Skip to main content

Frihedsbrevet - eitt ummæli




Fyrr helt eg amerikanska Rolling Stone Magazine, bretska Vox, svenska Slitz og norska Beat, sum øll komu regluliga í posti. So tódnað Rolling Stone so mikið, at eg segði tað upp, og hini magasinini hildu so hvørt uppat. Framíhjá helt eg donsku Weekendavísina, fyrst í pappírsformi, seinni á netinum, tí eg vildi lesa filmsummælini hjá Bo Green Jensen, tí norðurlendska nestor á økinum. Í vár varslaði nýggja progressiva redaktiónin broytingar, og aldrandi høvundurin var biðin um at gerast free lancari. Tað játtaði hann, men so varð avtalaða skipanin eisini kroyst út av redaktiónini, sigur hann mær í meyli, tá eg spurdi. Tá var mín orsøk, at halda avísina, farin. So varð alt uppi. 

Eisini her heima fækka bløðini og rímiligvís verður posturin ikki eins títtur og fyrr. Blaðdeyðin er ein veruleiki. 

Sum bløð krevja Sosialurin og mánaðarliga Dimman hald eins og fyrr, meðan Blaðið Vikuskifti, kann lesast frítt á Portalinum hvønn leygarmorgun. Har eru frægastu oddagreinir, eg kann lesa. Tann sjangran, oddagreinin, hevur altíð tiltalað meg. Nú er eisini ókeypis Skannarin komin afturíaftur, vónandi einaferð um vikuna.

Nýggjasta royndin at fáa fótafesti og skapa sær eina tilveru á heimliga marknaðinum, er Frihedsbrevet. Hóast eg eri farin at tvíhalda um gamla hippie herrópið Information wants to be free, royndi eg týsdagin fyri fyrstu ferð at kaga inn um gjaldsveggin hjá Frihedsbrevet.

Fyrst fór eg eftir Frímælt nummar 39 undir táttinum Magasin at hoyra um Strafbarlistan á Glasir í 34 minuttir undir poddvarpsheitinum Frí mikrofon, og sum eisini er ovast á breddanum í Populære artikler – eg skal lova fyri, at heitini eru villini mong - síðan at lurta eftir nýggjasta prátinum í somu poddvarpssektión við ein heimleysan í 33 minuttir. At enda geri eg mær undir heitinum ”rullupylsusyndromið” nakrar tankar og metingar av mikrofonbrúki til poddvarp. 

1) Frímælt er opið fyri almenninginum, sigur Rólant, sum er verturin, tað visti eg ikki. Roksut, óalminduliga roksut og innspist. Tey hava kakur við heimanífrá, og eru lurtarans vegna negativt roksut um viðurskifti, sum vit ikki síggja, so sum frisyrur og annað á redaktiónini, har tey sita og kína hvørjum øðrum við føgrum orðum. Nýggja borðið verður viðgjørt, spurt verður um tað er kinky ella ikki, við ella uttan leðurdúki, og hvussu matchar tað so við neglalakkið? So er aftur fnis. Og beint sum eg helt, at uppleggið til sendingina var av, og hon nú fer at byrja, sendingin, ella poddvarpið, sum tey siga, er enn meira roks, nú um Lakk og Vinyl sendingina, sum einaferð var í Útvarpinum. Eftir fimm tungum minuttum er klárt at byrja við Strafbarlistanum á Glasi. Tí, sum lýst varð við, og sum eg vil fáa innlit í. Rólant hevur funnið listan og deilt hann millum lutakararnar, bæði hann í ár og tann í fjør. Suðringurin í panelinum, Jan, heldur ikki hann er ógvusligur. Barbara, sum eisini er haðani, heldur ikki hatta er nakað at tosa um. Og so er fnis og grin. Hetta er ikki góður útvarpsstílur. Eg tími ikki at lurta eftir hesum, ella fylgja við í hesum, men havi lovað eitt ummæli. Sunva kennir sama slag av lista úr Hoydølum, men hevur ikki lisið henda listan, sum tey nú møtast um. Flottasta gentan á Handilsskúlanum plagdi at vera eitt mál og evni. Tað var ganska almindiligt, tá, siga tey. Men sumt er eitt sindur grovt nú. Tey hava skilt tað, at børnini, sum tey siga, eru blakaði út í tveir dagar í teirra samlaðu akademisku karrieru. Kalt vatn í blóðið, mæla tey til. Rólant nevnir tvey dømi: (navn) um murturin er líka stórur sum nøsin, then sign me up. Hvat er hetta symptom uppá? Ung vilja gera upprør, sum ein kabarett, ið er anonym, er semja um. Nú er fyrstu ferð, at hetta er komið alment fram í Kringvarpinum. Leiðslan eigur at siga, at her er eitt mark. Men listin fer ikki at doyggja, tí ungdómurin fer altíð at gera upprør, siga tey. Rólant hittir 17 ára gomlu Bjørg, og spyr, hvat hon heldur. Ein stuttlig traditión hjá 3. g, sigur hon. Hon heldur at listin skal verða verandi, um hann ikki varð líka grovur. Hetta er ein partur av mentanini, sigur hon. So fornuftig, siga tey í sendistovuni, sum við ein munn, tá Rólant kemur aftur av Glasi. Hetta kemur altso ikki út um senukantin. Tey, sum tosa, eru seg sjálvi nokk. Tey siga okkum ikki tað grovasta í listanum, vit síggja hann ikki, fokus verður á umsitingarligu reaktiónina. Har hevur verið ein heilt annar og grovari listi, tað er heilt vist, sigur Sunva, sum als ikki hevur sæð listan, tey lesa úr. Men Rólant varð kosin ársins cutie á Kambsdali uttan at vita, hvat tað merkti. Tá var hann 18. Eg kenni meg býttari, nú eg havi lurtað. Síðsta dømið úr listanum: (navn) gloppið millum tennirnar hjá tær er perfekt til mína klit. Hatta er einki, sigur mannligi suðringurin. Hatta er grovt sigur Suniva. Vit skulu vera tilvitað og rúma øllum. Men grensurnar flyta seg, heldur Barbara. Og so lesa fólk bara yvirskriftir. Vit eru aftanfyri ein betalingsvegg og fólk eru fratør uttan at hava lisið alt hjá okkum, sigur hon. Hví skal man siga ting á netinum, sum man ikki vildi sagt face to face, og so er tað hetta anonyma, sum hesin Strafbarlistin og Vágaportalurin eru dømi um. Og so skeinkja tey kaffi. Nógv kaffi. Og so er eitt langt prát um inniskógvar á Kambsdali, sum tey brendu fyri árum síðan. Og so gloymdi suðringurin at siga frá eini bláari bók, tey høvdu. Tað fáa vit so at vita um nú. Og so eru 34 minuttir farnir við roksi, sum eg gjarna vildi verið fyriuttan. Yvirskriftin var Strafbarlistin, sum eg varð lokkaður við, men mest sum einki fekk at vita um í henda stíva hálva tíma við pseudofúlum. Vit mangla satiru, tað er mín varisligi tanki. Tað hevði verið eitt veruligt nýbrot. Satira aftanfyri ein betalingsvegg. Tað kundi bjargað hesum innslagi.

