi yvirhøvur. Her skal Leikhúsið - Teatrið - standa, hvørs upphav á sinni varð bygt við fótin á Akropolis í Athen fyri uml. 3000 árum síðani - og liggur har enn tann dag í dag. Hvørs aðalmál, tá og til allar tíðir, er at minna og vísa okkum á, hvaðani vit komu, hvørji vit eru, og hvagar leiðin gongur.

Í føroyskari mentan, úr hugaheiminum, sum er skaptur av gerandislívi okkara, liggur alt mannaskapt lív, fjalt í mýtum, kvæðum, dansi og sagnum. Tryggjað og fjalt undir heilt. Varðveitt í frásøgn, um tey

fornisku, hvørs bústaður er í bø, hellu og fram við sjóvarstrond. Í vísind, list og mentan finna vit aftur sambandið og halda áfram. Nú hava vit í 2016 gjørt av, her á klettunum, at byggja okkara fyrsta teatur burturav.

Her skal hugaheimur okkara húsast og eiga ”høgt til loft og vítt til veggja”, sum tikið verður til. Tú skalt kenna teg væl og vælkomnan. Við góðari samvitsku kenna teg frían í nakrar tímar av dagsins strevi og ampa. Hetta er ikki ein kirkja, ikki eitt samkomuhús til fólksligar fundir, veitslur, ei heldur andalig møti ella eitt konserthús. Eitt leikhús er til leiklist, ið rúmar øllum listagreinum, henni tørvar. Drama, dansi, sangi og tónleiki. Myndlist og skaldskapi. Men fyrst og fremst: ein mentanartidna ætlað teimum vitjandi: áskoðarunum og útinnandi sjónleikarunum!

AT ENDA: EIN VISJÓN!

Tá eg síggi Tjóðpallin á Skálatrøð - TIDNUNA - skal eg kenna meg drignan at nøkrum, ið ikki er snórabeint, loddrætt og fýrakantað, men ber dám av onkrum duldarfullum, skeivum og á skák, ið talar til mítt forvitni.

Eins og eg á sinni á útferðum undir bjørgum varð vaggaður innanborða, leiddur millum drangar og flúrar inn í gjáir og helli við komandi og farandi ljósgeislingum úr sprungum og niður úr helluloftinum.

BERGTIKIN!

Eyðun Johannessen

Ærað verið minnið um mentamannin og íverksetan Eyðun Johannessen, ið sum fáur, kanska eingin, setti list og virkna samtíðarmentan, og ikki bara dustuta savnsmentan, á skrá fyrst og fremst í høvuðsstaðnum, men eisini landspolitiskt.