2) Kvøldið fyri hevur Rólant hitt ein heimleysan, sum er navnleysur. Nú er Rólant einsamallur og seriøsur. Tað klæðir honum væl. Hin heimleysi, sum autentisk og nærverandi samrøða er við, eftir at Sirið Stenberg og Martin Kúrberg hava verið í Degi og Viku, greiðir frá, hvussu lívið er sum heimleysur mitt í Havn, og hvussu náttin gongur. Hann hevur verið heimleysur í eitt ár. Um summarið er hann í trímum dýnujakkum frá Bláa krossi og svevur úti. Eftir ball fer hann víðari í morgunball, gongur Havnina runt tvær ferðir, fyri at halda hitan, men plágar ikki familjuna, tí hann veit, at hann stinkar av alkoholi og royki. - Eg eri rikin út av nýggja H-bygninginum av politinum. Har er annars fínt at sova, sigur hann. Sama er í bili. Har er gott at sova, hevur tú dýnujakka. Ofta sovi eg heldur um dagin, til dømis í forhøllini á Landsjúkrahúsinum, í einum stóli á Bókasavninum og í eini garasju. Eg eri sjálvdan einsamallur. Í Viðarlundini sovi eg eisini. Eri Havnarmaður, men vinir eru eisini uttanfyri býin. Eg koyri ikki bil fullur, fari ikki í slagsmál og eri ikki ótrúgvur. - Hvussu nógv eru ”vit” spyr Rólant? - Sirið segði, at hon hevði hoyrt, at tað vóru átta. Eg tori at siga tjúgu pluss, sum eru í dýrastu neyð og ongastaðni hava at vera um náttina. Tey, sum eru í so rúsaði mugu hjálpast. Vit eru nakrir, sum hjálpa teimum, so tey ikki doyggja úti. Til alt held hevur Martin Kúrberg fingið eina hitastovu. Men hvar skulu vit vera um dagin? Flestu hava ikki bindindi at lesa um dagin. Flestu hava tamarhald á sínum brúki. Duga fólkaskikk hóast rúsaði. Men nøkur detta av. Fólk, vit møta, taka heldur myndir, enn at hjálpa. Vit fáa at vita, at við síðuna av Frihedsbrevet, tað er har Vogue var fyrr, gista tey eisini. - Hvar skulu vit fara, tá politiið kemur eftir okkum? Men teir fara, tá greitt er, at einki stað er hjá okkum at fara. Nú er neglt fyri hurðar og vindeygu har. Eg haldi at sosiala nevnd hjá kommununi skuldi skaffa eitt hús, har umsorganarvakt er. Nøkur hus í Havn eru tóm og støðan er desperat. Hvat ger man tá pengarnir eru uppi og tað bara er tjúgundi? Við kenning tolir tú betri kulda, tað er greitt. Vit hava tað reglu, at tá vit bróta inn í hjallar at stjala brennivín, lata vit triðingin standa eftir. Eg havi einki fast tak havt yvir høvdið í eitt ár. Trupulleikin er nógv størri nú, tí bygdamenn eru fleiri og ungar gentir eru eisini millum okkara nú. Fyritíðarpensjonistar eru eisini. Fólk hava ikki ráða at leiga fyri 8000 til 10.000 kr pluss depositum. Tá tú biður um hjálp, ert tú komin so langt út, tí eingin gevur tær kreditt. Eg royni at vera nossligur. Fyri fýra árum síðan lá eg í koma av rúsevnum. Í ryggsekkinum havi eg nú tannkrem og tannbust og aloe vera. Tú verður blakaður út allastaðni. Út til einki. Loysnin er eitt ávegishús, haldi eg. Kanska við psykologi og sosialráðgeva. Eg fekk lovað eina bráðfengisíbúð, men so fekk ein annar hana, sum var meira treingjandi. Sitandi í Steinatúni kosti eg landinum eina rúgvu. Men eg havi tjúgu ár eftir á arbeiðsmarknaðinum. Rólant tekur saman um: Um fimm og tjúgu fólk skulu hava somu hjálp sum tú, so kostar tað ikki alla verðina? - Vit hava ikki eitt heim. Heldur ikki eftir tvey døgn á P40. Eg havi onga adressu, so eg fái ikki eitt oyra. Nummar eitt, viktigast, er at Martin Kúrberg er komin í neyð, tí hann ikki kann hýsa øllum, sum koma har. Herbergið er blivið eitt røktingarheim. Øll roykja, so eg stinki og verið ikki tikin fyri fult, har eg komi. Eg skal verða edrúður í fjúrtan dagar, um eg skal klára at fylla eitt oyðiblað út. Sirið er ikki so væl upplýst. Herbergið er í neyð. Nógv kundu klára seg sjálv, men kortini búgva tey har. Ert tú vanskeligur sleppur tú ikki inn. Rólant spyr, hvat hendir, um hetta stendur við og versnar? - Menn í besta aldri eru heimleysir. Um teir rúsa seg, so kunnu teir finna uppá hvat sum helst, t.d. at bróta inn í hús, har fólk eru í feriu. Eg havi tveir vinir, sum eru deyðir. Tvey fólk, sum hava sovið saman við mær í kirkjugarðinum. Tað, sum er ringt nú, er blivið verri, sigur hin heimleysi, góðkennir upptøkuna og takkar fyri prátið.

Hetta var ein ríkandi løta við nærverandi viktigum práti við síðuna av redaktiónini mitt í Havn. Einki roks, tveir menn, sum tosa frítt frá livrini og í mikrofonina. Missiónin er greið og báðir eru tjúnaðir inn á ein felags fatanarfrekvens. Bravo! 

3) Leingi havi eg undrast, hví borðmikrofonir, sum poddvarparar brúka, eru so stórar og tjúkkar, sum óskornar rullupylsur frá Otto Reinert, settar upp á eitt stativ, sum so øll gána í. Havi spurt meg fyri hjá ljóðteknikarum, og teir eru eins og eg sjálvur samdir um, at tað helst er ein dilla, men kanska eisini eitt armóðstekin um eitt minnilutakompleks, tá tú situr í einum lofts- ella kjallarakamari, sum hvørki er ljóðisolerað ella ljóðdoyvt útvarpsstudio, og kortini vilt gera útvarpsupptøkur í heilaga navninum av poddvarpi. At sminka seg við, verður brúkt ein mikrofon, ið er stór sum ein rullupylsa, og tí hevur lagt navn til rullupylsusyndromið. Eftir trý ára tíggju í útvarpsarbeiði veit eg, hvat menniskjansliga røddin krevur, fyri at vera eindurgivin við røttum ljóði. Og hon er ikki kravmikil, javna menniskjarøddin, bara karakteristikkurin fyri mikrofonina er rættur. Til dømis er Neumann klassikarin at hanga uppi yvir fólki, sum tosa í ring, og meira ósjónligar mikrofonir at klipsa á flippuna ella kragan, eru heldur ikki ókendar. Tað gava at býta, tá fremsti videovitari í Danmark, Hans Vilhelm Bang, var í Føroyum í 1984, beint tá Sjónvarpið fyrstu ferð sendi Dag og Viku. Hann hevði havt videoskeið í Norðurlandahúsinum, og búði hjá Michael Rasmussen undir Ryggi, sum var avgerandi faktorur í endurstovnani av Filmsfelagnum. Tá hann sá, hvussu nógv mikrofonin hjá tíðindaleiðaranum fylti á skíggjanum, ringdi hann til Finnboga og Jógvan Asbjørn at bjóða sær til at støkka yvir í Smæruna og hava ókeypis skeið undir heitinum ”mikrofonen ud af billedet”. - Nei, haldi vit eru komnir yvir hasar trupulleikarnar, var svarið frá teimum. Kanska eitt sindur arrogant, ella bara óupplýst. Tað stutta av tí langa er, at stóð tað til mín, so varð rullupylsan tikin av borðinum, tá poddvarp verður gjørt, og nyttugar og egnaðar, helst eisini munandi bíligari, mikrofonir verða brúktar í staðin.